Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Fyrsti busstúrurin á Palawan

29/05/2026

Tað var fyrstu ferð, eg var á Palawan. Vit høvdu bara verið á Filipsoyggjunum nakrar vikur. Cathy og børnini vóru eftir í Manila.

Eg visti tað ikki tá; men meðan eg var á Palawan, fór tiltikna „People Power Revolution“ fram í Manila. Tað var, tá ið Ferdinand Marcos, forseti, misti valdið og mátti flýggja. Hetta var í februar í 1986. Vit vistu, at støðan í landinum var spent. Val hevði verið í landinum, og tað var eyðsæð, at andstøðan hevði vunnið valið, men Marcos vildi ikki geva eftir. Jú, støðan var spent, men at tað skuldi enda við uppreistri, og so skjótt, tað høvdu vit ikki væntað. Høvdu vit tað, var eg neyvan farin til Palawan.

Eg lendi í høvuðsstaðnum á Palawan, Puerto Princesa, og skuldi síðan suður til flogstøðina hjá NTM (New Tribes Mission). Ferðin tók okkurt um fimm tímar við bussi. Í dag er túrurin bæði lættari og skjótari.

Eg skilti ikki málið, alt var fremmant. Ein trúboðari fór við mær á bussstøðina og segði ferðaseðlamanninum, hvagar eg skuldi.

Bussurin var gamal og kjokkfullur av fólki, vøru og øllum møguligum øðrum. Har var trongt og ringt at sita. Onkur hevði eina geit, og fleiri høvdu hanar við sær. Og so vóru tað grísarnir, sum vóru bundnir niður í eini rimagirðing aftast í bussinum.

Har var eitt støðugt trýst av fólki, sum kom upp í bussin at selja sodavatn, ís, egg, nøtur o.a. Júst sum í filmum.

Eg havi koyrt handa teinin óteljandi ferðir síðan, men henda fyrsta túrin gloymi eg ongantíð.

Støðan á sunnaru helvt av Palawan var spent; tað var serliga muslimunum, tú mátti ansa tær fyri. Tað var komið fyri, meira enn eina ferð, at teir høvdu sett eld á bussar. Enn høvdu teir ongantíð gjørt seg inn á ferðafólkið, bara bussarnar, men tú mátti vera varin. Og so var tað eisini vandin við gíslatøku. Enn var eingin tikin gísli á Palawan, men tað kundi altíð henda.

Meðan vit koyra, síggi eg – nakað aftan fyri meg – ein mann, sum eg merkti hevði eyguni við mær alla tíðina. Hann sá grummur út. Stardi ikki at mær beinleiðis, men hevði kortini eyguni við mær. Sum eg minnist tað, hevði hann langt feittut hár, langan frunt og sítt yvirskegg.

Tá ið vit høvdu koyrt einar tveir tímar, steðgaðu vit onkustaðni at eta. Bygdin, har vit steðgaðu, eitur Abu-abu, men tað visti eg ikki tá. Enn var alt fremmant.

Meðan eg standi uttan fyri bussin, síggi eg grumma mannin tosa við nakrar aðrar menn, og teir skeita allir at mær. Ikki ein serliga góð kensla.

Vit halda leiðina fram. Landslagið er stórsligið, fátæktin stór, tú merkir, at tú ert langt heimanífrá. Vit koyra yvir um nógvar brýr, allar lítlar og skirvisligar – als ikki skikkaðar til bussar. Eg var vísur í, at her fór at enda galið, men bussførarin visti, hvat hann gjørdi.

Bussurin steðgar í heilum, onkuntíð tí onkur skuldi av, og onkuntíð tí onkur skuldi uppí. Nú fer at skýma, og skjótt verður alt bølamyrkt.

Brádliga – mitt í myrkrinum – rópar grummi maðurin okkurt á filipinskum, og bussurin steðgar. Eg vendi mær, og grummi maðurin sigur við meg á flótandi enskum, meðan hann peikar á ljós longri yviri: „Hatta er flogstøðin hjá tykkum. Eg havi biðið ferðaseðlamannin vísa tær yvir.“

Maðurin hevði átikið sær at havt eyguni við mær. Hann visti, at skuldi hasin útlendingurin koma fram, mátti hann fáa alla ta hjálp, sum hann kundi fáa.

Eg lærdi nakað týdningarmikið henda túrin, bæði um filipinarar og Gud. Um filipinarar, at teir eru hjálpsamir og umsorgarfullir. Um Gud, at Hann meinti tað, tá ið Hann segði, at Hann skuldi altíð vera við okkum, líka til enda tíðarinnar (Matt. 28.20).

Hendingin minnir meg um eitt brot úr Narnia bókini „The Horse and His Boy“. Tað er tá ið leyvan Aslan, sum er ein mynd av Kristusi, sigur við høvuðspersónin í bókini, Shasta:

Eg var leyvan, sum noyddi teg at fara í part við Aravis. Eg var kettan, sum troystaði teg, tá ið tú vart í húsum teirra deyðu. Eg var leyvan, sum rak burt sjakalarnar, meðan tú svavst. Eg var leyvan, sum gav hestunum nýggja megi. Og eg var leyvan, sum tú ikki minnist, sum førdi bátin, tú lást í, sum barn, nær deyðanum. Tað var eg, sum lagaði tað so, at tú á miðjari nátt kom at landi, júst har onkur var at taka ímóti tær.

Hann er altíð har, men ofta skilja vit tað ikki. Vit mistaka Hann fyri onkran annan, ofta onkran, sum okkum ikki dámar.

Kanska hóskandi, at vit enda við Sálmi 139.7-12:

„Hvar skal eg fara undan Anda Tínum, og hvar skal eg flýggja undan ásjón Tíni!

Fari eg upp til Himmals, so ert Tú har, og reiði eg mær legu í deyðaríkinum – ja, so ert Tú har;

taki eg veingir morgunroðans, og festi eg búgv við ytsta mark havsins,

so leiðir hond Tín meg har við, høgra hond Tín heldur mær føstum.

Og sigi eg: „Myrkrið skal fjala meg, ljósið rundan um meg skal verða nátt!“

so er heldur ikki myrkrið Tær myrkt, og náttin er bjørt sum dagurin, myrkrið er sum ljósið.“

Tags: Jógvan Júst Rasmussen, Orð
Deil hetta
  • Deil á Facebook
  • Deil umvegis teldupost
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/05/Fyrsti-busstururin-a-Palawan.png 431 1138 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2026-05-29 07:00:002026-05-27 21:23:39Fyrsti busstúrurin á Palawan
Tær dámar møguliga eisini hetta
Pætur – ein klettur!
Á hóskvøldsmøti
Gamlir og góðir jólasálmar – fyrri partur
Ein ljósrípa í myrkrinum
Á bíbliutíma í kjallaranum í Betesda
Bíbliutektsur til 25.03.2020

Nýggjasta úr Orð

  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00
  • Á bíbliuskúla24/07/2026 - 07:00
  • Yvirkoyrdi smádrongurin – J. I. Packer10/07/2026 - 07:00
  • Bispurin, sum tordi at standa einsamallur – John Charles Ryle26/06/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Logos Hope í Føroyum25/08/2026 - 13:49
  • Petur á Roykheyggi talar mikukvøldið25/08/2026 - 13:16
  • Jákup Hansen talar sunnudagin23/08/2026 - 11:56
  • Sunnudagsskúlin sunnudagin kl. 12:30 – Símun Absalonsen talar í bíbliuløtuni23/08/2026 - 04:43
  • Sangkórið byrjar aftur at venja týskvøldið21/08/2026 - 13:05

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00
  • Á bíbliuskúla24/07/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top