Páskastevnan 2024

Tær tríggjar samkomurnar Hebron í Leirvík, Filadelfia í Gøtu og Siloa í Fuglafirði bjóða til páskastevnu undir heitinum „Gud enn á trónuni er“, hesaferð í Hebron í Leirvík og í Ítróttarhøllini á Kambsdali.

Møtini skírisdag og langa fríggjadag verða í Hebron í Leirvík. Leygardag verða eisini áhugatímar í Hebron. Leygarkvøld verður farið út á Kambdal.

Skráin:

Skírisdagur 28. mars​​
Møti í Hebron kl. 18. Regin Hammer og Beinta Vang tala, Jákup á Lakjuni syngur.

Langi fríggjadagur 29. mars ​
Møti í Hebron kl. 18. Sámal Mikkelsen talar, Siloakórið syngur.
Ungdómsmøti í Hebron kl. 21. Arni Zachariassen talar og Símun Pætur á Torkilsheyggi syngur.

Leygardagur 30. mars ​​
Kl. 15-17 eru áhugatímar í Hebron í Leirvík:
• Karl Gregersen – “Ovis aries et Biblia”. Bíblian úr sjónarhorninum hjá einknæbónda – myndamál og íblástur frá seyði og seyðahaldi.
• Tórheðin Jensen – Orðtøk Sálomons. Navigera á lívsins vegi. Lærdómur úr Orðtøkum Sálomons.
• Niels Pauli Nónstein – Passa søgurnar um Jesus?
• Elin Neshamar – Hvussu megni eg broytingar úr eini mentan í aðra?

Møti er kl. 20 í Ítróttarhøllini. Mai Laksafoss og Johann Petersen tala, kórið úr Berøa syngur.
Ungdómsmøti er kl. 22 í Ítróttarhøllini. Oddur á Lakjuni talar og Maria á Lakjuni Djurhuus syngur.

Páskadagur 31. mars ​
Familjumøti kl. 12 í Ítróttarhøllini. Søga fyri børnunum og John Færø talar.
kl. 13.15 máltíð
Møti við breyðbróting kl. 14 í Ítróttarhøllini, Ingvard Petersen talar.
Sunnudagsskúli kl. 14 á Miðnámsskúlanum.

Sangløta kl. 19 í Ítróttarhøllini við Símun og Randi Hansen.

Verið hjartaliga vælkomin!