Posts

Bøn

Eitt, sum altíð hevur hugtikið meg, tá ið eg hugsi um lív Jesusar, er leikluturin, sum bøn hevði í lívi og tænastu Hansara. Vit lesa í Bíbliuni, at Jesus bað í sambandi við dóp Sín. Hann bað alla náttina, áðrenn Hann valdi teir 12 lærisveinarnar. Jesus bað ofta í sambandi við undurverkini, sum Hann gjørdi. Jesus bað seinastu ferð, Hann var saman við lærisveinunum. Og á Golgata krossi bað Jesus fyri fíggindum Sínum. – Vit lesa enntá, at Jesus framvegis í dag biður fyri tær og mær! Hesin veruleiki hevur mangan fylt meg við friði og styrkt mót mítt í trúnni.

Tað, sum stórliga hevur ávirkað meg, tá ið eg grundi á hesa sannroynd í lívi Jesusar, er, hvussu stóran leiklut bøn eigur at hava í lívi mínum – ja, í lívinum hjá okkum øllum, sum kristin eru. Jesus lærdi okkum at biðja, og uttan iva hevur bøn verið ein týðandi partur av lívinum hjá lærisveinunum, bæði meðan Jesus var hjá teimum, og eftir at Jesus var farin frá teimum. Men hví er bøn so týdningarmikil?

Tað fyrsta, vit kunnu siga, er, at bøn er týdningarmikil, tí bøn hjálpir okkum at varðveita og styrkja samfelag okkara við Gud. Tí tá ið vit fara til Gud í bøn, verða vit mint á tað samfelagið, sum vit eru leidd inní við trúgv á Jesus Kristus. Samfelagið við Gud minnir okkum á, at vit hoyra Gudi til, og at vit tí eru Guds fólk. Vit verða eisini mint á, hvør Gud er; at Gud er kærleiki, at Gud er álmáttugur, at Gud er ævigur, at Gud er rættvísur – ja, at Gud er Gud! Tí er tað eisini rætt av okkum at tilbiðja og æra Gud fyri, hvør Hann er, fyri alt, sum Gud hevur virkað í lívum okkara og alt tað, sum Gud gevur okkum hvønn dag. Tí alt skapanarverkið er jú Guds ogn, og vit sleppa at umsita og njóta tað av Guds ríku náði.

Fyri tað næsta hjálpir bøn okkum at minnast og vera tilvitað um vilja Guds við okkum. Ein afturvendandi tráður í bønarlívi Jesusar var nevniliga tráan Jesusar at gera vilja Faðirsins. So tá ið vit biðja, eins og Jesus lærdi okkum at biðja, biðja vit, at vilji Guds skal verða framdur og ikki okkara vilji. Sjálvandi skuldi tað verið so, at vilji okkara sum fólk Guds og vilji Guds eru ein og tann sami, men tíverri er hetta ikki altíð veruleikin. Men eins og Jesus bað eftir vilja Guds, skulu vit eisini biðja eftir vilja Guds.

Men hvussu kenna vit vilja Guds? Jú við at lesa Guds orð undir Heilaga Andans leiðslu og fylgja tí sjónliga fyridømi, sum Jesus Kristus sjálvur gav okkum við lívi Sínum.

Tað triðja, sum vit kunnu siga um týdningin av bøn, er, at tá ið vit biðja eftir vilja Guds, so lovar Gud, at Hann skal geva okkum tað, vit biðja um. T.v.s at Gud gevur okkum orð til ein vitnisburð. Gud gevur okkum náði til at fyrigeva. Gud gevur okkum umsorgan til at hjálpa. Gud gevur okkum kærleika til at tæna. Gud gevur okkum vísdóm til at skapa frið. Gud gevur okkum mót at stríðast í mótgongd. Gud gevur okkum styrki til at standa ímóti freisting. Gud gevur okkum dirvi til at játta syndir. Hvat okkum enn tørvar, vil Gud geva okkum, tí vit eru kallað at vera fólk Hansara. Og tí fremur hetta vilja Guds.

Vit kundu nevnt fleiri aðrar orsøkir, hví bøn er týdningarmikil; men lat meg enda hesa hugleiðing við at nevna, at vit kunnu altíð biðja. Tað, at vit altíð kunnu koma fram fyri Gud í bøn, er ein undurfullur sannleiki. Vit hava lyndi til at taka hendan sannleika fyri givið, tá ið tað gongur væl; men tá ið tað ikki gongur væl, tora vit ikki rættiliga at trúgva hesum sannleika. Men veruleikin út frá orði Guds er, at vit, sum eru í Kristusi, altíð kunnu koma fram fyri Gud – enntá við dirvi! Tí í Jesusi eru vit komin Gudi nær og eru elskaðu fólk Guds.

Tí er tað líka mikið, hvørjari støðu vit eru í, hvat vit hava gjørt, sagt ella hugsað, ella hvussu vit kenna okkum. Vit kunnu altíð og allastaðni biðja, tí bøn er ikki avmarkað av okkara verðsligu støðu ella umhvørvi. Men tað, sum er avgerandi, er, at vit við trúgv eru og liva lív okkara í Jesusi Kristi, Frelsara og Harra okkara.

Latið okkum vera áhaldandi í bønini, so samfelag okkara við Gud kann styrkjast, so vit sum fólk Guds kunnu gera vilja Hansara.

Skrivað hevur Sámal Mikkelsen