Tim Sharp luttekur á møtinum í kvøld
Í kvøld, mikukvøldið 22. februar kl. 20, fer Tim Sharp at greiða frá vitjan síni á Filipsoyggjum, har hann og konan, Monika, hava virkað fyri HARRAN í mong ár.
Á møtinum fer Tim at vísa myndir og greiða frá vitjanini, sum hesaferð vardi í 6 vikur, harav familjan var við honum í smáar 2 vikur.
Eftir møtið verður drekkamunnur.
Hjartaliga vælkomin 😊