Kvinnumøti verður fríggjakvøldið
Vit gleða okkum at bjóða tær vælkomnari til eitt hugnaligt og gevandi kvinnukvøld í Betesda! ❤️
📅 Fríggjakvøldið 20. november kl. 20.00
🌷 Anna Maria Joensen talar.
Tak vinkonuna, mammuna, systur ella grannakonuna við, og kom til eina góða løtu í felagsskapi.
Vit fara at syngja saman, lurta eftir Guds orði og njóta ein góðan drekkamunn og hugna okkum saman.
Allar eru hjartaliga vælkomnar! ❤️
Vit gleða okkum at síggja teg! 🌸

