Rachel og Petur Hansen takka fyri hesaferð – sunnukvøldið kl. 18

Á møtinum sunnukvøldið kl. 18 luttaka Rachel og Petur Hansen, og sangkórið syngur. Eftir møtið verður høvi at heilsa upp á tey bæði, áðrenn tey mánadagin fara av landinum aftur.

Petur Hansen, sum er vaksin upp í Klaksvík, fór í 1980 á bíbliuskúla hjá NTM í Onglandi. Í 1985 fór hann saman við konu síni, Rachel úr Kansas í USA, út í fulltíðartænastu sum trúboðari hjá NTM. Frá 1985 til 2011 virkaðu tey í Papua Ný Guinea. Í dag eru tey partur av altjóða leiðsluni hjá NTM. Tey búgva í Nebraska, USA.

Rachel og Petur Hansen hava verið heima á vitjan síðan 4. apríl, her tey hava vitjað samkomur kring landið, og mánadagin 28. apríl liggur leiðin aftur av landinum.

Hjartaliga vælkomin í Betesda sunnukvøldið 🙂