Tag Archive for: Maria Mørkøre

Kúgan av Hansara børnum

Gjøgnum allar tíðir, á øllum støðum, á ymsan hátt verður samkoman kúgað. At Gud loyvir tí, kann tykjast undranarvert. At Hann loyvir kúgan og atsókn at fara fram móti eygnasteini Sínum, samkomuni, er okkum ein gáta. Men, sum so ofta, Hansara háttur er ikki okkara háttur. Vit síggja í brotum, Hann sær eina stóra mynd, og Hann fremur eina ætlan. 

Kanska høvdu ísraelsfólk tað soleiðis í trældómi egypta undir hørðu hond Faraos. Arbeiddu í trældómi, sóu í brotum, hugsaðu um eitt land og eitt fólk, sum Gud hevði lovað Ábrahami á sinni. Ella kanska hetta rann teimum als ikki í hug? Kanska EG ERI var fjart úr teirra tonkum? Tey høvdu jú verið trælir í 400 ár í hesum landi og høvdu notið av búnaði Egypta. Hvussu kundu tey minnast ein EG ERI frá fornari tíð? Men Hann kom aftur til teirra. Hann hevði hoyrt teirra róp í trældómi. Og her trínur Móses inn á pallin. Ikki beinleiðis sum ein av teirra, sjálvt um hann var tað. Hann hevði livað í frástøðu frá teimum úti í oyðimørkini. Ivaleyst við eini ætlan.

So er tað brennandi tornarunnurin. Móses møtir EG ERI. Hann verður biðin um at lata seg úr skónum, tí staðið er heilagt. Og tað er her á hesum heilaga staði, at Móses fekk hesa uppgávu: At fara til Farao og siga við hann, at hann skuldi seta fólkið í frælsi. Tey skuldu sleppa úr hesum trældómi. Hann ætlaði, at tey skuldu sleppa út í oyðimørkina, so Hann kundi leiða tey til lovaða landið, sum fleyt í mjólk og hunangi.

Móses mutar sjálvandi ímóti – lítið orðkringur maður. Hvussu kundi hann tosa við Farao? Men hann fer. Ímynda tær, um hann ikki fór? Kundi Gud so fremja Sína ætlan við at senda ein Frelsara seinni? Hesar tankar duga vit ikki við. Hví? Tí vit kenna bara søguna, sum hon er. Søguna um Guds ætlan í søguni. Søguna um syndafallið. Søguna um eina ætlan at endurskapa. Søguna um Ábraham og lyftini og royndirnar hjá fólkinum í Egyptalandi gjøgnum Jósef. Søguna um endurloysing frá trældómi, gjøgnum trúarstyrki í oyðimørkini. Gjøgnum bardagar við Josva á odda. Gjøgnum kongar, dómarar, gjøgnum ólýdni, útlegd, dómar, profetar og Jesusar føðing og deyða. Gjøgnum Talsmannin á hvítusunnu, gjøgnum útbreiðslu av evangeliinum orsakað av atsókn, gjøgnum blóðvitni og læruna. Og soleiðis er søgan komin til okkara. Soleiðis kom hon til Føroyar. Ein fullkomin pakki, sum vit tóku ímóti. Vit duga ikki at hugsa eina aðra søgu, tí har er eingin onnur søga. Bert Guds fullkomna ætlan.

Móses fór. Plágurnar. Farao segði nei og aftur nei. Líka til at Gud fór inn í kongshúsið og drap tann frumborna hjá Farao. Nú kendi Farao avleiðingar og læt fólkið fara avstað. Fólkið og Móses skuldu ikki taka sakina í egnar hendur, Gud skuldi greiða málið. Og tá var ikki lukkuligt at standa fyri.

Men vit hava ein rættvísan Gud. Dávid rópar eisini á Harran, tá ið fíggindin er eftir honum. Hann spyr, hvussu leingi Gud loyvir fíggindanum at elta seg? Nær fer rættvísi at koma fram í ljósið? Mong spyrja tað í dag. Mong líða fyri Hansara skuld. Men tað er tað, sum er lovað okkum. Tann sum vil liva gudiliga, skal verða atsøktur. Tað hevur eina avleiðing at fylgja Honum fult og heilt. 

Vit hava ta vón, at Gud hevur valdið. Ein dag fer rættvísisólin at renna upp. Allur dómur er hjá Honum. Hann gloymir ikki eina løtu Síni børn, sum líða órætt, tí tey vilja gera tað rætta.

Mátti hetta givið okkum styrki til dagin og stríðið, vit liva í.

Ein stórur biti at gloypa

Tað, sum eg her fari at skriva um, er eitt evni, sum nógvir heilar hava grundað yvir og hugsað gjølla um gjøgnum allar tíðir: líðing hjá gudsbarninum. Ómøguligt er at fara í dýpdina við tí við fáum orðum, ei heldur eri eg før fyri tí. Men onkuntíð er tíð at taka evnið upp og viðgera tað.

Hví fara vit gjøgnum líðing, og hvar er Gud í øllum hesum?

Tað eru kristin, sum halda, at lívið fyri tann trúgvandi eigur at gerast lættari og betri, tá ið tú livir í trúgv. Men hvar tey byggja tað á, veit eg ikki. Eg haldi, at Orðið talar meir fyri, at um tú vilt liva gudiliga, so kanst tú vænta atsókn og royndir.

Onkuntíð rykkir og skrykkir lívið í okkum. C.S. Lewis meinar, at líðing er ein hátalari hjá Gudi at røkka menniskjað. Vit skulu ofta niður í dalin fyri at søkja Gud. Er so líðingin frá Gudi? Hvussu kann líðing koma frá Honum, tá ið øll góð gáva og øll fullkomin gáva er omanfrá“? Er líðing ein góð gáva? Túsundtals menniskju hava í túsundtals ár grundað á hendan spurning og hava havt ilt við at funnið eitt endaligt svar.

Eg byrjaði sjálv at hugsa um hendan spurning aftan á, at vit vóru fullkomiliga tikin av fótum, tá ið vit mistu beiggja mín. Hvar var Gud? Hevði Hann mist tamarhaldið? Hann sigst vera almáttugur. Hvar var Hansara almáttur?

Grundanin og spurningarnir drógu meg bara nærri Honum. Til seinast kundi eg bara takka fyri líðingina, tí hon gjørdi nakað gott.

Nú sigur tú kanska, at eg havi eina ræðuliga gudsmynd, tí hvussu kann Gud gera slíkt móti okkum? Men eg trúgvi, at líðingin kemur frá Gudi. Og um hon ikki kom frá Honum, so kom hon frá Satan, og so var størri orsøk at óttast, tí so hevði Satan valdið á mínum lívi. Men eg kann trygt hvíla í, at líðingin kemur frá Gudi, og tað vil við øðrum orðum siga, at líðingin ger nakað gott.

Hetta var ein stórur biti at gloypa.

Líðingin skapar nakað gott í okkum, men bert um vit lata Gud gera tað. Líðingin ger okkum eyðmjúk, brotin og knúst.

Leonard Cohen syngur: „There is a crack in everything. Thats how the light gets in.“ (Eitt skar er í øllum, soleiðis sleppur ljósið framat). Gud er ljós, og um vit veruliga høvdu sæð okkum sjálv í Hansara ljósi, høvdu vit verið bilsin yvir, hvussu nógv myrkur er í okkum. Tað eru krókar í okkara hjørtum, har vit ongantíð hava latið Heilaga Andan komið framat at gera Sítt góða verk. Ofta skal líðing til – eitt skar í lívinum – fyri at Hann skal sleppa framat.

Hetta er tað, sum hendir, tá ið sagt verður, at Hann skal vaksa, og eg skal minka. Hansara vilji veksur í okkum, og okkara egni vilji minkar. Soleiðis verður Hann meir ærdur í lívi okkara. Hann gerst Harri, og Hansara ljós skínur bjartari í okkum.

Sjálv havi eg rakt við, hvussu nógv løg av sjálvrættvísi, eg goymi meg undir. Havi allatíðina hug at siga – eins og tíðarandin: Hatta havi eg mín fulla rætt til at siga, at gera ella at eiga. Men hvaðani koma hesir tankar? Frá sjálvrættvísini. Tá ið vit vilja okkara egna vilja. Vit mugu lata sjálvrættvísina frá okkum og lata Hann fáa ræðið á okkara lívi. Tað er pínufult, ja, og kanska ein stórur biti at gloypa. Men tá ið alt kemur til alt, snýr tað seg um Hann, og at Hansara Ríki skal fáa framgongd gjøgnum okkum.

So, verð til reiðar at gloypa tann stóra bitan, so fært tú møguleikan at tyggja og sodna hann og gjøgnum náði Guds at vaksa í Honum og koma at kenna Hann betur.

Syndaflóðin og bábelstornið nú á døgum

Ruðulleiki hóttir heimin í dag. Rumbul, ófriður og ørkymlan hava tikið ræðið. Hin óndi berjist á øllum hermótum. Vit eru vitni til eina dapra heimsmynd. Eg hugsi ikki bert um farsóttir og kríggj, men eisini um, hvussu vit menniskju eru farin at skipa okkum í dag. Siðbundna familjumynstrið fer í upploysing. Hetta skapar nógv stríð og nógva ørkymlan. Spurningur verður settur við kynið, kærleika, hjúnaband, og hvat eitt menniskja er. Ruðulleiki ræður, tí hvussu skal komandi ættarlið fóta sær?

Hetta kemur ikki frá Gudi. Gud er Gud skils og ikki óskils. Ætlan Hansara er, at vit skulu liva eitt skipað lív, eitt einfalt lív í gudsótta. Men vit eru í ferð við at flyta okkum burtur frá hesari grundleggjandi skipan.

Í upphavi skapti Gud himmal og jørð. Við Sínum Orði skapti Hann alheimin. Stjørnuhópar í óteljandi tali sveima í rúmdini rundan um okkum. Øllum hesum ræður Hann yvir og hevur skipað alt. Undir skapanini kann ivaleyst okkurt hava tókst fákunnugu mannavísindini sum okkurt slag av ruðulleika, men so er ikki. Alvaldi Gud hevði og hevur fullkomið tamarhald á støðuni. Hann skapti alt vakurt á tíð Síni, og so setti Hann menniskjað sum krúnuna á skapanarverkið til at fylla jørðina og ráða yvir tí skapta.

Hann gav boð um, hvussu vit skuldu skipa okkum. Maður og kvinna skuldu halda saman og fylla jørðina. Seinni lesa vit um ísraelsfólk, hvussu tey skuldu skipa seg í oyðimørkini sum fólk Guds. Hann gav lóg og landaskil. Tabernaklið varð sniðgivið niður í minsta smálut við boðum frá Honum. Boð og lógir vórðu givin, tí teimum tørvaði tað, um tey skuldu liva eitt lív í gudsótta og í sátt og semja við hvør annan. 

Í Gamla Testamenti lesa vit eisini um, hvussu syndin, sum er ólýdni móti Gudi, skapar ruðulleika. Syndaflóðin og bábelstornið eru dømi um tað. Hesi dømi kunnu lættliga dragast inn í nútíðina. Tað fløðir rundan um okkum. Onkuntíð tykjast høgu aldurnar uttan úr heimi at drukna okkum. Upplýsingarsamfelagið hevur eisini sínar dapru síður. Bábelstornið í dag fær okkum eisini at tosa ymisk mál. Ymiskleikin verður heiðraður. Vit skulu helst vera so ymisk, at stór fløkja kemur í. Vit skilja ikki hvør annan, tí vit tosa ymisk „mál“.

Okkum tørvar at steðga á og koma aftur til sannleikan um menniskjað. Tá ið alt kemur til alt, eru vit øll líka. Hetta er okkara útgangsstøði. Vit eru skapt sum krúnan á skapanarverkinum, sum maður og kvinna, at fylla jørðina í samfelagi við Hann. Latið okkum ikki verða tikin av fótum av tíðarandanum. Latið okkum heldur megna at liva í Honum og standa føst. Bíblian áleggur okkum at døma um andarnar. Tá ið vit liva í Orðinum, og tað er livandi í okkum, verða vit før fyri at døma um rák og andar, sum floyma yvir okkum. 

Til hendan tekstin havi eg valt eina mynd av einum málningi, sum eg eri í ferð við at mála. Mín framferðarháttur í málningaskapanini er frá ruðulleika til skil. Myndin er ikki liðug, fyrrenn okkurt slag av skili er komið í. Og mangan, ímeðan eg standi og máli, hugsi eg um okkara lív í trúgv. Tað kann tykjast fløkjasligt í løtum, tí vit trilva okkum fram í mjørka, tí vit síggja ikki ta fullkomnu myndina.

Søren Kierkegaard segði: „Livet må leves forlæns, men forstås baglæns.“ Nógv gullkorn eru komin frá hesum gudsóttandi manni, sum einans gjørdist 42 ára gamal. Hann skilti lívið í trúgv. Vit stíga í trúgv og síggja ikki ta fullkomnu myndina, fyrrenn hon er liðugt málað. Sannleikin um menniskjað er, at tá ið Jesus finnur tað, er tað eitt brotið ílat. Tað er ikki, fyrrenn vit geva okkum í Hansara hendur, at Hann ger okkum heil, og vit fáa frið.

Hvussu er við okkara syndaflóð og bábelstorni í dag? Hvussu skulu vit liva í hesum ruðulleika? Hvat vil Gud við øllum hesum? Hevur Hann gloymt okkum og latið okkum menniskju yvir til tilvildina? Nei. Tað hevur Hann ikki.

Ongantíð fyrr hevur menniskjað so nógv brúk fyri einum Frelsara – hetta var kanska ein løgin setningur, tí menniskjað hevur altíð og gjøgnum allar tíðir tørva frelsu. Men í dag tykist ikki, sum menniskju eru greið yvir syndina í lívinum, tí syndin verður rættvísgjørd (T.d. um ella tá ið hjúnaband millum tvey av sama kyni verður signað í kirkjum ella samkomum). Tí kann tað tykjast, sum menniskjað er óendaliga langt frá Gudi. 

Í øllum hesum ruðulleikanum biður Hann okkum hava eyguni vend á Seg, „upphavsmann og fullkomara trúarinnar“ Hebr. 12.2. Hann er fullkomin, og í Honum liggur okkara fullkomileiki og friður. 

Eins og Hann ger alt nýtt í okkum gjøgnum rættvísgering, heilaggering og til endans dýrdargering, soleiðis fer Hann eisini at gera alt nýtt á hesi jørð. Myndin í løtuni er sum mín hálvmálaði málningur: Hon er ruðulleiki; men einaferð fer Hann at rætta upp á hendan ruðulleika og gera alt fullkomið. Hesa vón eiga vit.

Til seinast hesi troystarríku orð úr Opinberingini 21.5 og 22.20:

„Hygg, Eg geri alt nýtt!“

„Amen! Kom, Harri Jesus!“

Hava vit gloymt?

Tað var í 1995. Eg fór avstað í trúgv. Hevði kent Gud kallað meg, og eg aktaði beinanveg, tó við eitt sindur trekum hjarta. Fyri meg var tað eitt stórt stig í tí løtuni, men í størru myndini sá øðrvísi út.

Minnist ráðstevnuna, vit vóru á. Fult hús av spentum, bivandi og titandi ungdómi. Men tað var rætt at fara, tí Gud hin elskandi og alvísi hevði sent okkum. Tað rætta var at sleppa øllum og fylgja Honum. Rætt var at ríva seg úr trygga felagskapinum og góðu fíggjarligu viðurskiftunum í Keypmannahavn. Minnist eg føldi meg trygga hjá Honum.

Vit eru fleiri hundrað, sum eru komin saman í De Bron í Hollandi. Øll hava sama hjartamál: At náa heimin við evangeliinum. Vit øll bíða spent til leiðarin í OM (Operation Mobilization), George Verwer skuldi trína á pallin við boðskapinum. Satt at siga, so hevði eg ongantíð sæð mannin, ei heldur eina mynd av honum. Eg ímyndaði mær ein hóvligan, álvarsaman mann koma inn á pallin. Ein mann í slipsi og klædningi, tí tað var hetta, eg var von at síggja.

Í staðin trínur ein „gamal unglingi“ inn, ikki bara trínur inn, nei, hann rennur, lættur sum ein fjøður. Og hann setur eld á. Hann er brennandi fyri Jesus og fortapta heimin. Hann stoytir meir brennievni á okkara hjørtu, so vit brenna bjartari. Hesin eldur hansara hevur eina ótrúliga ávirkan.

Hann var ikki í slipsi, hann var í einum nylonjakka við heimskortinum prentaðum á. Hann hevði latið seg í heimskortið. Her var eg tikin á bóli. Kundi ein andaligur leiðari soleiðis renna inn á pallin ílatin heimskortið? Hesa løtuna brotnaði eitt sindur meir av mínum dupultmoralska skali, sum eg – uttan at vera so greið yvir tað – livdi í. Samsvaraði hetta við ta mynd, sum vit hava av einum andaligum leiðara?

Í dag, 27 ár seinni, hevur hesin maður í heimskortinum framvegis ávirkan. Eg lesi bókina hjá honum “Hunger for Reality” (Longsul eftir tí veruliga). Hava vit gloymt? Hava vit gloymt, hvat tað er at vera ein sannur lærisveinur Jesusar? Hava vit ikki besta hugin at balla okkum inn í postmodernaða vælveruteppið og lurta eftir sukursøtum talum um, at Jesus elskar og fyrigevur? Vit hava „gloymt“, hvør Jesus var, og at tað er í Hansara fótasporum, vit eiga at ganga.

Jesus var ein kollveltingarmaður. Hann kollvelti heimin. Hann kollvelti hann so mikið, at søgan verður býtt upp í „fyri Krist“ og „eftir Krist“. Hann kollvelti ikki heimin við at vera sukursøtur, nei Hansara læra skurraði í oyrunum á og órógvaði tátíðar menniskjað, eins og hon ger í dag. Fólkið tá hevði somu trupulleikar, sum vit hava í dag. Tey vóru líka bundin at jørðisku virðunum, eins væl og vit eru. Men Jesus bað tey og biður okkum fara frá øllum og fylgja Sær. Hann er aðalmálið í lívi okkara. Tað er Honum, vit skulu fylgja. Hansara hjarta slær fyri einum fortaptum heimi, og tað eiga okkara hjørtu eisini at gera.

Minnist tíðina, áðrenn eg fór við OM. Minnist, hvussu ørkymlað eg var um okkum trúgvandi. Eg hevði hugsavnað meg nógv um Jesusar lív og læru. Gud hevði týðiliga nomið við mítt lív, og eg tók boðini hjá Jesusi bókstaviliga. Men eg dugdi ikki at síggja samsvar millum tað, sum vit tala og tosa um, og tað, sum vit liva. Her vóru mótsetningar, og hetta ørkymlaði meg. George Verwer kallar hetta „andaligt skizofreni“ í bókini. Vit tosa, læra og tala eitt, men vit liva eitt annað. Um vit veruliga livdu evangeliið, vildi hetta kollvelt heimin, og evangeliið vildi nátt hvønn krók í hesum fortapta heimi.

Eg fari at endurgeva úr bókini. Byrjanin snýr seg um, hvussu OM byrjar. Tað eru eini 25 næmingar, sum gera eina yvirlýsing, har teir halga sítt lív at bera evangeliið út í heimin, harímillum er George Verwer, sum enn í dag leiðir felagsskapin. Hetta var í 1961.

Nøkur smærri brot úr yvirlýsingini:

„Og vit eru kollveltingarfólk! Vit eru bert ein lítil bólkur av ungum trúgvandi í OM, men vit hava av náði Guds avgjørt at liva tað, sum Jesus lærdi okkum. Uttan hetta lýdnið er kristindómurin spýggiligur og andleysur. …

Vit hava eingi rættindi! Hvør smálutur, hvør tráan má geva seg undir aðalmálið, sum er at vinna heimin fyri Kristus. Vit standa í skuld. Vit mugu ikki loyva okkum at verða ballað inn í nútíðar hugsunnarrákið, sum er jørðisk hugsan og lívsstílur. …

Kristus má gerast Harri yvir okkara tíð og ognum. Vit mugu siga ogn, vælveru, mat og hvíld frá okkum; bert liva við tí lívsneyðuga, soleiðis at hendan søk verður framd. Útbreiðslan av evangeliinum má vera okkara aðalmál. Kristus er verdur alt! Vit mugu vera til reiðar at líða fyri Hann og rokna tað fyri bera gleði og vinning. Í andaliga bardaganum, vit standa í, er alt annað enn fullkomið yvirgivni ein háðan móti Hansara søk. …

Vit siga tær, felagi í trúnni, at vit eru uppreist við Kristusi; vit søkja tað, sum omanfyri er, har Kristus situr við høgru hond Guds. …“

Hava vit gloymt, hvat tað er at vera ein lærisveinur Jesusar? Hví halda vit, at tað er øðrvísi í dag, enn tað var á døgum Jesusar? Minnast vit, hvat hendi við lærisveinunum, tá ið teir aktaðu boðini at fara út í allan heim við evangeliinum? Vóru teir sukursøtir í orðunum? Nei, teir vóru kollveltingarfólk. Og av hesum vórðu teir atsøktir, háðaðir, settir í fangahús, gjørdir útlagnir, lýstir friðleysir, píndir og dripnir. Men teir roknaðu tað fyri bera gleði og vinning.

Eg veit ikki, hvaðani vit hava ta ímynd, at eru vit trúgvandi, so skal alt ganga upp á stás og koyra sum eftir skinnarum. Tað er als ikki tað, sum Jesus lovar, tí tann, sum vil liva gudiliga, skal verða atsøktur.

Við øðrum orðum kann hetta sigast, at tann, sum livir gudiliga, verður misskiltur, útihýstur og gloymdur. Eru vit villig til tað? Tað stríðir jú ímóti okkara menniskjaliga tørvi. Men okkara aðalmál er at taka Jesusar orð til okkum og fylgja Honum. Avleiðingarnar, sum standast av tí, skal Hann taka sær av. Tí Hann hevur lovað, at Hann skal vera við okkum „allar dagar líka til enda tíðarinnar“ (Matt. 28.20).

Maria

Fullkomileikin hevur eitt navn

Í eini krubbu undir einum ávísum stjørnuhimmali, til eina ávísa tíð, gjøgnum eina útvalda ungmoy, varð Hann føddur – Kongur konganna, sjálvur Skaparin. Fullkomileikin kom inn í syndraða heimin, eyðmjúkur. Í einari yvirfyltari bygd leitaðu foreldrini eftir herbergi at hýsa hesum komandi Kongi; men rúm var ikki fyri teimum í gistihúsinum. Alt tyktist tilvildarligt. Varð tað hetta, Maria og Jósef høvdu væntað sum eina vælkomuheilsan til Frelsaran?

Desember mánaður er fyri okkum nútíðarmenniskju sum eitt crescendo. Tað byggir upp til eitt hæddarpunkt: skjótari, harðari, ódligari fram til jólakvøld, tá ið alt brúsar í einari gandakendari, fullkomnari løtu, tá ið vit heiðra Kongin. 

Ei undur í, at vit vilja, at kvøldið skal verða fullkomið. Vit keypa inn og matgera alt gott. Vit gera reint, vit keypa jólagávur, vit lata okkum í vakrasta skrúð, vit savna familjuna. Øll fáa dýrar gávur. Øll eru í jólahýri. Hetta er løtan á árinum.

Í okkum liggur ein djúp tráan eftir fullkomileika, tí innast inni vita vit, at nakað fullkomið finst. Einans Hann er fullkomin, og av tí at vit eru skapt í Hansara mynd, so tráa vit eftir at gerast sum Hann.

Men sum menniskju eru vit ikki fullkomin. Heimurin liggur í tí ónda, og dagliga verða vit mint á hetta. Vit strekkja ikki til. Vit gerast strongd og ørkymlað í desembermánaði. Vit hava ov nógv um oyruni. Mugu minnast allar jólagávurnar, sum hjá mongum fær fíggjarliga grundarlagið at skaka. Eitt crescendo fer fram, og vit skulu fylgja tónunum, halda vit.

Men vit eru ikki fullkomin. Vit eru menniskju skapað í mynd fullkomileikans. Fyri okkum stendur myndin av barninum í krubbuni í Betlehem sum nakað fullkomið. Men hvat fullkomið er í einari krubbu, ið djór í fjósum vanliga eta úr?Jesus visti, at Hann gjørdist menniskja. Tað fullkomna kom inn í heimin sum menniskja. Rundan um alla hesa hending stendur fullkomileikin. Alt til rætta tíð og stað og á rættan hátt. Tað avmyndar, at Jesus var bæði menniskja og Gud. Og okkum dámar betlehemsmyndina, tí hon er menniskjalig. Gud setir Seg í samband við okkum menniskju hesa løtu. Eingin fjarstøða, men nærvera.

Latið okkum vera menniskju. Alt nýtist ikki at vera fullkomið. Vit strekkja ikki til. Latið okkum viðurkenna okkum sum vanlig menniskju, tí vit hava nakað størri, vit hava samband við fullkomileikan. Hann ger alt fullkomið.

Aftur í ár hava vit í tíðini undan jólum verið møtt við ófullkomileika – deyða, sjúku, vanlukkum, ótta og koronaavmarkingum. Vit eru menniskju og liva í heiminum, sum liggur í tí ónda, og tað er einans her, at vit sum ófullkomin menniskju kunnu møta Honum og síggja tørvin fyri einum Frelsara. Tað er serliga á jólum, at menniskju føla, hvat tey mangla. Tað kann vera saknur ella veikleiki á onkran hátt. Tað er fullkomileikin ella tráanin eftir fullkomileika, sum elvir hesar kenslur. Tað skal vera so. Vit skulu minnast, at vit eru menniskju, at okkara jólakvøld er bert eitt betlehemskvøld, har vit mugu liva við at vera útstoytt ella sett út í myrkrið á onkran hátt. Men tá er tað veruligur møguleiki fyri, at vit merkja Hansara vitjan. 

Í ófullkomileikanum møta vit Fullkomileikanum. Fullkomileikin eitur Jesus.

Lívið undir sólini

Kann Prædikarin nýtast í dag? spyrji eg meg sjálva hendan sunnumorgunin. Mær hevur altíð dámt væl hendan tunga dýrgripin, væl vardan millum tær mongu blaðsíðurnar í Gamla Testamenti.

Tá ið eg las Prædikaran á fyrsta sinni, var tað eins og at finna vinin av øllum vinum. Ein, sum livdi fyri 4000 árum síðani, kundi stilla mínar tankar. Tosað verður um tíðarferðing. Her var ein, sum ferðaðist 4000 ár fram í tíðina at møta mær, og eg ferðaðist 4000 ár aftur í tíðina, so okkara tankar kundu renna saman í Prædikaranum. Tað var tann stórbæri kongurin Sálomo, sum Gud segði við (1. Kong. 3,12):

„Eg skal geva tær so víst og vitigt hjarta, at líki tín hvørki hevur verið, ei heldur skal koma eftir teg.“

Vísasti maður, sum nakrantíð hevur livað, hevur heiðurin at vera høvundur Prædikarans.

Sagt verður, at vit lesa fyri ikki at kenna okkum einsamøll. Og tað er satt. So les og skriva. Tak frá einum og gev øðrum.

„Tú kæri Sálomo kongur, fullur í vísdómi frá Gudi, ei finst tín líki. Vísdómur tín er so stórur, víður og berandi gjøgnum tíðir, at hann kann stilla okkara brotnu, strongdu tankar í november 2021.“

Einki er broytt síðani tá. Alt er tað sama og gongur somu ringrás. Sólin kemur upp og skundar sær niður aftur. Vindurin lækkar niður í sunnan, fer at mala, skiftur og skiftur, og vit føroyingar nikka játtandi. Áirnar renna í sjógvin. Sjógvurin verður ongantíð fullur. Alt pøsir seg út. (Les Prædikarin 1).

Sprota vit pøsa, so stendur m.a. „at møða fullkomiliga“. Vit kenna øll til at verða mødd fullkomiliga. Men tá hugsa vit ofta um likamliga møði. Tá ið vit kenna likamliga møði, er tað so ítøkiligt. Vit hvíla okkum og eru síðani til dystin fús. Men tað er ikki hesa møði, Prædikarin ger vart við. Her er talan um eina meiningsleysari pøsan. Ein pøsan, tú verður fangaður í, ein pøsan, sum ikki fær teg nakran veg.

Eitt kent danskt hugtak, sum verður nógv brúkt í dag, er „hamstrarahjólið“. Hugtakið lýsir ein hamstrara, sum rennur inni í hesum hjóli, men kemur ongan veg. Um hugtakið var til á døgum Sálomos, hevði hann kanska brúkt tað. Men hann brúkar onnur orð, sum vit í dag eisini kenna til. Orð sum fávitska og fáfongd.

Sálomo samanber fáfongd við eftirsókn eftir vindi. Eg hugsaði mangan, at eftirsókn eftir vindi var eitt løgið hugtak, inntil eg kannaði tað nærri og fann útav, hvussu sigandi tað í veruleikanum er: at sóknast eftir vindi er einki. Tá ið tú hevur fingið fatur á vindinum, er hann ikki vindur meira! Tú leitar, og tú leitar eftir friði og eydnu, men tú leitar á skeivum stað, ella á skeivan hátt, ella við skeivum hugburði. Tá ið tú hevur fingið fatur á vindinum, er hann ikki vindur meira. Og so byrjar ein nýggj leitan.

Prædikarin spyr, hvør nytta er í lívinum. Og tað spyrji eg eisini. Hvør nytta er í allari pøsingini, í hamstrarahjólinum. Hvussu liva vit í allari pøsingini og samstundis, hvussu verða vit leys av allari pøsingini? Sálomo sjálvur pøsti seg út. Hann royndi alt fyri at stilla hjartað. Hann royndi gleðina, láturin, vínið, bygdi hús, plantaði víngarðar, urtagarðar, lundir. Hann keypti trælir, trælkvinnur, nógv fæ, silvur og gull, dýrabarar skattir, sangarar, sangarinnur og nógvar konur. Sálomo hevði óavmarkaða atgongd til alt ríkidømi í hesum heimi. Hann tók tað, honum lysti. Tað, hann tráðaði eftir, fekk hann.

Eg haldi sjálv, tá ið eg lesi hetta í kap. 2, at so tykist tað ikki serliga víst at taka alla hesa fáfongd til sín. Kongurin ger alt hetta, og tó er hann vísasti maður? Hvar er samanhangurin? Veit hann ikki, at hann finnur ikki eydnuna í hesum? Tað er júst í hesum, at svarið liggur. Hann leitar og leitar, men hann kemur sjálvur til ta niðurstøðu, at alt er fáfongd og eftirsókn eftir vindi. Alt, vit menniskjabørn hava fingið at stríðast við, er fáfongd.

Á denn hugleiðing frá mær undan advent og jólamánaði. Um eina viku fari eg upp á ovastaloft at taka jólaprýðið niður. Aftur í ár prýða vit, keypa gávur og góðan mat og pøsa okkum út. Næsta ár gera vit tað sama. Eg havi sjálv ferðast næstan 55 ferðir kring sólina. Hvør ferðin tykist ganga skjótari enn hin fyrra. Og tað tykist sum í gjár, at eg goymdi jólaskrúðið frá seinastu jólum burtur. Men eitt ár er farið, og eg geri tað sama umaftur. Tað er møðsamt. Men bert møðsamt, um hetta er tað einasta, sum er.

Alt snýr seg um, hvussu vit hugsa og hyggja at lívinum.

Sálomo gjørdist móður av lívinum. Hann leiddist við stríðið, honum var tillutað. Men hann sá eisini, at alt hevur tíð sína, eisini tað at gleðast í lívinum og stríðnum, sum Gud hevði givið honum. Og Gud hevur givið okkum tað, fyri at vit skulu óttast Hann.

Sálomo var ein vísindamaður. Hann rannsakaði lívið undir sólini – eins og vísindi gera í dag. Vísindi kanna tað skapta lívið, ikki tað yvirnatúrliga, tað sum finst „yvir sólini“.

Vit eru lyft upp um lívið yvir sólini, samstundis skulu vit liva lívið undir sólini. Hvat merkir hetta? Og hvussu finna vit troyst og hjálp í hesum? Tak frástøðu, hygg út um og upp um sólina. Hygg við nýggjum eygum eftir lívinum. Ella hygg við røttum eygum, eins og Sálomo kongur gjørdi. Tóat hann leiddist av fáfongdini, sá hann lívið sum gávu frá Gudi, og fáfongdin fekk hann at óttast Gud.

Hvønn dag, tá ið sólin rísur og fer sína troyttandi ferð um himmalhválvið, takka tá Gudi fyri alt, Hann gav okkum, fyri at vit skuldu óttast Hann. Hvussu kunnu vit annað? Hví skulu okkara tankar steðga við sólina? Vit eru lyft uppum, tí lívið undir sólini er bert ein lítil løta, so er ævinleikin.

Hvør myndar meg?

Um tú ert á sosialu miðlunum, so hevur tú ivaleyst onkuntíð opnað ein av teimum og hugsað: “Hetta var løgið! Hetta er júst tað, eg gangi og hugsi um ella eri upptikin av.” Og so fært tú tað borðreitt á telefonini, sum um, at miðilin er tankalesari. Og tað er heldur ikki lygn, at teir eru tankalesararar. Ella teir kenna okkum so væl, at teir vita nágreiniliga, hvat okkum dámar at síggja og duga at rokna út gjøgnum logaritmur og data, hvussu vit bera okkum at, hvørji val vit gera, hvat okkum dámar o.s.fr.

Dokumentarfilmurin um “Social dilemma” (á Netflix) leggur kortini á borðið. Í filminum luttaka fyrrverandi teldusnillingar hjá stóru tøknuligu risunum Google, Youtube, Facebook og Twitter. Teir fortelja, hvussu slíkt virkar. Teir siga beinleiðis, at hetta oyðileggur okkara lív.

Tað, eg beit serliga merki í, tá eg sá hendan dokumentarin, var, at snillingarnir søgdu, at vit, ið eru á sosialu miðlunum, eru vøra hjá kapitalistiskum risum. Reklamurnar rinda hetta risa gildið, teir framleiða okkum. Tað vil siga, teir mynda okkum til ta vøruna, sum teir ynskja sær, og síðani senda miðlarnir fleiri reklamur júst til okkara tørv. Og vit, sum trúgva, at vit eru fræls og okkara egnu?

Teldusnillingarnir vóru sera svartskygdir viðvíkjandi hesum rákinum. Framtíðarútlitini eru døpur, og longu nú sæst ein týðiligur ótryggleiki millum fólk, ein vaksandi vantrúgv og í kjalarvørrinum av hesum mennast konspiratiónsteoriir. 

Her fer eisini ein polarisering fram, og misálit á politikarar og systemir økist. 

Teir trúgva eisini, at demokratiið verður burtur um eina tíð. Møguliga verður kríggj og hungursneyð, nevndu teir.

Upprunaliga ætlanin hjá miðlunum var kanska ikki hetta. Men tað er komið hartil.

Her er eingin vegur aftur, tí miðilin hevur megnað at bundið okkum til sín og flutt okkara lív yvir í ein skerm við bláum ljósi, ein sokallaðan bláan heim.

Heilarnir aftanfyri miðlarnar duga sera væl at fáa okkum í sítt net. Teir arbeiða altíð við okkara veiku økjum fyri at gera okkum bundin. Soleiðis virka rúsandi evni eisini.

Tann blái heimurin, vit reika runt í ein stóran part av samdøgninum er ikki veruligur. Hann er smíðaður til tín. Hann er innsneiddur og skraddaraseymaður til tín tørv. Hann er genialt gjørdur.

Veit ikki, um tit kenna filmin Truman Show? Tað er ein heimur, sum er gjørdur til ein persón, ein kunstigur heimur, sum Truman er føddur inní. Hann skal so vaksa upp í hesum heimi, og allur heimurin kann fylgja honum hvørt sekund av lívi hansara. Sjálvur veit hann einki, men livir í tí trúgv, at hetta er heimurin. Hini eru øll leikfólk. Men so smátt byrjar hann at avdúka hendan heimin. Nú er spælið spilt hjá Risanum aftanfyri, og hann fer at missa milliónir av krónum og hyggjarum, um Truman finnur útav tí. Til endan finnur Truman sannleikan og brýtur út í frælsið.

Fer tað at verða soleiðis hjá okkum? Eru vit í einum Truman-showi? Eg vildi sagt, “ja”, tað eru vit. Onkur annar fortelur tær tað, innast inni veist tú tað. Men vit bróta ikki út. Vit eru trygg her. Vit eru høvuðsleikarin í hesum bláa heimi. Vit klikkja, skrolla, sløkkja og skifta, sum vit hava hug til. Vit stýra øll og kenna okkum sum kongar. Tí vit eru kongar í hesum bláa kongaríki – men einsamøll. Eingin at vera kongur yvir. Líkamikið um vit fáa fylgjarar, likes og viðmerkingar í hópatali, so eru vit einsamøll. Tí hini eru øll kongar í sínum bláa heimi. Tey geva tær likes fyri at fáa likes frá tær. Soleiðis heldur spælið áfram.

Eg eri sjálv bundin at sosialu miðlunum. Sjálvt um eg kendi mínar veikleikar, so valdi eg at fáa mær Facebook og seinni iPhone. Telefonin dregur mínar tankar til sín áhaldandi og ótroyttilig. Eg kenni hendan Risan aftanfyri, sum hevur fingið meg í sítt net fyri at hava meg enn meira bundna. Men eg ætli mær úr Truman-showinum.

Sjálvt um miðlarnir hava givið mær nógvan íblástur, so kennist tað, sum eg havi mist kreativitetin burtur. Ikki heilt tó, men evnini at síggja samanhangir. Hetta er júst tað, sum eisini verður sagt, er trupulleikin hjá skúlabørnum. Tey “skifta og skrolla” so nógv í lívinum, at lívið gongur fyri seg sum á einari skoytubreyt.

Men hetta skuldi ikki ávirkað okkara trúgv? Vit vita, hvørji vit eru. Himmalborgarar, standa í Kristusi, byggja lívið á Klettin. Hava eitt gott grundarlag. Tað stendur, at vit eru fræls. Men er frælsið blivið ein sovipúta? Eru vit fræls frá tíðarandanum? Her er tíð til rannsakan.

Vit eru skapt í mynd Guds, men hava vit latið lívið yvir í hendurnar á Risanum? Ella er tað framvegis Gud, sum sleppur at mynda okkum til ta vøruna, vit eru ætlað til? 

“Vit eru smíð Hansara, skapt í Kristi Jesusi til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt til reiðar, at vit skuldu liva í teimum” (Ef 2.10). Eitt, sum slóg meg í áðurnevnda dokumterfilmi um “Social Dilemma”, var, at tað var sagt, at tey ungu í dag eru minni intiativrík. Tað eru vit vaksnu ivaleyst eisini. Um lívið gongur fyri seg í hesum bláa heimi, hesum óveruleika, so sansa vit neyvan, hvussu tað spakuliga rennur úr hondum okkara. 

Telefonin er eitt amboð, siga vit. Tað er hálv lygn og hálvur sannleiki. Upprunaliga er telefonin ætlað til at náa ein annan persón, ið tú vilt tosa við. So telefonin er ikki eitt hent amboð longur. Tað er ein avgudur. Ein gudur, sum fortelur okkum alt um okkum sjálv, hvussu fantastisk vit eru, hvat okkum tørvar, og er ein “vinur” við okkum. 

Men tá bláa ljósið er sløknað, og veruleikin snýkir seg inn á meg, síggi eg, hvør perónur eg veruliga eri. Eg eri eitt ófullkomið menniskja. Ófiltrerað og óredigerað. Og soleiðis eru øll onnur. Øll í sama báti.

Tó eru vit óendaliga elskað av Skaparanum, sum frammanundan kendi okkum, elskaði okkum, dróg okkum til Sín, legði ætlan, at vit skuldu liva í teim verkum, Hann ætlaði okkum. Hann ynskir, at vit liva okkara fulla potentiali, at vit eru tøk við báðum hondum.

Vit áttu at sløkt tað bláa ljósið og tendra Hansara ljós.

Hví eg trúgvi!

Hví vera trúgvandi? Gevur eitt trúarlív mær størri ágóða í lívinum? Og er tað grundin til, at eg eri virkin í trúnni? Onkuntíð fangi eg meg sjálva í tí. Eg eri trúgvandi, tí tað gevur mær eitt betri lív, eitt lív við gleði, friði, góðsku, tryggleika, verju og eitt heilsubetri lív. Kanningar vísa, at trúgvandi menniskju liva longur, eru ikki so ofta sjúk sum vantrúgvandi og hava færri sálarligar avbjóðingar, eitt nú angist.

Vit vita, hví so er. Vit vita, at trúgvin er verulig, og at Heilagi Andin í okkum ger eitt verk. Frá einum vantrúgvandi lívi til eitt lív í Kristusi er eitt týdningarmikið stig. Frá meiningsloysi og vónloysi til meining og vón. Mong stríðast við meiningsloysi. Tey spyrja, hevur lívið nakra meining? Og eg haldi, at um tey ikki eru tilvitað um sínar egnu tankar um meiningsloysi, so liggur spurningurin har undir yvirflatuni og verður kanska skúgvaður til viks gjøgnum ymiskt virksemi.

Men hví trúgva vit? 

Svend Brinkmann, danskur rithøvundur og heimspekingur í okkara tíð, hevur júst givið út bókina Mit år med Gud. Áðrenn vit skrivaðu 2020, valdi Svend Brinkmann at brúka eitt ár at kanna og skifta orð um, hvat trúgv og átrúnaður er í heiminum í dag.Hann hevur í bókini eina vísindaliga tilgongd til spurningin um trúgv og Gud.

Tá ið eg siti og lesi bókina, risti eg mangan við høvdinum, men lat mínar fordómar fara. Hetta er á ein hátt ein áhugaverd bók. At fáa hansara sjónarhorn upp á kristnu trúnna. Hann hevur ongantíð verið ein kristin persónur, men tykist vera søkjandi.

Tann eini kapittulin snýr seg um, um trúgvin „virkar“. Hann skrivar eisini um veruleikarnar, sum eg nevndi – eitt heilsubetri og longri lív millum trúgvandi fólk. Men Svend er so mikið vakin, at hann kemur til ta niðurstøðu, at tað kann ikki vera grundin til, at vit trúgva. Hann trívur í pínslarváttar – tey, sum liðu deyðan, tí tey ikki vildu avnokta sína trúgv. Her er ikki talan um eitt heilsubetri, longri lív, sum „virkar“.

Sera áhugavert er, at hann sær hetta og eisini kemur til ta niðurstøðu, at trúgvin ikki er treytað av, um hon „virkar“, men at hon ertreytaleys. Vit vita og trúgva, at trúgvin virkar frá deyða til lív, frá andaligum deyða til ævigt lív í Himli. Um lívið og góð heilsa og eydna ikki unnast okkum her, so vita vit, at trúgvin virkar til ævigt lív. Og hetta er tann stóri munurin.

Vit liva í eini tíð, har góð heilsa verður raðfest øtiliga høgt. Øll vilja liva væl og leingi. Deyði og sjúka eru ikki kærkomnir gestir á okkara gátt. Koronutíðin hevur eisini víst okkum, hvussu vit skýggja sjúku, veikleika og deyða. Vit hava við øllum valdi hildið hesi pest burtur. Men tað er ikki so løgið, tá ið vit hugsa um, hvussu fjart æviga lívið er í okkara tilvitan. Vit hava skúgvað tankar um æviga lívið út á síðulinjuna, sjálvt um æviga lívið er beint her. Mann kann siga, at æviga lívið er ein hjartaslátt frá okkum, ella bert ein manglandi hjartaslátt, so eru vit hinumegin.

Og tað er grundin til, at eg trúgvi:

„Gud, lat meg í dag fáa eyguni upp fyri, at eg bert eri ein pínslarváttur á ferð. At Tú bíðar mær handan sýnina, og skjótt veri eg har. Hjálp mær at síggja, at eg ikki skal stríðast við lívið hesumegin, men lat mítt stríð liggja fyri lívinum hinumegin. Hjá Tær eru teir veruligu skattir at finna. Amen.“

Myndberar Kristusar

„Men øll vit, sum við ongum fyri andlitinum avspegla dýrd Harrans, verða umbroytt til somu mynd, frá dýrd til dýrd; sum frá Harranum, ið er Andin.“ Seinna Korintbræv 3.18

Hesa seinastu tíðina hava USA og tess sameindu tikið sína hermegi úr Afghanistan. Landið hevur verið hersett í 20 ár, og hevur hetta havt við sær, at Afghanistan hevur verið eitt rímiliga frælst land.

Hóast Afganistan – eisini hetta tíðarskeiðið – hevur verið merkt av ófriði og mutri, so hava USA og tess sameindu kortini tryggjað fólkinum betri sømdir, enn tey høvdu undir stýrinum hjá Taliban. Og nú, tá ið seinastu hermenninir vórðu tiknir heim, sóu vit, hvussu skjótt Taliban yvirtók landið. Hetta førdi við sær ruðuleika og ótta millum fólkið.

Í mun til USA, Afghanistan og Taliban, so eru vit, sum hava sett okkara álit á Kristus, salt og ljós heimsins. Har Heilagi Andin er til staðar, verður rotinskapurin hildin niðri. Men tá ið Heilaga Andans kraft minkar ella er burtur, fær Satan fríari teymar. Heimurin, vit liva í, verður ongantíð fullkomin. Tað ónda er altíð til staðar. Í myrkrinum og fjaldu krókunum leggur tað ætlanir um at yvirtaka bæði okkum og land okkara.

Tað ónda vil hava okkum í myrkrið. Tað vil hava ruðuleika, ørkymlan og ótta. Tað vil kúga frælsið hjá tí einstaka, fjala andlitini, hesi andlit, sum eru myndberar Kristusar. Vit skulu goymast handan skortar og vankunnleika. Vit skulu ikki mennast sum menniskju, men skulu aftur gerast analfabetar. Vit skulu stýrast við lygnum Djevulsins við ótta og lygnum um, hvørji vit veruliga eru.

Latið okkum ongantíð gevast á hondum, men stríða hitt góða stríðið. Latið okkum ongantíð gloyma okkara støðu. Vit eru arvingar, himmalborgarar, longu sett í himmalska heimin saman við Kristusi. Vit hava ómetaligt virði, so nógv virði, at vit máttu keypast við blóðinum frá Gudi sjálvum. Las í morgun í Triðju Mósebók 27, hvussu nógv menniskjað tá kundi keypast fyri ella loysast frá heiløgum lyfti. Tað var ymiskt, alt eftir aldri og kyni. Men tíbetur er hetta broytt (Gal. 3.13), tí „Kristus keypti okkum leys undan banni lógarinnar, táið Hann var bann fyri okkum – …“ Ongin munur er á tíni støðu. Ert tú í Kristusi, so hevur lívið hjá tær stórt virði.

Vit hava frælsi. Frælsi at bera boðini víðari, koma úr tí, sum fjalir andlitið, fram í ljósið og verða myndberar Kristusar.

Men hvussu eru vit myndberar?

Vit liva í eini sera fløktari tíð. Smálutir í gerandisdegnum, sum hava lítið at týða, fáa ofta ov nógv rúm í lívi okkara, og tað, sum hevur týdning í lívinum, fær ofta ov lítið rúm. Tað er tann óndi, sum ørkymlar okkum. Tí mugu vit aftur og aftur fara til byrjanina og rannsaka okkum sjálv.

Hetta leiðir mínar tankar til Jóhannes 15. Her nýtir Jesus eina mynd av, hvørji vit eru í mun til Hansara og Faðirin. Myndin um víntræið og greinarnar, har vit eru greinarnar, Jesus er víntræið og Faðirin víngarðsmaðurin. Hann sigur, at verða vit verandi á trænum, bera vit ávøkst. Tað vil siga, at verða vit verandi í Honum, vilja vit bera ávøkst. Men um vit ikki verða verandi í Honum, verður greinin skorin av og tveitt í eldin. Hon er ávakstrarleys og er til onga nyttu.

Hetta merkir ikki, at boðini eru, at um vit ikki bera ávøkst, so verða vit fortapt, men at boðini eru, at tá vit verða verandi í Honum, bera vit ávøkst. Tá ið vit eru endurfødd, eru vit vorðin ein grein. Soleiðis eiga vit at síggja okkum sjálv og okkara einfalda lív. Eg eri ein grein á víntrænum, og soleiðis fari eg at bera ávøkst.

Um tú hevur aðrar tankar um teg sjálvan – til dømis, at títt lív fer ongantíð at bera ávøkst – so mást tú vísa hesum aftur og fáa aðra hugsan. Tað er Satan, sum billar tær slíkar lygnir inn. Hvørja ferð, vit vísa Satan aftur, vaksa vit í Gudi og styrkjast. Jú, vit eru veik menniskju, full í feilum, og syndin eltir okkum sum ein skuggi. Men tað er týdningarmikið ikki at stara seg blindan í skuggan, men at ganga í ljósinum.

Tað er víntræið, sum gevur ávøkstin. Greinin kann ongantíð í sær sjálvari geva ávøkst, men bert, tá ið hon er á trænum. Jesus er víntræið, og Hann gevur ta neyðugu føðina út í greinina. Greinarnar, harafturímóti, geva burturkastið aftur til træið. Vit skulu bera okkara synd, okkara burturkast til Hansara, so vil Hann áhaldandi reinsa greinina, og hon vil vaksa, nørast og bera ávøkst. Tað er eisini áhugavert, at Hann sigur, at vit ERU longu rein við ORÐINUM, Hann hevur talað. Orðið reinsar okkum framhaldandi.

Aftur og aftur verði eg hugtikin av skapanarverkinum. Ikki einans sum nakað ótrúliga vakurt, men eisini av myndunum, tað ber. Hesaferð myndin av víntrænum, sum Jesus brúkar, so vit betur skulu skilja Hansara boð um, hvørji vit eru.

Sorg, føsta og bøn leiða til umvending

„Minst orðið, ið Tú gavst tænara Tínum Mósesi, táið Tú segði: „Eru tit trúleys, skal Eg spjaða tykkum millum fólkini;

men venda tit við til Mín og halda boð Míni og gera eftir teimum, skal Eg, um so hini burtriknu tykkara eru við enda himmalsins, savna tey haðani og lata tey koma til staðið, ið Eg havi útvalt, navni Mínum til bústað“!“ Nehemias 1,8-9

Í hesi bøn síni minnir Nehemias Gud á Orð Sítt. Ikki tí, at Gud hevur gloymt Síni lyfti, men Honum líkar, at tænari Hansara Nehemias minnist og kennist við Orðið. Hendan bønin hjá Nehemiasi er kend. Tá ið tú lesur hana, kennist hon koma djúpt úr hjartadýpinum hjá profetinum. Hann hevur eina neyð. Ikki eina neyð um seg sjálvan og sín egna tørv, nei eina neyð fyri fólki Guds.

Nehemias er staddur í borgini Susan. Hann er í útlegd eins og stórur partur av fólkinum. Hann hoyrir um ringa standin í Jerusalem, har múrarnir eru niðurbrotnir og portrini brend upp. Jerusalem stendur verjuleysur. Hetta fær Nehemias í sorg, bøn og føstu. Hann sigur sjálvur (Neh. 1,4):

„Táið eg hevði frætt hesi tíðindi, sat eg og græt og syrgdi fleiri dagar; eg fastaði og bað fyri ásjón Guds Himmalsins.“

Fólk Guds var burturvilst. Tey høvdu verið trúleys, og avleiðingarnar vórðu, at tey vóru spjadd ímillum fólkasløgini. Tey vóru púra verjuleys og latin yvir til fíggindan. Múrarnir um Jerusalem vóru í knúsi, og portrini vóru brend upp. Her var eingin verja móti fíggindaálopum. Fíggindin kundi frítt ganga inn í staðin.

Men tey vistu jú frammanundan, at soleiðis fór at ganga teimum. Gud hevði longu sagt við Móses (Neh. 1,8):

„Eru tit trúleys, skal Eg spjaða tykkum millum fólkini; …“

Tey vistu, at trúloysi móti Honum førdi til undirgang.

Men onkur er, sum vaknar. Langt burtur er ein maður, sum frættir tíðindi um Jerusalem. Hetta er Nehemias. Hann hoyrir um ringu støðuna, ferðast til Jerusalem og minnir Gud á Síni lyfti. Í sorg síni fer Hann í bøn og føstu. Hesi trý lyklaorðini leiða til umvending.

Nehemias fer til Jerusalem at byggja múrarnar uppaftur. Hann ger tað saman við leivdini, sum býr har. Teir halda áfram, sjálvt um har er nógv mótstøða. Múrarnir verða bygdir, og ein dag standa teir lidnir. Fólkið vendir heimaftur.

Nú stígur Ezra fram við lógbókini, tað er Mósebókunum. – Tá ið eg lesi hetta, fái eg kensluna av, at hendan lógbók er púra gloymd av fólkinum, liggur støvut millum leivdirnar í Jerusalem -. Men tann lógkøni Ezra tekur hana fram fyri fólkið, opnar hana og útleggur hana fyri monnum og kvinnum, so øll skilja. Hann lesur ikki bara okkurt brotið, nei hann lesur hana úr enda í annan frá sólarrisi til sólsetur. Fólkið kemur í sorg um sína synd og vanrøkt, og tey venda við aftur til Orðið. 

Hetta er ein ótrúliga vøkur søga. Og ikki bara ein vøkur søga, hetta er ein sannleiki úr Orðinum, sum er viðkomandi fyri okkum í dag.

Hvar eru vit stødd? Eru vit spjadd og hava vent okkum hvør sín veg? Hava vit gloymt at viðlíkahildið múrin og portrini, so avleiðingin er, at fíggindin hevur sníkt seg inn og tikið yvir?

Bíblian áleggur okkum at byggja hervirki. Ein verjugarð um tankar okkara. Fíggindin vil altíð sáa óbíbilskar tankar í okkum. Men vit mugu vera vakin móti svikaálopum Djevulsins (Ef. 6,11) og til eina og hvørja tíð royna andarnar, um teir eru frá Gudi (1. Jóh. 4,1).

Hugsi serliga í hesum humanistiska ráki, vit reika í. Nógvir tankar í heiminum líkjast bíbilskum tonkum. Men hyggja vit nærri athesum tonkum, snúgva teir seg altíð uttan um krossin, eyðmjúkleika, angur og fyrigeving. Tankarnir snúgva seg altíð um menniskjað sum nakað upphevjað og sentralt, ikki sum ein undirgivnan skapning. Tankar okkara mugu endurnýggjast allatíðina, tí vit verða altíð ávirkað av, hvussu heimurin hugsar.

Vit mugu byggja múr. Tað er ein áhaldandi gongd. Og vit mugu minna Gud á lyftið, at um vit venda við aftur til Hansara, so hevur Hann lovað at savna okkum. Hetta verður eitt fólk í einleika og sannleika.

 „Hyggið, hvussu gott og lívsælt tað er, at brøður búgva í einleika!“ Sálmur 133,1