Seinasta møtið við Judy og Óla hesaferð verður mikukvøldið – Kvartettin fer at syngja
Á møtinum í Betesda mikukvøldið 11. oktober kl. 20 verða Judy og Óli á Grømma við fyri seinastu ferð á hesum sinni, áðrenn tey hósdagin fara av landinum aftur.
Á møtinum mikukvøldið fer Óli at luta nakrar tankar afturat um Jósef og eisini greiða frá um NTM sum heild og eitt sindur um tænastuna, sum tey bæði standa í.
Á hesum møtinum fer Kvartettin í Betesda at luttaka við sangi og tónleiki.
Eftir møtið verður ein drekkamunnur, har høvi verður at heilsa upp á Judy og Óla, áðrenn tey hósdagin fara av landinum aftur.
Hjartaliga vælkomin 🙂