Tey vágaðu lívið – C. T. og Priscilla Studd
Tá ið eg plagdi at vera á Zarepta sum ungur, var eitt, sum eyðkendi legurnar, denturin, sum varð lagdur á trúboðan í fremmandum londum. Ein av hetjunum var C.T. Studd (1860-1931).
Charles Thomas Studd
C.T. Studd var bretskur ríkmannasonur og gekk á navnframum og høgt virdum skúlum, men so broyttist alt. Pápin kom til trúgv undir eini møtirøð hjá D.L. Moody. C.T. hevur verið 17 ára gamal tá og kom sjálvur til trúgv nakað seinni. Tað var ein vitjandi prædikumaður, sum leiddi hann til Harran. Hesin spurdi C.T., hvønn hann veruliga livdi fyri, og spurningurin broytti lív hansara.
Teir vóru tríggir brøður – allir framúr góðir krickett spælarar. C.T. varð enntá kosin besti spælari í hesi tjóðarítrótt Bretlands, men so gjørdist beiggi hansara álvarsliga sjúkur. Hendingin hevði so stóra ávirkan á C.T., at hann valdi at fara út til teirra, sum ongantíð høvdu hoyrt evangeliið. Hann er endurgivin fyri at hava sagt: „Eg veit, at krickett fer ikki at vara, og æra fer heldur ikki at vara. Einki í hesum heimi varir. Tað einasta, sum varir, er at liva fyri heimin, sum kemur.“
Studd eggjaði eisini øðrum ungum monnum at fara út við evangeliinum. Og eftir at C.T. Studd og Stanley Smith, besti kappróðrarmaðurin á Cambridge, vóru góðtiknir av Innlendis Missión Kina, vórðu fimm aðrir næmingar á sama skúla sannførdir um at verða trúboðarar í sama kristniboðsfelagi. Teir nevndu seg „Cambridge seven“.
Fólk hildu tað vera ørskap, at ein so gávuríkur ungur maður við so góðum framtíðarútlitum sum C.T. Studd, skuldi blaka alt frá sær og fara til eitt fremmant land. Tað steðgaði honum tó ikki. Og í 1885 fóru hann og hinir seks í „Cambridge Seven“ til Kina.
Trý ár seinni møtti hann gentuni, sum bleiv kona hansara. Hon æt Priscilla og kom úr Írlandi. Í 1894 gjørdu heilsutrupulleikar, at tey noyddust at fara heimaftur til Onglands.
Tað var tó ikki leingi, til tey fóru avstað aftur, hesa ferð ikki til Kina, men India. Steðgurin í India bleiv ikki langur. Tey kendu, at Afrika kallaði, og fluttu til belgiska Kongo. Har vóru tey restina av lívinum.
Priscilla flutti heim í dýrdina í 1929 og C.T. í 1931.
Hesi orðini hjá Studd lýsa væl lív teirra:
Einans eitt lív, skjótt skal tað fara.
Einans tað, sum er fyri Kristus, skal vara.
Sjokuláta soldaturin
C.T. Studd skrivaði ein lítlan bókling, sum hann kallaði „The Chocolate Soldier“.
Hann er ikki mjúkur í lýsing sínari av slíkum hermonnum. Eg eri bangin fyri, at høvdu vit kenst, hevði hann helst hildið meg verið í so nógv av einum sjokuláta soldati. Og eg eri eisini bangin fyri, at Harri okkara hevði ikki verið ósamdur við hann. Tað stóra er, at kenna vit kærleika og náði Harrans, kunnu vit hvíla í Honum og tí tola slík skoðsmál. Tað týdningarmikla er, at vit ikki bara yppa øks, men skilja álvaran í at vera rættir hermenn og tí áhaldandi royna okkara ítasta.
Studd nýtir ofta orðafellið „sannur trúgvandi“. At vera sannur merkir, at onnur kunnu hava álit á okkum. Eingin okkara dámar, tá ið fólk ikki eru sonn.
Vit geva Studd orðið:
Allir sannir hermenn eru hetjur. Ein hermaður uttan hetjudirvi er ein sjokuláta soldatur.
Ein og hvør sannur trúgvandi er ein hermaður Kristusar í serflokki! Hann er djarvari enn tey djarvastu, hevur andstygd fyri mjúkum freistingum og lyftum um eitt lív í frið og náðum. Hann letur seg ikki ræða av óttanum fyri torførum umstøðum, sjúku og deyða. Nei, hann roknar slíkt fyri bestu vinir sínar.
Hini trúgvandi, sum eru øðrvísi, eru sjokuláta trúgvandi. Lukta tey eld, bráðna tey við tað sama. Tey eru bomm og sleikisneisir! Tey liva lív síni á einum glastallerki ella í eini pappdós, klødd í bleytum klæði, eitt sindur prýdd við hvítum pappíri fyri at varðveita sítt kæra lítla fínliga skap.
Her eru nakrar myndir av sjokuláta soldatum, sum Harrin Jesus Kristus tók sjálvur:
„So fór hann til hin og segði tað sama. Hann svaraði: „Ja, harri!“ – men fór ikki.“ Matteus 21.30
Hann segði: „Eg skal fara, tygum,“ og fór ikki. Hann segði, at hann skuldi fara til tey, sum ongantíð høvdu hoyrt, men bleiv fastur í kristindómi í staðin.
„Tí teir siga tað víst, men gera tað ikki!“ Matteus 23.3
Sjokuláta soldatar klára ikki at flyta seg. Teir siga, „Eg hevði viljað, at eg kundi, men eg kann ikki.“
Sonn trúgvandi eru ikki soleiðis. Nei, tey kenna seg væl í torførum umstøðum. Tey vita, at tað er alt fyri Kristusar skuld. Tey vænta stórverk frá Gudi, gera sítt ítasta og gera tað við gleði.
Gud er ikki sjokuláta framleiðari og verður tað heldur ikki. Nei, sonn Guds fólk hava altíð verið hetjur. Latið okkum fylgja í fótafetum teirra.
Hyggið at Paulusi. Hvussu fekk hann framt tað, sum hann útinti? Jú, tað var møguligt, tí hann spurdi ikki hold og blóð til ráðs, hann spurdi Gud.
Studd nevnir fleiri onnur dømir, sum øll prógva hetta sama. Sonn trúgvandi eru ikki sjokuláta soldatar.
Vit enda við sama sangi sum seinast:
Skal eg, ein krossins stríðsmaður,
sum lív og frelsu vann,
við Jesu navn nú skamma meg
og kennast ei við hann!
Skal eg nú spilla míni ár
til latan svøvn og dreym,
tá onnur toldu blóðigt stríð
og vunnu storm og streym!
Horatius Bonar (Skotl.), 1808-1889
(Victor Danielsen týddi)






