Skipa bønamøti 9. okt. kl. 20
Mánakvøldið 9. oktober kl. 20 verður bønamøti skipa. Evnið á møtinum í verður „Bøn fyri trúboðarum í Asia”. Vit fara at síggja videoheilsanir, og nøkur bønarevnir verða løgd fram.
Hjartaliga vælkomin
Mánakvøldið 9. oktober kl. 20 verður bønamøti skipa. Evnið á møtinum í verður „Bøn fyri trúboðarum í Asia”. Vit fara at síggja videoheilsanir, og nøkur bønarevnir verða løgd fram.
Hjartaliga vælkomin
Sunnukvøldið kl. 18 verður evangeliskt møti, har sangkórið í Betesda fer at luttaka.
Eisini verður dópur á møtinum.
Frítíðararbeiðið í Betesda byrjar aftur týsdagin 17. okt. kl. 17.15-19.
Børn úr 3. flokki og eldri eru vælkomin.
Er tað onkur sum hevur hug at hjálpa til í frítíðararbeiðinum? So ert tú vælkomin at skriva ella ringja til Jancy Høj á tlf. 225362.
Møtirøðin um áhugaverda persónin í orði Guds, Jósef, endar í kvøld, sunnukvøldið 1. oktober 2023 kl. 18:00, har Óli á Grømma fer at tala um Jósef, sum fór so nógv ígjøgnum, og sum eftir nógvar, harðar royndir og mótgongd gjørdist eitt undurfult amboð fyri HARRAN.
Sangkórið í Betesda luttekur við sínum vakra sangi.
Hjartaliga vælkomin.
Á møtinum í Betesda mikukvøldið 27. september kl. 20heldur Óli á Grømma fram at tala um Jósef, og hvat vit í dag kunnu læra av øllum tí, hann fór ígjøgnum, og tey val, hann gjørdi.
Judy og Óli á Grømma Jacobsen, sum dagliga virka fyri trúboðanarfelagsskapin NTM, eru í løtuni heima í Føroyum á vitjan í nakrar vikur.
Hvat lærir orð Guds okkum ígjøgnum Jósef?
Hetta er heitið á hesi fundarrøðini í Betesda, har Óli talar um áhugaverda persónin í orði Guds, Jósef, sum fór so nógv ígjøgnum, og sum eftir nógvar, harðar royndir og mótgongd gjørdist eitt undurfult amboð fyri HARRAN.
Fjórði og næst seinasti partur í hesi fundarrøðini verður nú mikukvøldið 27. september, har ein drekkamunnur verður at fáa eftir møtið.
Hjartaliga vælkomin 🙂
Seinasta møtið í Betesda á hesum sinni, har Óli fer at tala um Jósef, verður sunnukvøldið 1. oktober kl. 18.
Á bønarmøtinum í Betesda mánakvøldið vitjar ein av drúgvu tænarunum innan felagsskapin Open Doors, har hann fer at hava eina boðskap eftir bønarløtuna.
Í hesum døgum vitjar bróðir Wybo í Føroyum, her hann vitjar ymiskar samkomur kring landið.
Hann verður bert nevndur bróðir Wybo av tí orsøk, at hann ferðast nógv í londum, har forfylgingin av kristnum er høg. Tí má eingin mynd takast undir møtinum av honum.
Millum annað kann nevnast, at Wybo hevur verið við til at veitt fleiri hundraðtúsundtals bíbliur inn í lond, har Bíblian er bannað.
Bróðir Wybo er somuleiðis høvdi aftanfyri “World Watch List”, ið er ein listi yvir tey lond, har forfylgingin mótvegis kristnum er harðast.
Høvuðsyvirskriftin fyri vitjanini er: Har Bíblian er Bannað!
Hjartaliga vælkomin í Betesda mánakvøldið kl. 20:00
Á møtinum í Betesda í kvøld, mikukvøldið 20. september kl. 20 heldur Óli á Grømma fram at tala um Jósef, og hvat vit í dag kunnu læra av øllum tí, hann fór ígjøgnum, og tey val, hann gjørdi.
Judy og Óli á Grømma Jacobsen, sum dagliga virka fyri trúboðanarfelagsskapin NTM, eru í løtuni heima í Føroyum á vitjan í nakrar vikur.
Hvat lærir orð Guds okkum ígjøgnum Jósef?
Hetta er heitið á røðini av hesum møtunum í Betesda, har Óli talar um áhugaverda persónin í orði Guds, Jósef, sum fór so nógv ígjøgnum, og sum eftir nógvar, harðar royndir og mótgongd gjørdist eitt undurfult amboð fyri HARRAN.
Um Gud vil, verða komandi fundirnir hesir:
Mikukvøldið 20. september kl. 20:00 Jósef 3
Mikukvøldið 27. september kl. 20:00 Jósef 4
Sunnukvøldið 1. oktober kl. 18:00 Jósef 5
Hjartaliga vælkomin 🙂
Á bønarmøtinum í Betesda í Klaksvík mánakvøldið 18. september kl. 20 fara Ansa og Arnold Mortensen at kunna um tænastu teirra á Malta í Hirtshals, har tey byrjaðu tann 1. mai í ár.
Ansa og Arnold Mortensen eru nú búsitandi og virka út frá Malta í Hirtshals.
Á Malta eru møtir mikukvøld, sunnumorgun, sunnudagsskúli, og evangeliskt møtið er sunnukvøld kl. 18. Kvinnumøtið er fyrsta hósdag hvønn mánað, annan hvønn hósmorgun er harramorgun, og annan hvønn hósmorgun er handarbeiðsmorgun fyri kvinnur.
Eisini er møti í Aalborg einaferð um mánaðin, sum Ansa og Arnold eru partur av.
Harumframt fevnir dagliga tænasta teirra um, at ymisk fólk møtast á Malta seinnapartar um 14-15 tíðina til ein kaffimunn og eitt gott prát. Húsið er opið hvønn dag frá morgni til myrkurs.
Ansa og Arnold Mortensen eiga børnini Sarita 20 ár, Malan 18 ár og Ewelina 13 ár. Tey hava bæði røtur og eru uppvaksin í Klaksvík, og gleða vit okkum at hoyra meir um tænastu teirra á bønarmøtinum í Betesda mánakvøldið kl. 20.
Hjartaliga vælkomin 🙂
Á møtinum sunnukvøldið kl. 18 luttekur Sangkórið í Betesda, og Óli á Grømma heldur fram at tala um Jósef, og hvat vit í dag kunnu læra av øllum tí, hann fór ígjøgnum, og tey val, hann gjørdi.
Hvat lærir orð Guds okkum ígjøgnum Jósef? Hetta er heitið á røðini av hesum møtunum í Betesda, har Óli á Grømma Jacobsen talar um áhugaverda persónin í orði Guds, Jósef, sum fór so nógv ígjøgnum, og sum eftir nógvar, harðar royndir og mótgongd gjørdist eitt undurfult amboð fyri HARRAN.
Mikukvøldið var tað fyrsta av íalt fimm møtum,
Um Gud vil, verða komandi fundirnir hesir:
Sunnukvøldið 17. september kl. 18:00Jósef 2
Mikukvøldið 20. september kl. 20:00Jósef 3
Mikukvøldið 27. september kl. 20:00Jósef 4
Sunnukvøldið 1. oktober kl. 18:00Jósef 5
—
Óli á Grømma Jacobsen er føddur og uppvaksin í Klaksvík, og hava hann og konan, Judy, verið í fulltíðar tænastu fyri HARRAN, síðan tey vóru heilt ung.
Longu sum 17 ára gamal, á heysti í 1962, kendi Óli seg kallaðan av Harranum at fara í fulltíðar tænastu fyri Hann, og árið eftir fór hann eitt skiftið til Íslands í tænastu Harrans.
Tvey ár seinni, í 1965, fór Óli til USA á trúboðaravenjingarskúla hjá trúboðanarfelagsskapinum New Tribes Mission (NTM). Eftir hetta, í 1968, fóru hann og Judy í fulltíðartænastu hjá NTM, har fyrsta uppgávan hjá Óla var at vera leiðari og lærari á trúboðaramálskúla. Har virkaðu tey í 14 ár.
Í 1982 vórðu tey av NTM send til Filipsoyggjarnar, har tey virkaðu fyri Harran í 10 ár.
Síðan 1993 hava tey bæði virkað sum partur av altjóða leiðsluni fyri NTM, har tey framvegis eru virkin.
—
Í løtuni eru Judy og Óli heima í Føroyum á vitjan í nakrar vikur, og í hesum sambandi fer Óli – sum nevnt – at luttaka á nøkrum møtum í Betesda komandi vikurnar, har hann fer at tala um bíbilska persónin Jósef.
Sunnukvøldið kl. 18 verður høvi at hoyra Óla og at njóta vakra sangin hjá Sangkórinum í Betesda.
Hjartaliga vælkomin 🙂
Mikukvøldið 13. september kl. 20 verður tað fyrsta av íalt fimm møtum, har Óli á Grømma Jacobsen fer at tala um áhugaverda persónin í orði Guds, Jósef, sum fór so nógv ígjøgnum, og sum eftir nógvar, harðar royndir og mótgongd gjørdist eitt undurfult amboð fyri HARRAN.
Ætlandi verða fundirnir hesir:
Mikukvøldið 13. september kl. 20:00 Jósef 1
Sunnukvøldið 17. september kl. 18:00 Jósef 2
Mikukvøldið 20. september kl. 20:00 Jósef 3
Mikukvøldið 27. september kl. 20:00 Jósef 4
Sunnukvøldið 1. oktober kl. 18:00 Jósef 5
Óli á Grømma Jacobsen er føddur og uppvaksin í Klaksvík, og hava hann og konan, Judy, verið í fulltíðar tænastu fyri HARRAN, síðan tey vóru heilt ung.
Longu sum 17 ára gamal, á heysti í 1962, kendi Óli seg kallaðan av Harranum at fara í fulltíðar tænastu fyri Hann, og árið eftir fór hann eitt skiftið til Íslands í tænastu Harrans.
Tvey ár seinni, í 1965, fór Óli til USA á trúboðaravenjingarskúla hjá trúboðanarfelagsskapinum New Tribes Mission (NTM). Eftir hetta, í 1968, fóru hann og Judy í fulltíðartænastu hjá NTM, har fyrsta uppgávan hjá Óla var at vera leiðari og lærari á trúboðaramálskúla. Har virkaðu tey í 14 ár.
Í 1982 vórðu tey av NTM send til Filipsoyggjarnar, har tey virkaðu fyri Harran í 10 ár.
Síðan 1993 hava tey bæði virkað sum partur av altjóða leiðsluni fyri NTM, har tey framvegis eru virkin.
Í løtuni eru Judy og Óli heima í Føroyum á vitjan í nakrar vikur, og í hesum sambandi fer Óli – sum nevnt – at luttaka á nøkrum møtum í Betesda komandi vikurnar, har hann fer at tala um bíbilska persónin Jósef.
Tað fyrsta av hesum møtum verður mikukvøldið 13. september kl. 20, har eisini ein drekkamunnur verður at fáa aftaná.
Hjartaliga vælkomin 🙂
![]()
Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík
Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7
