Petur á Roykheyggi í Betesda mikukvøldið
Á møtinum í Betesda mikukvøldið kl. 20 talar Petur á Roykheyggi út frá Jákupsbrævinum.
Petur á Roykheyggi er 36 ára gamal og giftur við Biritu. Tey eru búsitandi í Runavík og eiga fimm børn.
Fyri nøkrum árum síðan tóku tey bæði avgerð um, at Petur skuldi fara út í fulltíðar tænastu fyri HARRAN her heima í Føroyum, her tænastan eitt nú fevnir um at vitja kring landið at kunngera evangeliið og prædika orð Guds.
Komandi tíðina fer Petur av og á at vitja í Betesda, har hann fer at gjøgnumganga Jákupsbrævið – og tað byrjar nú mikukvøldið 18. februar kl. 20.
Hjartaliga vælkomin 🙂

