Petur á Roykheyggi talar í Betesda sunnukvøldið

Á møtinum sunnukvøldið kl. 18 í Betesda kemur Petur á Roykheyggi at luttaka við einum boðskapi út frá Esaias, kapittul 1.

Petur, sum er 35 ár, fór út í fulltíðar tænastu í 2020, og er sostatt ein av okkara yngru fulltíðar trúboðarum her heima. Hann virkar í og út frá samkomuni í Berøa í Saltangará og er eisini virkin kring landið, bæði sum evangelistur og bíbliulærari. Petur er giftur Biritu, og eiga tey 5 børn.

Hjartaliga vælkomin 🙂