Sangkórið luttekur á møtinum sunnukvøldið og dópur verður
Á evangeliska møtinum í Betesda komandi sunnukvøld tann 30. oktober fer sangkórið at luttaka við sínum vakra sangi.
Nøkur ungfólk hava biðið um dóp, og verða tey doypt á møtinum sunnukvøldið. Hesi hava ein greiðan vitnisburð um teirra trúgv á HARRAN Jesus Kristus, og tí er einki til hindurs fyri, at tey verða doypt, so sum Bíblian lærir, at ein trúgvandi eigur at gera.
Evangeliska møtið í Betesda sunnukvøldið byrjar kl. 18, og øll eru hjartaliga vælkomin 🙂