Samkomudagur í Betesda, sunnudagin 16. august

Sunnudagin 16. august verður samkomudagur í Betesda, har vit ynskja og vóna at savna okkum øll í samkomuni, bæði børn, familjur, ung, tilkomin og eldri – øll somul eru hjartaliga vælkomin.

Skráin er í stuttum:
Kl. 11:00 Breyðbróting
Kl. 12:15 Kaffi í gongini
Kl. 12:30 Sunnudagsskúli
Kl. 13:00 Løta fyri vaksin í salinum, Símun Absalonsen talar
Kl. 13:30 Samkomudagur, har vit fáa at eta og hugna okkum saman við fleiri møguleikum fyri aktiviteti sum t.d. rógva við jollum, myndatøka, hoppiborgir, borðspøl, andlitsmáling o.s.fr.

Kl. 18:00 verður sangmøti, har fara Gunvá, Tóra, Steinvør og Pætur, sum fyrr mannaðu bólkin „Tiðnað“, at syngja. Somuleiðis Torkil, Dávur & co.
Eyðun Elttør talar, og felagssangur verður sjálvandi eisini.

Øll somul eru hjartaliga vælkomin