Zarepta-Bussurin til Klaksvíkar – 10 ára og 9 ára legan!

Í morgin 7. aug. endar 10 ára legan. Bussurin til Klaksvíkar steðgar uppi í Klingrugarði umleið kl. 11.15. Hósdagin 8. aug. fer bussurin til 9 ára leguna frá Klingrugarði kl. 15.15 og kemur aftur sunnudagin umleið kl. 11.15, eisini í Klingrugarði.

Opið hús í Betesda á Summarfestivalinum

Meðan Summarfestivalurin 2024 er, verður „Opið hús í Betesda“ hóskvøldið, fríggjakvøldið og leygarkvøldið. Húsið letur upp kl. 20:30 øll kvøldini.

Sangløtur

Fríggjakvøldið og Leygarkvøldið verða sangløtur í Betesda, har øll eru vælkomin.

Løtan Fríggjakvøldið byrjar kl. 23:30 og ungdómurin í Betesda skipar fyri.

Leygarkvøldið skipar Sangbólkurin Vitin fyri, tann løtan byrjar kl. 22:00.

Verið øll hjartaliga vælkomin 🙂

Brúðarvígsla leyardagin 3. august kl. 13

Leygardagin 3. august kl. 13 giftast Marjun Elida í Gong og Karstin av Teiginum

Bíbliulestrarvika

Í samband við at tað í komandi viku er Bíbliulestrarvika, fara vit á møtinum mikukvøldið 31. juli kl. 20.00, at hoyra Áron Vest tala útfrá kapittul 2,29-3,10 í Fyrsta brævið Jóhannesar.

Eftir møtti verður ein drekkamunnur.

Møti verður stroymt á heimasíðuni hjá Betesda.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Brúðarvígsla leyardagin 20. juli kl. 13


Leygardagin 20. juli kl. 13 giftast Magnus á Skeljalagnum og Miriam Vágslíð

Reingerð millum legur á Zarepta 20. Juli 2024

Leygardagin 20. Juli er tað aftur túrurin hjá Betesda, at vaska Zarepta. Hesufer eru tað øll gólvini, sum skulu vaskast. Vit hava bara Leygardagin, at vaska alt húsið í, so tað er umráðandi at fáa so nógv fólk sum gjørligt at luttaka. Fyrimunur er at hava amboð, sum moppur og dustsúgvara við. Gott hevði verið, […]

Kunning um forfylgdar kristnar armenar – sunnukvøldið kl. 18

Á møtinum í Betesda sunnukvøldið kl. 18:00 fer danski læknin, Kim Hartzner, at kunna um arbeiðið at hjálpa kristnum armenum úr Nagorno Karabakh, sum eru raktir av harðari forfylging.

Kim Hartzner, sum virkar fyri hjálparfelagsskapin Mission10forty, arbeiddi í 1990 í hálvt ár sum lækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

– Tá var eg virkin í Betesda, serliga í ungdómsbólkinum, og øll árini síðan tá havi eg havt samband við fleiri av mínum vinum frá teirri tíðini, greiðir Kim frá.

– Umframt mítt arbeiði sum lækni havi eg síðan 1991 arbeitt við neyðhjálp til kreppuøki í Eysturevropa, Miðeystri og Asia, seinastu árini gjøgnum kristna hjálparfelagsskapin Mission10forty, sum eg og ein hópur av kristnum stovnaðu í 2021.

Á møtinum í Betesda sunnukvøldið kl. 18:00 fer Kim Hartzner at greiða frá arbeiðinum at hjálpa kristnum armenum úr Nagorno Karabakh, sum eru raktir av harðari forfylging.

Hjartaliga vælkomin.

Brúðarvígsla leyardagin 13. juli kl. 16

Leygardagin 13. juli kl. 16 giftast Jón Berg og Eyðgerð Rúnadóttir Mikkelsen.

Jarðarferð

Godtfred Norðoy, fer til gravar úr Betesda, Klaksvík leygardagin 6. juli klokkan 13:00.Minnisgáva kann latast Qaamasoq, barnalegur í Suðurgrønlandi, konta í Føroya Banka.Føroya Banki: 6460 – 1509464 Jarðarferðin verður stroymd á heimasíðuni hjá Betesda.

Sunnukvøld 23. Juni