Bíbliulestrarvika
Í samband við Bíbliulestrarvikuna í komandi viku verður talað út frá Fyrra Korintbrævi, kapittul 15.
Á møtinum mikukvøldið 13 desember, tala Stig Elttør og Kristian Hansen út frá 15:1-19. Jógvan Mortensen o.o. leiða felagssangin og Kvartettin í Betesda syngur tveir sangir. Eftir møtið verður ein drekkamuður.
Av tí at tað verður eitt sangmøti komandi sunnukvøld, verður seinasti parturin av hesari bíbliulestrarvikuni á morgunmøtinum 17. desember. Tá kemur Kári Østerø at tala út frá 1. Kor. 15:20-34.
Møtið mikukvøldið verður stroymt, meðan á morgunmøtinum verður tað bara talan, ið verður stroymd. Stroymingin fer fram á heimasíðuni hjá Betesda.
Hjartaliga vælkomin.