Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Betesdakórið 100 ár

25/09/2026

1. oktober 1926 – níggju ár eftir at fyrsta Betesda varð bygt – sær Betesdakórið dagsins ljós við 23 sangarum.


Eliesar Poulsen, sum var undangongumaðurin, sigur soleiðis í 50 ára minningarritinum hjá Sangkórinum: Orð Guds var málið.

Síðani sigur hann: …kórið hevur havt alstóran týdning á mongum økjum… børn teirra trúgvandi hildu áfram at savnast her, tí tey fingu eina uppgávu. Øll kunnu ikki tala, men øll kunnu vera í einum kóri… *)

Nú í oktobur 2026 hevur Betesdakórið uttan steðg virkað í 100 ár og er sostatt elsta kórið innan samkomurnar, og valla hevur nakað annað kór í Føroyum virkað uttan steðg í so mong ár.

Og endamálið er framvegis hitt sama: Orð Guds er málið. Og framvegis kunnu ung, sum eldri luttaka í kórinum og rokna hetta sum teirra uppgávu í tænastuni í og útfrá samkomuni í Betesda í Klaksvík.

Vit í Betesdakórinum eru glað fyri, at kór okkara kann hava verið virkið í so mong ár og kann hava verið nógvum, bæði sangarum og áhoyrarum, til gleði og signing.

Leygardagin 3. oktobur 2026 hátíðarhalda vit dagin við fylgjandi skrá:
Kl. 17:00​ Minnir, prát og hugni
Kl. 17:45​ Sangur og søga
Kl. 18:30​ 100 ára føðingardagur við lagkøku og kaffi
Kl. 19:00​ Hátíðarløta við Betesdakórinum

Verið vælkomin!

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/09/Sirpan-1.jpg 1080 1920 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-09-25 22:13:122026-09-29 23:23:29Betesdakórið 100 ár

Jákup Eli talar mikukvøldið – roknskaparfundur aftaná

23/09/2026

Uppbyggingarmøtið í Betesda mikukvøldiðverður frá kl. 20:00 til 20:45, og síðan verður roknskaparfundur, har Jóannis Skorheim leggurfram roknskapin fyri fyrra hálvár, og Jóhan Páll Joensen kunnar um arbeiðið hjá toyminum, ið hevur við tað tøkniliga í salinum at gera.

Jákup Eli Østerø hevur ein boðskap á uppbyggingarmøtinum, sum hesaferð er frá kl. 20:00 til umleið kl. 20:45.

Tá byrjar roknskaparfundurin, har Jóannis Skorheim, ið tekur sær av bókhalds- og roknskaparviðurskiftunum hjá samkomuni, leggur fram roknskapin fyri fyrra hálvár í ár.

Síðan kunnar Jóhan Páll Joensen, sum leiðir tøkniliga toymið í Betesda, um arbeiði hjá hesum toyminum, ið syrgir fyri ljóðinum og stórskerminum v.m. í salinum.

Hjartaliga vælkomin 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2025/08/IMG_8244.jpeg 849 1206 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-09-23 07:29:352026-09-23 07:29:35Jákup Eli talar mikukvøldið – roknskaparfundur aftaná

Eldrahugni í Betesda

22/09/2026


Fríggjadagin 25. Septeber 2026 kl 15-17 verður Eldrahugni í Betesda.

Óli á Grømma og konan Judy verða við. Óli kemur at greiða frá sínum uppvøkstri á Ziskatrøð og inntil hann sum heilt ungur legði leiðina yvir til Pennsylvania í USA á trúðboðaraskúla hjá New Tribe Mision. Óli gjørdist seinni leiðari fyri NTM og var tað í mong ár. Konan Judy, hevur øll hesi árini verið honum ein hollur stuðul. Bólkurin Ecclesia kemur at syngja nakrar sangir.

Ein góður drekkamuður verður eisini. Øll eru vælkomin.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/09/IMG_8791.jpeg 475 750 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-09-22 18:43:512026-09-22 18:43:51Eldrahugni í Betesda

Símun Absalonsen í bíbliuløtuni fyri vaksin – sunnudagsskúlin í Betesda

19/09/2026

Hvønn sunnudagsskúla er ein bíbliuløta fyri foreldur og onnur vaksin, meðan børnini eru í flokkunum, og nú sunnudagin fer Símun Absalonsen at halda fram við gjøgnumgongdini av Rómbrævinum.

Við tí endamáli at geva okkum øllum góðan andaligan førning inn í tann nógv upptikna dagligdagin byrjaði samkoman fyrst í juni at hava hesa bíbliuløtuna í sunnudagsskúlanum fyri foreldur og onnur vaksin, sum hava áhuga.

Foreldur at sunnudagsskúlabørnum gjørdu vart við, at tey saknaðu eina slíka løtu í Betesda fyri tey vaksnu um middagsleitið sunnudagar, tá familjan longu er í sunnudagsskúla. Fyri flestu foreldur man hetta vera eitt tað besta høvið til eina róliga løtu, har tey vaksnu í familjuni fáa ein boðskap úr Bíbliuni.

Nú vit eru komin út í september mánað, kunnu vit gleðiliga staðfesta, at higartil er hetta átak eydnast væl.

Jens Kristian Olsen hevur gjøgnumgingið Efesusbrævið, Símun Absalonsen er ávegis at ganga ígjøgnum Rómbrævið, og aðrar gjøgnumgongdir av bókum í Bíbliuni komandi mánaðirnar verða tilrættalagdar.

Skráin fyri sunnudagin er nú henda:

Kl. 11:00-12:15 Morgunmøti

Kl. 12:15-13:00 Kaffi í gongini (beint eftir morgunmøtið)

Kl. 12:30-13:00 Sunnudagsskúlin byrjar við sangi í salinum

Kl. 13:00-13:30 Børnini fara í flokkarnar + Bíbliuløta í salinum

Kl. 14:30-15:30 Enskt møti

Kl. 18:00-19:00 Evangeliskt møti

Hjartaliga vælkomin 😊

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/09/0.jpg 980 1055 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-09-19 18:22:072026-09-19 18:22:07Símun Absalonsen í bíbliuløtuni fyri vaksin – sunnudagsskúlin í Betesda

Hví blivu tey trúboðarar?

17/09/2026

Ungdómsmøtið í Betesda í kvøld, hóskvøldið, kl. 20 verður eitt temakvøld við trúboðarunum Óla á Grømma, Ragnari Niclasen og Peter Hansen.

Undir yvirskriftini: “Hví blivu tey fulltíðar trúboðarar?” fara klaksvíkingarnir Óli, Ragnar og Peter at vísa myndir og greiða frá sínum lívi og tænastu sum trúboðarar.

Eisini verður eitt sofaprát við teir tríggjar, og eftir møtið verður høvi at heilsa upp á tey trý truboðarapørini: Judy og Óla, Liz og Ragnar og Rachel og Peter.

Hjartaliga vælkomin 😊

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/08/att.G3GQ5JQc-TtFdUMjDAi32N0nfVGTL8LZEJehn0Q6uqY.jpeg 1512 2016 Poul Faero https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Poul Faero2026-09-17 18:39:262026-09-17 18:39:26Hví blivu tey trúboðarar?

Peter og Rachel Hansen í Betesda mikukvøldið

16/09/2026

Mikukvøldið kl. 20 fara Peter og Rachel Hansen at greiða frá tænastu teirra sum trúboðarar.

Eftir møtið verður ein drekkamunnur, har høvi eisini verður at heilsa upp á tey bæði.

Petur Hansen, sum er vaksin upp í Klaksvík, fór í 1980 á bíbliuskúla hjá NTM í Onglandi.

Í 1985 fóru hann og konan, Rachel, sum er úr Kansas í USA, út í fulltíðartænastu sum trúboðarar hjá NTM. 

Frá 1985 til 2011 virkaðu tey í Papua Ný Guinea. Í dag eru tey partur av altjóða leiðsluni hjá NTM. 

Tey búgva í Nebraska, USA, og eru í løtuni á stuttari vitjan heima í Føroyum saman við synunum David og Karl.

Hjartaliga vælkomin í Betesda mikukvøldið 😊

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/09/Unknown-3.jpeg 194 260 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-09-16 08:58:482026-09-16 08:58:58Peter og Rachel Hansen í Betesda mikukvøldið

Evangeliskt møti í Betesda sunnukvøldið

12/09/2026

Á møtinum í Betesda sunnukvøldið kl. 18 leggur Jákup Eli Østerø fyri við einum orði.

Sangkórið í Betesda luttekur við sínum vakra sangi.

Dópur verður á møtinum, har høvi eisini verður at vitna um HARRAN.

Øll eru hjartaliga vælkomin ❤️

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/08/att.G3GQ5JQc-TtFdUMjDAi32N0nfVGTL8LZEJehn0Q6uqY.jpeg 1512 2016 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-09-12 17:21:262026-09-12 17:21:27Evangeliskt møti í Betesda sunnukvøldið

Bíbliuløtan í sunnudagsskúlanum – Jens Olsen talar um Efesusbrævið

12/09/2026

Sunnudagsskúlin verður sunnudagin kl. 12:30, har vit vóna at síggja mong, bæði børn og vaksin – eisini til bíbliuløtuna til okkum vaksnu kl. 13:00, har Jens Christian Olsen talar. 

Nú sunnudagin kemur Jens Christian Olsen av Toftum at hava taluna í bíbliuløtuni kl. 13:00, har hann fer at ganga ígjøgnum triðja og seinasta part um Efesusbrævið. Yvirskriftin hesaferð er “Lívið saman við Honum”, sum byggir á kap. 4 og 5.

Enskt møti kl. 14:30

Monika og Tim Sharp skipa hvønn sunnudag fyri enskum møti, sum er frá kl. 14:30 til 15:30. Á hesum møtum talar Tim Sharp, har hann gjøgnumgongur skriftirnar á ein skipaðan hátt. Sigið endiliga øðrum frá um hesi møtini, sum serliga eru ætlað teimum enskttalandi, men her er týðandi at undirstrika, at øll eru hjartaliga vælkomin á hesi møti.

Evangeliskt møti kl. 18:00

Sunnukvøldið kl. 18:00 verður evangeliskt møti, har Jákup Eli Østerø leggur fyri við einum orði.

Sangkórið í Betesda luttekur við sínum vakra sangi.

Dópur verður á møtinum.

Skráin sunnudagin í Betesda 
11:00-12:15 Morgunmøti
12:15-13:00 Kaffi í gongini 
12:30-13:00 Sunnudagsskúlin 
13:00-13:30 Børnini í flokkar 
13:00-13:30 Løta í salinum 
14:30-15:30 Enskt møti 
18:00-19:00 Evangeliskt møti 

Øll eru hjartaliga vælkomin til øll hesi tiltøk og møti

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/08/Untitled-design.png 630 1200 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-09-12 17:20:362026-09-12 17:20:36Bíbliuløtan í sunnudagsskúlanum – Jens Olsen talar um Efesusbrævið

Daniel og Krissy Hansen í Betesda mikukvøldið

09/09/2026

Á møtinum mikukvøldið kl. 20 fara Daniel og Krissy Hansen at greiða frá teirra tænastu sum trúboðarar. 

Tey bæði virka ímillum Asmat fólki á hálvoynni Papua í Indonesia.

Tey eiga trý børn. Elsti sonurin eitur Zephania, dótturin eitur Selah og lítli beiggin eitur Ezekiel, og er 3 mánaðir gamal.

Krissy er fødd í Ukraina og varð ættleidd, tá hon var tvey ár, og vaks upp í USA. Daniel, sum er sonur Rachel og Peter Hansen, er føddur í Klaksvík og vaks upp í Papua Ný Guinea. 

Eftir møtið mikukvøldið verður ein drekkamunnur, har høvi verður til samveru og at heilsa upp á tey bæði.

Hjartaliga vælkomin 😊

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/09/Unknown-2.jpeg 522 768 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-09-09 09:01:252026-09-09 21:55:28Daniel og Krissy Hansen í Betesda mikukvøldið

Liz og Ragnar kunna um tænastuna mikukvøldið

02/09/2026

Á møtinum í Betesda mikukvøldið kl. 20 fara Liz og Ragnar Niclasen at greiða frá tænastu teirra fyri HARRAN á Filipsoyggjunum. 

Liz og Ragnar Niclasen virka sum trúboðarar á Filipsoyggjum, men í september mánað vitja tey  heima í Føroyum, her tey gista í Klaksvík.

Mikukvøldið verða tey í Betesda og greiða frá tænastuni, tey standa í, har høvi eisini verður at heilsa uppá tey afturvið einum drekkamunni eftir møtið.

***

Ragnar Niclasen, sum er klaksvíkingur, fór í 1974 á bíbliuskúla hjá New Tribes Mission (NTM) í USA og helt síðan fram á trúboðaravenjingarskúla í Kanada. Har møtti hann konu síni, Liz, sum er úr Kanada. Haðani fóru tey í fulltíðartænastu fyri HARRAN sum trúboðarar hjá NTM á Filipsoyggjum.

Árini 2008 til 2014 virkaðu tey í Onglandi, men eru í dag aftur á Filipsoyggjum.

Sostatt er meir enn hálv øld runnin, síðan Ragnar sum unglingi flutti heiman at útbúgva seg og síðan fór út í fulltíðar tænastu fyri HARRAN. 

***

Hjartaliga vælkomin í Betesda mikukvøldið kl. 20.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/08/697de89f-ec10-483b-b14a-32fb70c0c668.jpg 667 1000 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-09-02 09:27:102026-09-02 09:27:10Liz og Ragnar kunna um tænastuna mikukvøldið
Page 2 of 42‹1234›»

Nýggjasta úr Orð

  • Maður hevði tveir synir02/10/2026 - 07:00
  • Bønarløtan01/10/2026 - 12:50
  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Mannfólkadagur leygardagin 17. okt15/10/2026 - 20:42
  • John í Skemmuni talar í Betesda mikukvøldið14/10/2026 - 07:57
  • Kunngerðir 11. oktober11/10/2026 - 11:59
  • Monika Kunoy og Tim Sharp á bønarmøtinum mánakvøldið11/10/2026 - 11:05
  • Jákup Eli Østerø í bíbliuløtuni fyri vaksin – sunnudagsskúlin í Betesda11/10/2026 - 01:44

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Maður hevði tveir synir02/10/2026 - 07:00
  • Bønarløtan01/10/2026 - 12:50
  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top