Torrakafé hósmorgunin kl. 10

Hey tit øll, á Torrakaféini hósmorgunin 20. feb. verður nakað heilt serligt á skránni.

Viberg Sørensen av Tvøroyri kemur , at greiða frá sjólívi sínum.

Eisini verður góður tónleikur at hoyra, har kafébólkurin kemur at syngja og spæla.

Síðani verður boði til tað stóra Torrakaffiborði.

Verið hjartaliga vælkomin, vit gleða okkum at síggja tykkum øll.

Kaféin er frá klokkan 10.00 – 13.00.