Zarepta-møti í Betesda sunnukvøldið – dópur verður
Á møtinum sunnukvøldið 19. mars kl. 18 verður kunnað um Zarepta, sunnudagsskúlin leiðir sangin, søga til børnini og ein boðskapur til tey vaksnu.
Maria á Lakjuni Simonsen kunnar um starvsfólkatørvin, Beinta Vang sigur eina søgu, Jógvan Skorheim og onnur frá sunnudagsskúlanum leiða felagssangin, og Joen Magnus Rasmussen hevur ein boðskap.
Eisini verður dópur á møtinum.
Eftir møtið verður møguleiki at tilmelda seg sum starvsfólk.
Hjartaliga vælkomin