Betesda høvuðsreingjørt

Leygarmorgunin fóru umleið 30 kvinnur og menn til verka og góvu Betesda eina høvuðsreingerð.

Tað mesta av húsinum bleiv vaskað og skimmað. Jú sanniliga, “ídni er menniskjanum dýrabarur skattur”, sum skriftin sigur.

Vit kunnu sanniliga vera takksom fyri tær mongu tænastur, sum verða gjørdar í tí stilla.