Óli á Grømma talar um Jósef – Betesda mikukvøldið 20. sept.
Á møtinum í Betesda í kvøld, mikukvøldið 20. september kl. 20 heldur Óli á Grømma fram at tala um Jósef, og hvat vit í dag kunnu læra av øllum tí, hann fór ígjøgnum, og tey val, hann gjørdi.
Judy og Óli á Grømma Jacobsen, sum dagliga virka fyri trúboðanarfelagsskapin NTM, eru í løtuni heima í Føroyum á vitjan í nakrar vikur.
Hvat lærir orð Guds okkum ígjøgnum Jósef?
Hetta er heitið á røðini av hesum møtunum í Betesda, har Óli talar um áhugaverda persónin í orði Guds, Jósef, sum fór so nógv ígjøgnum, og sum eftir nógvar, harðar royndir og mótgongd gjørdist eitt undurfult amboð fyri HARRAN.
Um Gud vil, verða komandi fundirnir hesir:
Mikukvøldið 20. september kl. 20:00 Jósef 3
Mikukvøldið 27. september kl. 20:00 Jósef 4
Sunnukvøldið 1. oktober kl. 18:00 Jósef 5
Hjartaliga vælkomin 🙂