Hann hevði góðan vitnisburð frá brøðrunum
„Hann hevði góðan vitnisburð frá brøðrunum í Lystra og Ikonium. Hann vildi Paulus hava at koma við sær; …“ Ápostlasøgan 16.2-3
Ikki løgið, at Timoteus hevði so góðan vitnisburð frá brøðrunum. Hann prógvaði longu sum ungur, at hann var ein framúr álitismaður. Hetta verður alt meira sjónligt, sum vit fylgja Timoteusi ígjøgnum Skriftina. Í hesi greinini fylgja vit honum gjøgnum Ápostlasøguna og í komandi grein gjøgnum brøvini í Nýggja Testamenti.
Í Ápostlasøguni síggja vit álitið, sum Paulus hevði á honum, tá ið vit síggja stóra lutin, sum Timoteus hevði í verki Paulusar. Onkuntíð sendi Paulus hann undan sær til støð, har hann skuldi koma. Og onkuntíð læt hann Timoteus vera eftir og fullfíggja arbeiðið, eftir at hann fór víðari. Hetta hava verið krevjandi uppgávur. Vit mugu minnast, at umstøðurnar gjørdust buldrasligar næstan allastaðni, har teir komu. Tað hevur ikki verið bara bara – serliga hjá einum ungum manni sum Timoteusi.
Latið okkum fylgja honum, frá tí hann fer heimanífrá. Vit gera hetta ikki fyrst og fremst fyri at læra um, hvar Timoteus ferðaðist og um umstøðurnar, sum hann fann seg í. Vit gera hetta fyri at minna okkum á, at sami Heilagi Andi, sum virkaði í honum, vil eisini fegin virka í okkum. Tað týdningarmikla er jú ikki evnir okkara, men plássið, vit geva Harranum í lívi okkara.
Í Tessalonika (Áp. 17.1-9)
Ápostlasøgan nevnir ikki Timoteus í sambandi við Tessalonika, men vit vita sambært brøvini til samkomuna, at hann var har. Tey byrja við heilsanini: „Paulus, Silvanus og Timoteus – til …“ (1. Tess. 1.1 og 2. Tess. 1.1). Hann er eisini nevndur í triðja kapitli í fyrsta brævinum, versunum 1 til 7. Hann hevði – eins og Paulus og Silvanus – ein týðandi lut í, at evangeliið kom hagar.
Umstøðurnar í Tessalonika gjørdust so buldrasligar, at teir máttu rýma.
Í Berøa (Áp. 17.10-14)
Móttøkan í Berøa var góð at byrja við, men tað vardi ikki leingi, so broyttist alt, og mótstøðan gjørdist so hørð, at vit lesa:
„Tá sendu brøðurnir við tað sama Paulus avstað – líka at sjónum; men bæði Silas og Timoteus vórðu eftir har.“ Ápostlasøgan 17.14
Paulus kundi lata teir verða eftir, tí hann hevði álit á teimum.
Í Aten (Áp. 17.15-34)
Paulus kom til Aten, og teir, ið høvdu fylgt honum, fóru avstað aftur og høvdu boð við sær til Silas og Timoteus um at koma sum skjótast til hansara (17.15). Hann hevði brúk fyri teimum og visti, at teir fóru at koma.
Í Makedonia (Áp. 18.5)
„Táið Silas og Timoteus komu úr Makedonia, …“
Timoteus er ikki nevndur, tá ið Paulus fyrstu ferð kemur til Makedonia – tað er í Ápostlasøguni 16. kapitli og versini 9 til 40. Møguliga hevur hann verið aðrastaðni í ørindum. Vit vita ikki umstøðurnar.
Versið omanfyri sipar til einaferð Silas og Timoteus koma aftur av ferð í Makedonia. Vit kenna ikki umstøðurnar. Møguliga hevur tað havt okkurt við fíggjarligan stuðul at gera. Paulus vísir á, bæði í Seinna Korintbrævi 11.9 og í Filippibrævinum 4.15, at hann fekk fíggjarligan stuðul úr Makedonia.
Í Korint (Áp. 18.1-18)
Paulus kom hagar einsamallur. Tað var ikki fyrr enn rættilig gongd var komin á hjá honum, at Silas og Timoteus eisini komu hagar.
Í Efesus (Áp. 19.22)
Vit vita ikki, júst nær Timoteus kom hagar. Sagt verður bert óbeinleiðis, at hann var har.
Aftur í Makedonia (Áp. 19.22)
Hesa ferð er felagi hansara ikki Silas, men Erastus. At teir vórðu sendir hagar, vísir aftur álitið, ið Paulus hevði á teimum.
Í Troas (Áp. 20.4-12)
„Í fylgi við honum [Paulusi] til Asia vóru Sopater, sonur Pyrrus, úr Berøa, av Tessalonikamonnum Aristarkus og Sekundus, Gajus úr Derbe og Timoteus, og Týkikus og Trofimus úr Asia. Hesir fóru undan og bíðaðu eftir okkum í Troas.“ Ápostlasøgan 20.4-5
Hetta er síðstu ferð, at Timoteus er nevndur í Ápostlasøguni. Hann var tannáringur, tá ið vit møttu honum fyrstu ferð, nú vit siga honum farvæl í Ápostlasøguni, er hann miðskeiðis í tríatiárunum.
Hóast Ápostlasøgan ikki sigur meira um hann, vísa brøvini í Nýggja Testamenti, at Timoteus áhaldandi var trúgvi samverkamaður Paulusar til tað síðsta. Hann hevði havt góðan vitnisburð frá brøðrunum, tá ið hann var ungur (Áp. 16. 3-4), og góði vitnisburður hansara eyðkendi hann alt lívið.
„Hann hevði góðan vitnisburð frá brøðrunum í Lystra og Ikonium. Hann vildi Paulus hava at koma við sær ...“ Ápostlasøgan 16.2-3
Tað hevur verið so væl sagt:
Munur er á at duga at avleggja ein góðan vitnisburð og at hava ein góðan vitnisburð!