Sangløta við Betesdakórinum
Sunnukvøldið 12. november kl. 18 verður sangløta við Betesdakórinum í Betesda. Á skránni verður nógvur kórsangur, felagssangur og ein góður boðskapur.
Betesdakórið er eitt kór, sum er kent fyri sínar vøkru rytmisku sangir og meira stillu sálmar og sangir.
Kórið er, sum navnið sigur, heimahoyrandi í Betesda í Klaksvik og syngur nærum hvørt sunnukvøld har undir leiðslu av Torkil Mørkøre.
Øll eru hjartaliga vælkomin á sangløtu sunnukvøldið 12. november kl. 18.