Syndaflóðin og bábelstornið nú á døgum

Ruðulleiki hóttir heimin í dag. Rumbul, ófriður og ørkymlan hava tikið ræðið. Hin óndi berjist á øllum hermótum. Vit eru vitni til eina dapra heimsmynd. Eg hugsi ikki bert um farsóttir og kríggj, men eisini um, hvussu vit menniskju eru farin at skipa okkum í dag. Siðbundna familjumynstrið fer í upploysing. Hetta skapar nógv stríð og nógva ørkymlan. Spurningur verður settur við kynið, kærleika, hjúnaband, og hvat eitt menniskja er. Ruðulleiki ræður, tí hvussu skal komandi ættarlið fóta sær?

Hetta kemur ikki frá Gudi. Gud er Gud skils og ikki óskils. Ætlan Hansara er, at vit skulu liva eitt skipað lív, eitt einfalt lív í gudsótta. Men vit eru í ferð við at flyta okkum burtur frá hesari grundleggjandi skipan.

Í upphavi skapti Gud himmal og jørð. Við Sínum Orði skapti Hann alheimin. Stjørnuhópar í óteljandi tali sveima í rúmdini rundan um okkum. Øllum hesum ræður Hann yvir og hevur skipað alt. Undir skapanini kann ivaleyst okkurt hava tókst fákunnugu mannavísindini sum okkurt slag av ruðulleika, men so er ikki. Alvaldi Gud hevði og hevur fullkomið tamarhald á støðuni. Hann skapti alt vakurt á tíð Síni, og so setti Hann menniskjað sum krúnuna á skapanarverkið til at fylla jørðina og ráða yvir tí skapta.

Hann gav boð um, hvussu vit skuldu skipa okkum. Maður og kvinna skuldu halda saman og fylla jørðina. Seinni lesa vit um ísraelsfólk, hvussu tey skuldu skipa seg í oyðimørkini sum fólk Guds. Hann gav lóg og landaskil. Tabernaklið varð sniðgivið niður í minsta smálut við boðum frá Honum. Boð og lógir vórðu givin, tí teimum tørvaði tað, um tey skuldu liva eitt lív í gudsótta og í sátt og semja við hvør annan. 

Í Gamla Testamenti lesa vit eisini um, hvussu syndin, sum er ólýdni móti Gudi, skapar ruðulleika. Syndaflóðin og bábelstornið eru dømi um tað. Hesi dømi kunnu lættliga dragast inn í nútíðina. Tað fløðir rundan um okkum. Onkuntíð tykjast høgu aldurnar uttan úr heimi at drukna okkum. Upplýsingarsamfelagið hevur eisini sínar dapru síður. Bábelstornið í dag fær okkum eisini at tosa ymisk mál. Ymiskleikin verður heiðraður. Vit skulu helst vera so ymisk, at stór fløkja kemur í. Vit skilja ikki hvør annan, tí vit tosa ymisk „mál“.

Okkum tørvar at steðga á og koma aftur til sannleikan um menniskjað. Tá ið alt kemur til alt, eru vit øll líka. Hetta er okkara útgangsstøði. Vit eru skapt sum krúnan á skapanarverkinum, sum maður og kvinna, at fylla jørðina í samfelagi við Hann. Latið okkum ikki verða tikin av fótum av tíðarandanum. Latið okkum heldur megna at liva í Honum og standa føst. Bíblian áleggur okkum at døma um andarnar. Tá ið vit liva í Orðinum, og tað er livandi í okkum, verða vit før fyri at døma um rák og andar, sum floyma yvir okkum. 

Til hendan tekstin havi eg valt eina mynd av einum málningi, sum eg eri í ferð við at mála. Mín framferðarháttur í málningaskapanini er frá ruðulleika til skil. Myndin er ikki liðug, fyrrenn okkurt slag av skili er komið í. Og mangan, ímeðan eg standi og máli, hugsi eg um okkara lív í trúgv. Tað kann tykjast fløkjasligt í løtum, tí vit trilva okkum fram í mjørka, tí vit síggja ikki ta fullkomnu myndina.

Søren Kierkegaard segði: „Livet må leves forlæns, men forstås baglæns.“ Nógv gullkorn eru komin frá hesum gudsóttandi manni, sum einans gjørdist 42 ára gamal. Hann skilti lívið í trúgv. Vit stíga í trúgv og síggja ikki ta fullkomnu myndina, fyrrenn hon er liðugt málað. Sannleikin um menniskjað er, at tá ið Jesus finnur tað, er tað eitt brotið ílat. Tað er ikki, fyrrenn vit geva okkum í Hansara hendur, at Hann ger okkum heil, og vit fáa frið.

Hvussu er við okkara syndaflóð og bábelstorni í dag? Hvussu skulu vit liva í hesum ruðulleika? Hvat vil Gud við øllum hesum? Hevur Hann gloymt okkum og latið okkum menniskju yvir til tilvildina? Nei. Tað hevur Hann ikki.

Ongantíð fyrr hevur menniskjað so nógv brúk fyri einum Frelsara – hetta var kanska ein løgin setningur, tí menniskjað hevur altíð og gjøgnum allar tíðir tørva frelsu. Men í dag tykist ikki, sum menniskju eru greið yvir syndina í lívinum, tí syndin verður rættvísgjørd (T.d. um ella tá ið hjúnaband millum tvey av sama kyni verður signað í kirkjum ella samkomum). Tí kann tað tykjast, sum menniskjað er óendaliga langt frá Gudi. 

Í øllum hesum ruðulleikanum biður Hann okkum hava eyguni vend á Seg, „upphavsmann og fullkomara trúarinnar“ Hebr. 12.2. Hann er fullkomin, og í Honum liggur okkara fullkomileiki og friður. 

Eins og Hann ger alt nýtt í okkum gjøgnum rættvísgering, heilaggering og til endans dýrdargering, soleiðis fer Hann eisini at gera alt nýtt á hesi jørð. Myndin í løtuni er sum mín hálvmálaði málningur: Hon er ruðulleiki; men einaferð fer Hann at rætta upp á hendan ruðulleika og gera alt fullkomið. Hesa vón eiga vit.

Til seinast hesi troystarríku orð úr Opinberingini 21.5 og 22.20:

„Hygg, Eg geri alt nýtt!“

„Amen! Kom, Harri Jesus!“