Símun Absalonsen talar á møtinum mikukvøldið

Á uppbyggingarmøtinum mikukvøldið 8. februar kl. 20 verður høvi at hoyra ein boðskap frá Símuni Absalonsen.

Hesaferð fer Símun at tala út frá yvirskriftini: “Aftur til Betel” við støði í 1. Mós. 35,1-4.

Aftan á møtið verður høvi til samveru aftur við einum drekkamunni.

Hjartaliga vælkomin 🙂