At taka landið

Mangan hava vit bert hug at dvølja í Nýggja Testamenti (NT) ístaðin fyri at lesa Bíbliuna sum eina heild. Tað kann tykjast langdrigið og óviðkomandi at stríða seg ígjøgnum tekstir í Gamla Testamenti, og vit spyrja okkum sjálv, um nøkur nytta er í at lesa hesir tekstir? Hugaligari tykist at lesa um lív og læru Jesusar og brøvini, sum eru læran til samkomuna og okkum persónliga í dag.

Men hví lesa Gamla Testamentið (GT)?

Uttan GT hava vit ikki eina heilstoypta mynd av Gudi og Hansara frelsuætlan. Alt orð Guds er innblást av Honum og er nyttuligt til lærdóm. Tá ið vit koma at kenna GT betur, eins væl og NT, síggja vit hendan samanhangin, hetta mynstrið, sum er eitt heilvovið mynstur yvir Hansara søgu til okkara. Tað gongur ein reyður tráður ígjøgnum, og týdningarmikið er at fáa fatur á hesum tráði.

Vit hoyra mangan, at Gud er ikki hin sami í GT sum í NT. Vit hava ein nýggjan sáttmála at ganga eftir. Jú, satt er, at NT (Róm. 10,4) sigur, at Kristus er endi lógarinnar, hvørjum tí til rættvísi, sum trýr. Men Gud er hin sami. Hann er hin sami náðiríki Gud í GT, sum Hann vísir gjøgnum Jesus í NT.

Eg havi valt at taka dømi fram um Josva í hesi andakt. Vit kunnu spyrja – hvat hevur ísraelssøga og søgan um Josva at siga okkum í dag? Hvussu kann hetta gerast viðkomandi fyri okkara lív?

Flestu okkara kenna søguna. Tjóðin Ísrael verður myndað í Egyptalandi, har tey verða hildin trælir í 430 ár. Tey verða loyst úr trælahaldinum gjøgnum Móses og leidd út í oyðimørkina, har tey ferðast í 40 ár. Tey hava fingið lovað landið, sum longu er teirra. Landið, sum flýtur í mjólk og hunangi; men Móses fær bert loyvi til at skoða inn í landið, áðrenn hann doyr. Og av vaksna ættarliðinum, ið fór út av Egyptalandi, sleppur eingin inn í lovaða landið – eingin uttan Kaleb og Josva. Gud hevur útvalt Josva at føra tey inn í bardagan, sum er at taka landið frá fíggindanum, ið longu býr har.

Ísraelsfólk skal nú í bardaga við fólkið í landinum. Tey taka landið í smáum, bý fyri bý. Hetta gongur væl, men bara so leingi, sum tey gera, sum Harrin áleggur teimum. Eru tey trúgv og hava álit á Harran og tænara Hansara Josva, so vinna tey. Men eru tey ótrúgv, og óviðgjørd synd finst millum teirra, so tapa tey bardagan.

„Soleiðis tók Josva alt landið – júst sum HARRIN hevði sagt við Móses; og Josva gav Ísrael tað í ogn eftir deildum teirra, ætt eftir ætt. Og nú hevði landið frið eftir bardagan.“ Josva 11,23

Ísraelsfólk – hetta eyðmýkta og roynda fólkið, sum hevði reikað øll hesi ár í oyðimørkini og livað av manna, sum hvørki tey ella fedrar teirra kendu – so tey skuldu vita, at menniskjað livir ikki bert av breyði, men av hvørjum orði, ið gongur út av munni HARRANS – klæði teirra slitust ikki av kroppi teirra, og føtur teirra hovnaðu ikki – vann nú landið, tí Gud var við teimum, og tey gjørdu, sum Hann álegði teimum.

Gud hevur eisini lyfti til okkara í dag. Hann vil fremja Sína ætlan í okkum og gjøgnum okkum. Hann vil, at vit taka landið, sum er okkara. Fíggindin býr har, men Gud er sterkari og hevur vunnið á heiminum. Soleiðis eiga vit sigurin í Honum.

Her kunnu vit læra av døminum um Josva og ísraelsfólk.

Óivað hava ísraelsmenn, eins og Josva, verið bangnir og mótleysir at byrja við, tá ið teir hava staðið andlit til andlits við fíggindan, og eg ivist ikki í, at hetta hevur sæð ógjørligt út. Tí segði Gud við Josva (Josva 1,9):  

„Havi Eg ikki sagt við teg, at tú skalt vera hugreystur og sterkur, ikki missa mótið og ikki ræðast! Tí HARRIN Gud tín er við tær í øllum, sum tú fert undir at gera.“

Og ísraelsmenn hava fingið mót av nýggjum, eftir at Josva talaði til teirra, tí siga eisini teir við Josva (Josva 1,18): „… – ver bert hugreystur og sterkur!“

Fyrsti býur, tey skulu taka, er Jeriko við høgum múrum og læstum portrum. Men hvat skulu tey gera? Tey skulu ganga sjey ferðir rundan um býin, og múrarnir rapað!

Nei, um vit skilja! Men Gud ger arbeiðið.

Hvussu ofta munnu vit ikki kenna okkum býtt og ólogisk, tá ið vit í trúgv akta boðum Hansara?

Men Hann vil, at vit líta á Hann og Hansara arbeiði.

Okkara lív sum trúgvandi kann samanberast við søguna hjá Ísrael. Verða loyst úr trælahaldi, frelst, men enda í eini oyðimarkarferð. Hetta er ein royndartíð, har Gud eyðmýkir, roynir og styrkir okkum í innara menniskja okkara. Ein tíð, har Hann prógvar, hvør Hann er. Og eins og ísraelsfólk skulu vit taka landið. Vit skulu vaksa í Honum, taka meira land í ogn. Vit skulu vaksa við uppgávuni, og vit koma at síggja, hvussu stórur Hann veruliga er. Hvat Hann kann gera í okkum og gjøgnum okkum, tá ið vit eru Honum lýðin.

Trupulleikin er ofta, at vit royna í okkara egna vísdómi og okkara egnu styrki. Men tá koma vit ongan veg.

Josva var ikki einsamallur í hesum bardaga. Tað eru vit heldur ikki. Josva var eitt menniskja eins og eg og tú. Honum tørvaði eisini troyst og eggjan. Fleiri ferðir mátti Gud geva honum hesa troyst og sannføring. Hann tosaði við Josva gjøgnum hetta ørindið, eins væl og Hann tosar við okkum í dag gjøgnum sama ørindi (Josva 1,9):

„Havi Eg ikki sagt við teg, at tú skalt vera hugreystur og sterkur, ikki missa mótið og ikki ræðast! Tí HARRIN Gud tín er við tær í øllum, sum tú fert undir at gera.“