Tim Sharp luttekur á møtinum mikukvøldið

Á møtinum mikukvøldið 24. september kl. 20, fer Tim Sharp at greiða frá tænastuni á Filipsoyggjum, har hann hann og Monika hava virkað fyri HARRAN í mong ár.

Tim var í summar á Filipsoyggjum. Hann fór yvir tann 14. juni og var har í 6 vikur, har hann ferðaðist ymsar ættarbólkar at uppbyggja samkomurnar í økjunum. Eisini vitjaði hann samkomuna í Naplud, har Monika og Tim hava búð í nógv ár.

Á møtinum fer Tim at greiða frá tænastu teirra og siga frá hesum seinasta túrinum á Filipsoyggjum. Eisini hevur hann ein boðskap úr orði Guds.

Eftir møtið verður drekkamunnur.

Stutt um tey bæði:

Tað var í 2005, at Monika og Tim Sharp út í fulltíðartænastu sum trúboðarar á Filipsoyggjum.

Tim Sharp, sum er føddur í USA, flutti sum 6 ára gamal saman við foreldrunum til Indonesia, har tey virkaðu sum trúboðarar í 26 ár. Sum 17 ára gamal flutti Tim aftur til USA, har hann m.a. gekk 4 ár á bíbliuskúla.

Monika Kunoy Sharp, sum er fødd og uppvaksin í Klaksvík, fór í 2001 í stutttíðartænastu fyri HARRAN á Filipsoyggjum.

Árið eftir giftust Monika og Tim her heima í Føroyum, og síðan fóru tey saman á bíbliu- og venjingarskúla hjá NTM í North Cotes í Onglandi, og í 2005 fóru tey út í fulltíðartænastu sum trúboðarar á Filipsoyggjum.