Bíbliulestrarvika

Kæru náðisystkin.

Nú er aftur bíbliulestrarvika á skránni.

Frá sunnudegnum 28. juni til leygardagin 4. juli fara vit at heita á samkomuna um at lesa evangeliið eftir Markus, frá kapittul 7, 24 til kapittul 8, 30.

Setið tíð av at lesa tekstin hvønn dag í vikuni, og biðið Heilaga Andan tala til tykkara ígjøgnum tekstin. Samtalið eisini við onnur trúgvandi um tað, tit fáa burtur úr tekstinum.

Vit enda vikuna við einum samkomumøti sunnukvøld kl. 18.00 í Betesda. Hetta møtið verður eisini stroymt beinleiðis umvegis heimasíðuna hjá Betesda.

Sigið endiliga teimum frá, ið eru uttanlanda, og teimum, sum ikki fáa verið við. Vit biðja, at Heilagi Andin skal lata … “orð Kristusar búgva ríkliga millum okkara, so vit í øllum vísdómi læra og áminna hvønn annan við sálmum, lovsongum og andaligum vísum og syngja yndisliga í hjørtum okkara fyri Gudi!”

Harrin signi tykkum øll.