Niels Pauli Nónstein talar í Betesda mikukvøldið kl. 20
Niels Pauli Nónstein verður við á uppbyggingarmøtinum í Betesda mikukvøldið 28. juni kl. 20, har hann fer at tala út frá Sálmi 146 um HARRAN – einasta álítandi leiðaran.
Niels Pauli er giftur Doru, og saman eiga tey 3 børn. Tey hava í nógv ár verið í fulltíðar tænastu fyri HARRAN í Kristnastovu í Keypmannahavn, har nógvir føroyingar hava sítt andaliga heim, bæði lesandi og onnur.
Nú eru tey flutt heimaftur á klettarnar, her Niels Pauli er virkin í og út frá samkomuni í Ebenezer, serliga millum tey ung og yngru familjurnar.
Mikukvøldið kl. 20 verður høvi at hoyra ein boðskap frá Niels Paula um HARRAN – hin einasta álítandi leiðaran.
Hjartaliga vælkomin