Hann, sum breiddi út Sínar armar á krossins planka

– úr talu hjá Godtfred í Gøtu

Havi ofta hoyrt fólk greiða frá um Godtfred í Gøtu, hvussu hann plagdi at breiða út armarnar og siga frá, hvussu Kristus doyði fyri okkum og nú býður okkum at koma til Sín. Magni svágur fortelur, at hann gloymir ongantíð, einaferð hann var á møti í gamla salinum í Gøtu og sá Godtfred breiða út armarnar at lýsa, hvussu Kristus vil fevna um okkum. Tað var, sum Godtfred vildi við útbreiddu ørmum sínum fevna um øll, sum vóru inni í salinum.

Eg skrivaði til Jan Zachariassen og spurdi hann, hvussu hann minnist Godtfred. Jan hoyrdi jú ikki, hvat Godtfred segði, men hann sá, hvussu hann breiddi út armarnar. Jan skrivaði, at hann minnist væl, hvussu Godtfred plagdi at breiða út armarnar í gamla salinum. Hann sigur, at tað gjørdi alt so klárt fyri honum, sum um hann hevði sæð fleiri myndir og málningar av Frelsaranum. 

Jan skrivar, at hann bleiv frelstur sum 15 ára gamal. Tað var Zacharias, beiggi Jan, sum leiddi hann til Harran; hetta var í sambandi við møtini, sum Brynleif hevði í Ebenezer í 1967. Hann skrivar: „Mong komu til trúgv tá, og ein rúgva bleiv doypt. Eg kom ikki til trúgv í gamla salinum, men „úttrykkini“, sum Godtfred vísti mær í gamla salinum í Gøtu, liggja enn djúpt í mær.“

Hesi brotini eru úr talu, sum Godtfred talaði á samfelags­møtunum í Havn í 1962:

Latið okkum lesa nøkur vers úr Fjórðu Mósebók, kapittul 21 (v. 6, 8 og 9):

„Tá sendi HARRIN eiturormar millum fólkið, og teir bitu fólkið, so ein mongd doyði av Ísrael.“

„Tá segði HARRIN við Móses: „Ger tær orm og set hann á stong – so skal ein og hvør, ið bitin er og hyggur á hann, liva!“

Móses gjørdi tá koparorm og setti hann á stong; táið nú ormur hevði bitið onkun, og hann hugdi á koparormin, so doyði hann ikki.“

Eg skal lesa eitt vers úr Jóhannesi 3 eisini, vers 14:

„Eins og Móses lyfti upp ormin í oyðimørkini, so skal Menniskjasonurin verða lyftur upp,

fyri at hvør tann, sum trýr, skal hava ævigt lív í Honum.“

Hoyr, hvussu Harrin sigur við Móses: „Skunda tær, ger tað lagaligt, ja so lagaligt. Hvussu tá? Sig teimum tað: Vilja tit gera so væl at hyggja upp á handa ormin, tit, sum eru bitin av ormunum og liggja har og stríðast og eru hovnað og hava fepur, so skulu tit blíva í lívi.“

Eg skal siga við teg, vinur, sum ert inni her, sum eisini heldur, at tú ert virkuliga bitin av syndini, at tú ert elskaður av Gudi, meir enn tú ánar. Eingin kemur til Sonin, uttan at Faðirin dregur hann. Gud hevur drigið teg inn her av kærleika, fyri at tú skalt fáa eyguni á hendan, sum var lyftur upp, líka sum Móses lyfti upp ormin í oyðimørkini, fyri at tann, sum trýr á Hann, skal hava ævigt lív.

Eg kenni tað á mær, at tað eru sálir inni her, sum treingja til lív, og lív er at fáa í Jesu Kristusi, Hann sum breiddi armarnar út á krossins planka fyri sovorðnar menn sum meg og røvaran á krossinum. Hann breiddi teir eisini fyri teg. Veitst tú tað, vinur, at Hann stendur og fevnir eftir tær, so ógudiligur sum tú ert. Hygg tú bara á Hann. Tað eru ómetaliga nógv fólk her inni, men eg tori at siga tað, at tað er ikki ein sál inni her, sum ikki kann koma til Jesus. Tú kanst føla teg, sum tú føla teg vil. Tú kanst vera so ógudiligur og dálkaður, sum tú vera vil. Tú verður frelstur í tí eygablikki, tú vilt líta teg yvir á tann mannin, sum doyði fyri tey ógudiligu.

Tað er dýrabarari enn alt annað, at Hann rættvísger tann ógudiliga. Kann nakar annar gera tað? Kann nakar av teimum stóru monnunum í hesi verð siga: Komið til Mín, øll tit, sum strevast og hava tungar byrðar at bera, Eg skal geva tykkum hvílu? Nei, eingin uttan Hann kann, Hann, sum breiddi armarnar á krossins planka og doyði fyri tann ógudiliga.

Gud í Himlinum gevi tað, vinur, sum ert her, at tú mátti gjørt brúk av hesum kjansinum og komið í hesar armar, sum fevna eftir tær. Gud er fornoyðaður við tað, sum Kristus gjørdi; vilt tú ikki eisini kennast við tað? Gud hevur anerkent tað, tað var nokk. Hann segði tað var fulbrakt. Tað var tín og mín frelsa, sum var fulbrakt. Henda naglamerkta hondin er útrakt til tín í kvøld. Tað skal eingin vera her og siga tað, at eg kom til Hann, men Hann tók ikki ímóti mær. Hann stendur við Sítt Orð. Hann sigur, at tann, sum kemur til Mín, hann skal ikki verða koyrdur burtur, líka mikið hvussu sær út, vinur.

„Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.“ Jóhannes 3.16