Seinasti sunnudagsskúli sunnudagin – bíbliuløtuna talar Jens Christian Olsen

Nú sunnudagin 14. juni verður seinasti sunnudagsskúlin áðrenn summarsteðgin, so vit vóna at síggja mong – eisini til bíbliuløtuna til okkum vaksnu kl. 13:00, har Jens Christian Olsen talar.

Seinasta sunnudag var fyrsta bíbliuløtan til tey vaksnu í sunnudagsskúlanum – ein løta, sum eydnaðist væl, har Símun Absalonsen talaði út frá Rómbrævinum, kapittul 1 og 2.

Nú sunnudagin kemur Jens Christian Olsen av Toftum at hava taluna í bíbliuløtuni kl. 13:00, har hann fer at taka fyrsta part av trimum um Efesusbrævið. Yvirskriftin er: „Eg í Honum“.

Hetta verður seinasti sunnudagsskúlin áðrenn summarsteðgin, so eftir sunnudagin verður ein steðgur, meðan skúlarnir hava summarfrí – byrjað verður aftur um hálvan august.

Enskt møti kl. 14:30

Monika og Tim Sharp skipa hvønn sunnudag fyri enskum møti, sum er frá kl. 14:30 til 15:30.

Á hesum møtum talar Tim Sharp, har hann gjøgnumgongur skriftirnar á ein skipaðan hátt.

Sigið endiliga øðrum frá um hesi møtini, sum serliga eru ætlað teimum enskttalandi, men her er týðandi at undirstrika, at øll eru hjartaliga vælkomin á hesi møti.

Evangeliskt møti kl. 18:00

Sunnukvøldið kl. 18:00 verður evangeliskt møti, har høvi er at tala og vitna um HARRAN Jesus.

Skráin sunnudagin í Betesda

11:00-12:15 Morgunmøti
12:15-13:00 Kaffi í gongini
12:30-13:00 Sunnudagsskúlin
13:00-13:30 Børnini í flokkar
13:00-13:30 Løta í salinum
14:30-15:30 Enskt møti
18:00-19:00 Evangeliskt møti

Øll eru hjartaliga vælkomin til øll hesi tiltøk og møti

🙂