Av bókahillini: Tvey fyridømi
Richard Wurmbrand og Corrie ten Boom
„Bróðurkærleikin vari við!“ (Hebr. 13.1).
„Minnist fangarnar, sum høvdu tit sjálv verið fangar við! Minnist tey, sum ilt líða, sum tey, ið eisini sjálv eru í likami!“ (Hebr. 13.3).
Nakað herfyri leitaði eg aftur í tvær bøkur, sum eg las fyrstu ferð fyri nógvum, nógvum árum síðan, so langt síðan, at eg las tær á donskum. Dugdi ikki at lesa enskt tá. Eg fór til Amerika sum 17 ára gamal – sigur eitt sindur um, hvussu langt síðan, tað var.
Á donskum eita bøkurnar „Tortur – for Kristi skyld“ og „Skjulestedet“. Nú eg vitjaði tær aftur, var tað á enskum – „Tortured for Christ“ og „The Hiding Place“ – og heldur enn at lesa tær, lurtaði eg eftir teimum sum ljóðbøkur.
Latið okkum við góðari siðvenju fyri eyga nýta føroysku heitini, sum kundu verið: „Píndur – fyri Kristusar skuld“ og „Goymistaðið“.
Í bókini „Píndur – fyri Kristusar skuld“ sigur Richard Wurmbrand, sum var rumeni, frá óhugnaligu líðingunum, sum hann fór ígjøgnum undir kommunistiska stýrinum í Rumenia. Hann vitjaði Føroyar síðst í sjeytiárunum, og talurnar frá tí vitjanini eru á heimasíðuni hjá EVR.
Í bókini „Goymistaðið“ sigur Corrie ten Boom frá øllum tí óhugnaliga, sum hon leið undir nasistunum, tí hon, systir hennara og pápi teirra saman við øðrum goymdu jødar í heimi teirra. Av teimum trimum var tað bara Corrie, sum kom frá tí við lívinum.
Hjartatátturin í báðum bókunum er, hvussu Gud gav teimum megi at elska og fyrigeva teimum, sum høvdu verið so ónd ímóti teimum. Løgið, hetta við kærleika og fyrigeving. Tað er so grundleggjandi, at vit vita øll, at tað er sjálvsagt, at vit eiga at fyrigeva, og kortini má eg sláa meg fyri bróstið og viðganga, hvussu stutt, eg eri komin. Jú, okkum dámar at tosa um kærleika og fyrigeving, men ofta røkkur tað ikki djúpari, enn at okkum dámar tey, sum vit halda dáma okkum, og okkum dámar ikki tey, sum ikki dáma okkum. Aftur og aftur tørvar okkum at verða mint á frásagnir sum tær, vit lesa um í hesum báðum bókunum.
Alt hetta minnir meg á einaferð, eg leiddi ein bíbliubólk í Puerto Princesa. Eitt kvøldið var evnið kærleiki og fyrigeving. Eg endurgav nógv vers og helt meg duga nøkulunda væl at tosa um evnið.
Meðan bíbliutímin soleiðis fer fram, sigur ein maður í bólkinum – Job eitur hann – at hetta var júst tað, sum Harrin hevði lært hann. Kona hansara var myrd fyri nøkrum árum síðan, og hann visti væl, hvør hevði gjørt tað, men politiið hevði bara ikki nóg góð prógv at handtaka mannin. „Eg havi lært,“ segði hann, „at lata Harranum tað upp í hendur og ikki loyva mær sjálvum at gerast hevnisøkin. Tí er tað so týdningarmikið at duga at fyrigeva.“
Eg minnist, hvussu býttan eg kendi meg. Hvat í allari víðu verð billaði eg mær inn at „læra“ slík fólk um fyrigeving? Tað var hann, sum skuldi lært meg og ikki øvugt.
Úr „Píndur – fyri Kristusar skuld“
„Eg havi sæð kristin í kommunistafongslum, bundin um føturnar við leinkjum, sum vigaðu meira enn 20 kilo. Pínd við gløðandi eldskørum, samstundis sum tey vóru noydd at fylla munnin við skeiðum av salti uttan at fáa vatn og mat. Alt hetta meðan tey vóru pískað, og kuldi píndi tey. Eg havi sæð, hvussu hesi – samtundis sum tey liðu á henda hátt – vóru í inniligari bøn fyri kommunistunum. Menniskjaliga er tað ómøguligt. Tað er kærleiki Kristusar útheltur í hjørtum teirra líðandi.
Úr „Goymistaðnum“
Samstundis sum illir, hevnisamir tankar kókaðu innan í mær, gekk tað upp fyri mær, at Jesus Kristus var deyður fyri henda mannin. Skuldi eg so biðja um nakað annað enn tað, sum Jesus vildi, at eg skuldi biðja? „Harri Jesus,“ bað eg, „fyrigev mær og hjálp mær at fyrigeva honum … Jesus, eg megni ikki at fyrigeva honum. Gev mær tína fyrigeving …“ Og so skilti eg, at heimsins grøðing hvílir líka lítið á mínari fyrigeving, sum tað ger á mínari góðsku. Hon hvílir á Honum. Tá ið Hann biður okkum elska fíggindar okkara, gevur Hann okkum saman við boðnum at gera tað eisini sjálvan kærleikan at gera tað.