Vælkomin á Barnamøtir í Betesda 2.-4. sept 202

Á skránni verður sangur, søga, minnisørindi, spøl og spurnarkapping, og vit fáa eisini okkurt lekkurt at eta allar dagarnar.

Bíbilska evnið fyri barnamøtini er Lukas kapittul 15, har vit lesa søgurnar um hirðmannin og hin mista seyðin, um pápan og hin burturvilsta sonin og um kvinnuna og hina mistu drakmuna.

Øll eru hjartaliga vælkomin – bæði børn, ung og vaksin – og bjóðið endiliga øðrum við 🙂

Síggjast 🙂

Tí Menniskjasonurin er komin at leita eftir tí, sum fortapt er, og frelsa tað. Lukas 19:10