Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Jarðarferð: Mads Nørregaard Nielsen

20/06/2026

Urnan við Mads Nørregaard Nielsen fer úr Betesda mánadagin kl. 13.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/06/10510657193841823237.jpg 522 1000 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-06-20 21:36:592026-06-20 21:36:59Jarðarferð: Mads Nørregaard Nielsen

Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldið – dópur verður

20/06/2026

Á møtinum í Betesda sunnukvøldið kl. 18 fara brøður úr Havn og aðrastaðni at luttaka. Eisini verður dópur.

Starabúrið fer at senda frá møtinum. Starabúrið hevur facebook vanga og kann hoyrast á stream.fo og á FM 98,7

Hjartaliga vælkomin

🙂
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/05/706504483_10164788757779201_6728948103526784681_n.jpg 1323 2022 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-06-20 21:34:002026-06-20 21:34:00Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldið – dópur verður

Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur á Roykheyggi – mikukvøldið

16/06/2026

Á møtinum í Betesda mikukvøldið, kl. 20 heldur Petur á Roykheyggi fram at gjøgnumganga Jákupsbrævið.

Parturin, sum hesaferð verður gjøgnumgingin, er kapittul 3, versini 9-18.

—-

Petur á Roykheyggi er 36 ára gamal og giftur við Biritu. Tey eru búsitandi í Runavík og eiga fimm børn.

Petur er í fulltíðar tænastu fyri HARRAN her heima í Føroyum, her tænastan eitt nú fevnir um at vitja kring landið at kunngera evangeliið og prædika orð Guds.

—-

Hjartaliga vælkomin 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/06/att.RAsGK5DqxeuSicgoqAGJWJ9qmzrWIxvM8_VmHheHuNQ.jpeg 624 933 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-06-16 20:54:322026-06-16 20:54:32Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur á Roykheyggi – mikukvøldið

Seinasti sunnudagsskúli sunnudagin – bíbliuløtuna talar Jens Christian Olsen

13/06/2026

Nú sunnudagin 14. juni verður seinasti sunnudagsskúlin áðrenn summarsteðgin, so vit vóna at síggja mong – eisini til bíbliuløtuna til okkum vaksnu kl. 13:00, har Jens Christian Olsen talar.

Seinasta sunnudag var fyrsta bíbliuløtan til tey vaksnu í sunnudagsskúlanum – ein løta, sum eydnaðist væl, har Símun Absalonsen talaði út frá Rómbrævinum, kapittul 1 og 2.

Nú sunnudagin kemur Jens Christian Olsen av Toftum at hava taluna í bíbliuløtuni kl. 13:00, har hann fer at taka fyrsta part av trimum um Efesusbrævið. Yvirskriftin er: „Eg í Honum“.

Hetta verður seinasti sunnudagsskúlin áðrenn summarsteðgin, so eftir sunnudagin verður ein steðgur, meðan skúlarnir hava summarfrí – byrjað verður aftur um hálvan august.

Enskt møti kl. 14:30

Monika og Tim Sharp skipa hvønn sunnudag fyri enskum møti, sum er frá kl. 14:30 til 15:30.

Á hesum møtum talar Tim Sharp, har hann gjøgnumgongur skriftirnar á ein skipaðan hátt.

Sigið endiliga øðrum frá um hesi møtini, sum serliga eru ætlað teimum enskttalandi, men her er týðandi at undirstrika, at øll eru hjartaliga vælkomin á hesi møti.

Evangeliskt møti kl. 18:00

Sunnukvøldið kl. 18:00 verður evangeliskt møti, har høvi er at tala og vitna um HARRAN Jesus.

Skráin sunnudagin í Betesda

11:00-12:15 Morgunmøti
12:15-13:00 Kaffi í gongini
12:30-13:00 Sunnudagsskúlin
13:00-13:30 Børnini í flokkar
13:00-13:30 Løta í salinum
14:30-15:30 Enskt møti
18:00-19:00 Evangeliskt møti

Øll eru hjartaliga vælkomin til øll hesi tiltøk og møti

🙂
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/06/BETESDA-EVENT.png 1080 1920 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-06-13 22:46:262026-06-13 22:46:27Seinasti sunnudagsskúli sunnudagin – bíbliuløtuna talar Jens Christian Olsen

Sunnukvøld kl. 18

07/06/2026

Kl. 18:00 í kvøld verður evangeliskt møti, sum tey ungu skipa fyri. Sámal Mikkelsen talar. Evnið er tað fimta evangeliið. Julia Bogadóttir hevur vitnusburð. Syngja lovsang saman. Og so eisini er kaffi.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/03/att.toXz5BkNIEcYfF4btEGNw-FLLVf0SkWwxw1zj03Si-I.jpeg 579 1030 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-06-07 14:35:052026-06-07 14:35:05Sunnukvøld kl. 18

Sørin og Corine Joensen vitjað mikukvøldið

03/06/2026

Mikukvøldið kl. 20 er uppbyggingarmøti, har Sørin og Corine Joensen verða við.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/06/Sorin-Corine-Joensen-e1711037178848.jpg 800 1200 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-06-03 09:52:432026-06-03 09:52:43Sørin og Corine Joensen vitjað mikukvøldið

Bíbliuløta fyri vaksin – í sunnudagsskúlanum

03/06/2026

Nú sunnudagin 7. juni byrjar eitt nýtt átak í sunnudagsskúlanum við bíbliuløtu fyri teimum vaksnu, meðan børnini eru í flokkunum og hoyra bíbliusøgu. Øll eru hjartaliga vælkomin 😊

Foreldur hava gjørt vart við, at tey sakna eina løtu í Betesda fyri tey vaksnu um middagsleitið sunnudagar.

Hetta man vera eitt tað besta høvið til eina róliga løtu, har tey vaksnu fáa ein boðskap úr Bíbliuni.

Komandi sunnudag 7. juni byrja vit at hava hesa bíbliuløtu fast í salinum tann seinna hálva tíman í sunnudagsskúlanum, tá børnini eru í flokkunum.

Ymsir fyrireikaðir talarar, lokalir og vitjandi, koma at tala:

• 7. juni talar Símun Absalonsen út frá 1. og 2. kapitli í Rómbrævinum (fyrsti partur)

• 14. juni talar Jens Olsen av Toftum út frá Efesusbrævinum (fyrsti partur), undir yvirskriftini: “Eg í Honum”

Eftir hetta fer sunnudagsskúlin í summarferiu til hálvan august. Tá byrjar bíbliuløtan eisini aftur.

Skráin um middagsleitið sunnudag:

11:00-12:15 Morgunmøti

12:15-13:00 Kaffi í gongini (beint eftir morgunmøtið)

12:30-13:00 Sunnudagsskúlin byrjar við sangi í salinum

13:00-13:30 Børnini fara í flokkarnar at hoyra bíbliusøgu

13:00-13:30 Bíbliuløta í salinum fyri tey vaksnu

HARRIN signi og leiði okkum eftir ráði Sínum. (Sálm. 73:24)

“Byggir ikki HARRIN húsið, so arbeiða teir til ónyttu, sum byggja at tí; varðar ikki HARRIN staðin, so vakir vaktarin til ónyttu.” (Sálm. 127:1)

Takk, um tit bera hetta víðari til onnur, so fleiri fáa høvi at koma til hesar bíbliuløturnar, ið hava til endamáls at geva góðan andaligan førning inn í okkara nógv upptikna dagligdag.

Hjartaliga vælkomin 😊

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/05/706504483_10164788757779201_6728948103526784681_n.jpg 1323 2022 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-06-03 09:45:572026-06-03 09:45:57Bíbliuløta fyri vaksin – í sunnudagsskúlanum

Sangløta á Norðoyastevnu

31/05/2026

Hjartaliga vælkomin á sangløtu við Betesdakórinum sunnudagin á Norðyastevnu kl. 19 í Betesda.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2025/12/DSC06136.jpeg 1080 1616 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-05-31 14:06:412026-05-31 14:06:42Sangløta á Norðoyastevnu

Møtir á Hvítusunnu

24/05/2026

Hvítusunnudag kl. 18 verður evangeliskt møti, har sangkórið luttekur, og Svenning av Lofti talar. Fyrst á møtinum fer Beinta Vang at kunna um Open Doors. 

Annan hvítusunnudag kl. 18 verður evangeliskt møti, har orðið verður frítt.

Øll eru hjartaliga vælkomin

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2025/11/3f7b4516-e0e4-4413-8f71-eed42df3bfcd.jpeg 584 923 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-05-24 15:27:372026-05-24 15:27:37Møtir á Hvítusunnu

Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur á Roykheyggi – mikukvøldið

19/05/2026

Á møtinum í Betesda mikukvøldið, kl. 20 heldur Petur á Roykheyggi fram at gjøgnumganga Jákupsbrævið.

Parturin, sum hesaferð verður gjøgnumgingin, er kapittul 3, versini 1 til 8.

—-

Petur á Roykheyggi er 36 ára gamal og giftur við Biritu. Tey eru búsitandi í Runavík og eiga fimm børn.

Petur er í fulltíðar tænastu fyri HARRAN her heima í Føroyum, her tænastan eitt nú fevnir um at vitja kring landið at kunngera evangeliið og prædika orð Guds.

—-

Hjartaliga vælkomin 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/02/att.13r7K4bhuAsD2wMWXwAuurFOwIdXwqdG4pMYrdHbM_o.jpeg 895 1271 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-05-19 23:01:212026-05-19 23:01:22Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur á Roykheyggi – mikukvøldið
Page 4 of 41«‹23456›»

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Jákup Eli talar mikukvøldið – roknskaparfundur aftaná23/09/2026 - 07:29
  • Eldrahugni í Betesda22/09/2026 - 18:43
  • Símun Absalonsen í bíbliuløtuni fyri vaksin – sunnudagsskúlin í Betesda19/09/2026 - 18:22
  • Hví blivu tey trúboðarar?17/09/2026 - 18:39
  • Peter og Rachel Hansen í Betesda mikukvøldið16/09/2026 - 08:58

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top