Av bókahillini: Kom, áðrenn veturin kemur!

(úr tropiskum sjónarhorni)

Signingar umvegis Charles Swindoll

Cathy og eg búðu í Baltimore í fyrru helvt av fýrsunum. Meðan vit búðu har, lurtaði eg ofta eftir eini kristnari útvarpsstøð, har denturin var serliga lagdur á at veita góða og holla bíbliulæru. Har vóru nógvir góðir bíbliulærarar, ein teirra æt Charles Swindoll. Hevði ongantíð hoyrt um hann áður og bleiv bergtikin av at lurta eftir honum. Hann var at hoyra hvørt mánakvøld til fríggjakvøld, klokkan 19:30. Swindoll er ein ótrúliga lívligur lærari, lættur at skilja og praktiskur. Samstundis er hann bæði fryntligur og stuttligur. Tú fært mest sum kensluna av, at tú lurtar eftir einum vini.

Kom, áðrenn veturin kemur!

Swindoll hevur skrivað hópin av bókum. Har eru nógvar í at velja. Hugsaði at taka okkurt úr einari andaktsbók hjá honum; bókin eitur: „Kom, áðrenn veturin kemur!“ Summar bøkur hava eitt so beinrakið heiti, at tað ger næstan tað sama, hvat innihaldið er. Hetta er ein teirra. Heitið er úr Seinna Timoteusbrævi 4.21:

„Royn, alt tú kanst, at koma, áðrenn veturin kemur!“

„Kom, áðrenn veturin kemur!“ Tú sært Paulus fyri tær, har hann situr í Carcere Mamertino fangatippinum í Róm. Hann er gamal, einsamur og hevur ein deyðadóm hangandi yvir sær. Tað er liðið út á summarið, og veturin stendur fyri durum. Tað hevði verið so gott, um Timoteus kundi komið, áðrenn veðrið bleiv so ringt, at tað ikki fór at bera til at ferðast. Og tað hevði verið gott, um hann kundi tikið við sær handa kappan, Paulus læt eftir í Troas. Vetrarnir vóru jú so langir og kaldir. Og tað hevði stytt um løturnar, hevði hann kunnað havt bøkurnar við sær, serliga skinnbøkurnar. Og so var tað sjálvandi tað at kunna hava Timoteus har hjá sær. Einsemi kann jú vera ræðuligt.

Segði, at bókin eitur Kom, áðrenn veturin kemur! Tað er bara fyrra helvtin av heitinum, seinna helvtin av heitinum er: „og tak lut í vón míni.“ Okkum tørvar hvør annan; lívsins vetrar kunnu vera kaldir, langir og einsligir.

Bókin var ein av mongu bókunum, sum vit keyptu okkum, meðan vit búðu á Balabac. Tú kundi kanska hildið, at heitið Kom, áðrenn veturin kemur! ikki sigur einum so nógv, tá ið hann býr har, sum „summar og sól altíð er“. Eg sat jú ikki í nøkrum fangatippi, og einsamallur var eg als ikki. Og tó – „Royn, alt tú kanst, at koma, áðrenn veturin kemur!“ – gav afturljóð. Eg haldi, tað ger tað hjá okkum øllum.

Eg segði, at vit keyptu okkum bókina, meðan vit búðu á Balabac. Men sjálvandi keyptu vit hana ikki á Balabac, har vóru jú eingir bókahandlar. Vit keyptu hana einaferð, vit vóru í Manila. Altíð hugaligt at koma aftur til Balabac við spildurnýggjum vøkrum bókum. Tað keðiliga var bara, at tropurnar fara so illa við teimum. Slavna heita luftin er skjót at beina fyri øllum, sum eitur glansur. Og líður tú av ovurviðkvæmi, kann tað verða skjótt, at nýggju bøkurnar ikki eru lesandi. Kanska er hatta ein mynd av lívinum. Tað tekur ofta ikki leingi, til glansurin er farin, ovurviðkvæmið ger alt ótolandi, og tú kennir, at fært tú ikki skjótt hjálp, megnar tú tað ikki. Kom, áðrenn veturin kemur! gevur afturljóð.

Gullkorn úr ymsum bókum hjá Swindoll

  • Fyrra Korintbræv 13.12:
    „Nú síggja vit jú í spegli, óklárt; men tá skulu vit síggja andlit til andlit; nú kenni eg í brotum, men tá skal eg kenna til fulnar, eins og eg sjálvur eri til fulnar kendur.“
    Veitst tú, hví eingi tár verða í Himli? Tað er tí, at í Himli fara vit at síggja alt, so sum Gud sær tað.
  • Eg vil fegin hava eina tænastu, sum er eyðkend av, at eg eri sannur. Tað, sum mær ofta hevði dámt best at sloppið undan, er júst tað, sum ger meg sannan.
  • Mær dámar ikki pínu, men hon er lættari at bera, tá ið eg síggi hana úr Guds sjónarhorni. Mær dámar ikki at bíða, men tað gerst lættari, tá ið eg síggi tað úr Guds sjónarhorni.
  • Prædikarin 7.5:
    „Betri er at hoyra vísmenn deila enn dárar kvøða;“
    Onkuntíð er vísmaðurin stjórin, onkuntíð makin ella foreldrini, onkuntíð læknin, onkuntíð møguliga dómarin. Lurtar tú?
  • Fyrra Timoteusbræv 6.17:
    „… Gud, sum ríkliga gevur okkum alt at njóta.“
    Eg dugi ikki at hugsa mær eina størri tænastu enn at hjálpa øðrum at njóta lívið, Gud hevur givið okkum. Skal eg vera ærligur, so er tað eitt av lívsendamálum mínum at hjálpa øðrum at njóta lívið.
  • Nehemias 1.4-11 – Nehemias og leiðsla:
    Ein góður leiðari skilir, hvat skal gerast (v. 4). Hann er persónliga upptikin við tað, sum gerast skal (v. 5). Hann fer fyrst til Gud við tí, sum skal gerast (v. 5). Hann er sjálvur tøkur at taka sær av tí, sum skal gerast (v. 4-11).
  • Ein dag fert tú at hyggja aftur á tað, tú gjørdi í egnum vísdómi uttan at spyrja Gud, og tú fert at angra tað. At biðja – og eg sigi tað uppaftur – er ein avgjørd treyt.
  • Tað segðist um Hudson Taylor, at í 40 ár kom sólin ongantíð upp, uttan at hann lá á knøunum í bøn fyri hesum stóra landi.