Vælkomin á Torrakafé
Hósmorgunin 22. februar kl. 10 verður Torrakafé í Betesda.
Brøðurnir Jóhan Páll og Rógvi Joensen, koma at greiða frá um sjólív teirra.
Eisini verður góður tónleikur, har Vitin kemur at syngja.
Síðani verður boði til tað stóra Torrakaffiborðið har kafébólkurin syngur og spælir.
Verið hjartaliga vælkomin, vit gleða okkum at síggja tykkum øll.
Kaféin er frá klokkan 10.00 – 13.00