Bíbliulestrarvika – Jákup Hansen talar
Mikukvøldið kl. 20 er uppbyggingarmøti. Í samband við at komandi vikan er bíbliulestrarvika, fara vit á møtinum mikukvøldið at hoyra Jákup Hansen tala út frá kapittul 5:5-21 í Fyrsta brævi Jóhannesar.
Eftir møtið verður ein drekkamunnur.
Møtið verður stroymt á heimasíðuni hjá Betesda.
Øll eru hjartaliga vælkomin.