Næst síðsti partur í røðini um Jósef – Óli á Grømma mikukvøldið kl. 20
Á møtinum í Betesda mikukvøldið 27. september kl. 20heldur Óli á Grømma fram at tala um Jósef, og hvat vit í dag kunnu læra av øllum tí, hann fór ígjøgnum, og tey val, hann gjørdi.
Judy og Óli á Grømma Jacobsen, sum dagliga virka fyri trúboðanarfelagsskapin NTM, eru í løtuni heima í Føroyum á vitjan í nakrar vikur.
Hvat lærir orð Guds okkum ígjøgnum Jósef?
Hetta er heitið á hesi fundarrøðini í Betesda, har Óli talar um áhugaverda persónin í orði Guds, Jósef, sum fór so nógv ígjøgnum, og sum eftir nógvar, harðar royndir og mótgongd gjørdist eitt undurfult amboð fyri HARRAN.
Fjórði og næst seinasti partur í hesi fundarrøðini verður nú mikukvøldið 27. september, har ein drekkamunnur verður at fáa eftir møtið.
Hjartaliga vælkomin 🙂
Seinasta møtið í Betesda á hesum sinni, har Óli fer at tala um Jósef, verður sunnukvøldið 1. oktober kl. 18.