Gud, borg okkara!

Vit búgva í Suður-italia, í landslutinum Molise, uttan fyri býin Campobasso. Býurin var upprunaliga bygdur rundan um borgina Manforte, ið varð bygd ovast á eini høvd. Hetta var langt afturi í miðøldini. Manforte merkir hjálp ella styrki. Borgin stendur enn í dag, men er nú meira til prýði og mentan. Ikki nógv hjálp í henni longur. Kanska ein mynd av heiminum – ein stokkut hjálp, sum bara er fyri eina tíð, og síðan ikki nyttar til stórt annað enn at minna okkum á tað gamla.

Borgir vóru ætlaðar, sum Paulus sigur í Seinna Korintbrævi 6.7: „… bæði til álop og verju“. Eg spurdi ein vin, hvat honum kom í huga, tá ið hann hugsaði um eina borg. Hann svaraði, at hann hugsaði um borgina sum eitt stað ella endamál, sum fólk hava í felag og eru stolt av og vilja berjast fyri og verja. Beinrakið, helt eg. Teir gomlu nýttu borgir at goyma seg í og eisini at samlast og gera seg til reiðar til komandi bardagar.

Ein annar vinur hugleiddi: „Borgaraskapur okkara er í Himlunum gjøgnum sáttmálan, ið Jesus er borgsmaður fyri.“ Borgaraskapur, borgsmaður! Hatta er eitt ríkt hugtak, orðið borg!

Áhugavert, hvussu nógv Dávid helt til í borgum ella fjallaborgum, sum Skriftin kallar tær, og eisini áhugavert, hvussu ofta hann kallaði Gud fyri borg sína.

Hebraiska orðið, ið er umsett fjallaborg, merkir klettur ella berg, eitt stað, sum er høgt uppi, ringt at sleppa til. – Minnir eitt sindur um føroyskar bygdir, har tað er forberg og illa atkomiligt. Tað ráddi um hjá fyrstu niðursetufólkunum at kunna verja seg. Hetta kann samanberast við støð her í Italia – eitt nú býin Campobasso – ið, sum nevnt, er bygdur rundan um eina borg ovast á eini høvd.

Borgirnar í Sámuelsbókunum

Tað var serliga, meðan Dávid flýddi undan Saul, at hann helt til í fjallaborgum. Onkuntíð var var hann í hellinum við Adullam – hóast hellið ikki verður nevnt borg, var tað kortini eitt slag av fjallaborg (1. Sám. 22.1). Onkuntíð var hann í fjallaborgunum í En-Gedi (24.1) – møguliga hava tær verið á Masadahæddini. Í Fyrru Sámuelsbók 23.14 er hann í fjallaborgunum í Zifsoyðimørk. 

Eftir at Saul var deyður, og Dávidi ikki longur tørvaði at goyma seg fyri honum, tók hann Zionsborg frá jebusitum, búsetti seg har og rópti hana Dávidsstað (2. Sám. 5.7-9). Hann visti, at hóast Saul var farin, so vóru tað aðrir fíggindar. Álopini fóru at halda á, og honum fór altíð at tørva borgir, støð, har hann og menn hansara kundu savnast og búgva seg til komandi bardagar.

Borgin í Sálmunum

„HARRIN er klettur mín, skansi mín, frelsari mín; Gud mín er klettur mín, sum eg søki mær skjól hjá, skjøldur mín, frelsuhorn mítt, borg mín!“ Sálmur 18.3

Tað stendur, at Dávid sang HARRANUM henda song, tann dag HARRIN hevði bjargað honum úr hondum alra fígginda hansara og Sauls. Eins og Dávidi tørvaði borgir at fjala seg í, soleiðis tørvaði honum eisini at goyma seg í Gudi, tí sonnu borgini. Tað sama er satt um okkum. Okkum tørvar aftur og aftur at flýggja til Gud, Borg okkara.

„Lovaður veri HARRIN, … miskunn mín og borg mín, vernd mín, frelsari mín, skjøldur mín og tann, ið eg søki mær skjól hjá …“Sálmur 144.1-2

At Gud er miskunn og borg okkara, merkir, at vit hava ikki uppiborið at goyma okkum í Honum, men vit sleppa at gera tað, tí Hann er miskunn okkara.

„HARRIN er hinum kúgaða ein borg, ein borg á neyðartíðum.“ Sálmur 9.10

Vanliga vóru fjallaborgirnar bara ætlaðar monnum, sum kundu vera um kongin og verja hann. Borg okkara, Harrin, er øðrvísi, Hann tekur tann kúgaða til Sín. Hann ger tað, hóast Hann veit, at tann kúgaði verður til lítla nyttu. Soleiðis er Borg okkara. Er tað ikki stórt?