Petur á Roykheyggi talar á møtinum mikukvøldið kl. 20
Hesa vikuna kemur Petur á Roykheyggi á vitjan í Betesda, og fer hann at tala á møtunum mikukvøldið og sunnudagin.
Petur á Roykheyggi er 33 ára gamal og giftur við Biritu. Tey eru búsitandi í Runavík og eiga fýra børn.
Fyri tveimum árum síðan tóku tey bæði avgerð um, at Petur skuldi fara út í fulltíðar tænastu fyri HARRAN her heima í Føroyum, her tænastan millum annað fevnir um at vitja kring landið at kunngera evangeliið og prædika orð Guds.
Hjartaliga vælkomin á møti mikukvøldið kl. 20. Aftan á møtið verður ein drekkamunnur og høvi til samveru og prát 🙂