Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Nøkur møti byrja aftur í Betesda í komandi viku

17/12/2021

Eftir at Betesda nú í fleiri vikur hevur verið afturlatið vegna korona-smittuna, er avgerð nú tikin um at byrja aftur, hóast tað í fyrsta umfari ikki verður í fult mát.

Nú koronasmittu-tølini í Norðoyggjum seinastu vikurnar og dagarnar hava verið lækkandi, kunnu vit umsíðir lata dyrnar varisliga uppaftur í Betesda.

Mánakvøldið 20. desember kl. 20:00 verður bønarmøti, mikukvøldið 22. desember kl. 20 verður uppbyggingarmøti, og hóskvøldið 23. desember kl. 20:00 verður ungdómsmøti. Hesi møti verða hildin við atliti at teimum almennu tilmælunum í mun til korona, og verður tí mint á at halda hesi.

Um jólini verða eingi møti í salinum, men vónandi verða onkur møti stroymd hesar dagarnar.

Millum jól og nýggjár verða aftur bønamøti mánakvøldið 27. desember kl. 20, uppbyggingarmøti mikukvøldið 29. desember kl. 20 og ungdómsmøti hóskvøldið 30. desember kl. 20.

Leiðslan

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2019/12/betesda-uncut.png 800 1200 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2021-12-17 20:55:062021-12-17 20:55:32Nøkur møti byrja aftur í Betesda í komandi viku

Daniel Hansen talar hóskvøldið

10/11/2021

Hóskvøldið 11. november kl. 20 ert tú vælkomin á netmøti við Daniel Hansen, sum er sonur Petur Hansen. Hann tosar um tænastuna hann og Kristina er í, og síðani hevur hann eitt orð.

Nú í november eru Daniel og Krissy Hansen komin til Føroya. Tey eiga ein son sum eitur Zephaniah (Zefanias) og er 10 mánaðar gamal. Komandi vár hava tey ætlanir um at fara til Asia sum trúboðarar. Daniel er sonur Rachel og Petur Hansen, sum eru trúboðarar við NTM. Daniel vaks upp í Papua Ný Guinea, har foreldur hansara virkaðu í Mangseng ættarbólkinum. Krissy er fødd í Ukraina. Hon var ættleidd av eini amerikanskari familju, og vaks upp í Indiana, USA. Krissy og Daniel komu at kennast ímeðan tey gingu á trúboðara venjingarskúla í USA. Tey giftust í juni mánaði í 2019. Komandi vár liggur leiðin til Stillahavs-Asia, við tí fyri eyga at fara út til ein ættarbólk at virka. Fyrst skulu tey tó læra høvuðsmál, og tekur hetta 2 ár. Síðani er ætlanin at flyta inn í ein ættarbólk at læra mál og mentan, fyri síðani at prædika gleðiboðskapin. Vónin er at fólk taka við boðskapinum, og ein samkoma sett á stovn.Tey hava ætlanin er at vitja nakrar samkomur, ímeðan tey eru í Føroyum. Um tú vilt í samband við tey, skriva okkum eini boð her á facebook, ella send okkum ein teldupost á ntm(@)mail.foTey eru í Føroyum 2. til 18. november. #tillthelasttribeisreached

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2021/11/250510454_10158194997572109_7399911245032178056_n.jpg 720 960 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2021-11-10 22:00:212021-11-10 22:52:10Daniel Hansen talar hóskvøldið

Christmas Child eskjur lastast inn 14. november

09/11/2021

Vegna koronatilmælini kunnu vit ikki hava sunnudagsskúla 14. november.

Møguleiki verður tó at lata Christmas Child eskjurnar inn í Betesda sunnudagin 14. november kl. 15-17.

Les meira um Christmas Child og hvussu tú pakkar eskjur her.

Minnist til at lata 40kr við hvørji eskju ella flyt peningin á konto 9181-1403917 í Betri Banka. Peningurin verður brúktur til at rinda flutningin av eskjunum.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2021/11/image.png 1260 2400 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2021-11-09 10:39:392021-11-12 10:22:00Christmas Child eskjur lastast inn 14. november

Bíbliutímar í Betesda 16. okt

11/10/2021
Read more
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2021/10/Bibliutimar-5.jpg 630 1200 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2021-10-11 18:04:482021-10-11 18:04:49Bíbliutímar í Betesda 16. okt

Evangeliskt møti í Betesda

02/10/2021

Sunnukvøldið 3. oktober kl. 18

Óli á Grømma og kvartettin í Betesda luttaka. 

Øll eru hjartaliga væl komin

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2021/05/9C12D182-4A89-4146-A9AB-C0BAF982252C.jpeg 773 951 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2021-10-02 12:01:082021-10-02 12:03:07Evangeliskt møti í Betesda

Evangelisk møtirøð byrjar í Betesda

22/09/2021

Evangelisk møtirøð verður í Betesda frá í mikukvøldinum 22. september til sunnukvøldið 26. september.

Petur á Roykheyggi, Áron á Roykheyggi, Jens Bech og aðrir koma at hava orðið.

Møtini verða hesi:

Mikukvøldið 22/9 kl. 20: Uppbyggingarmøti

Hóskvøldið 23/9 kl. 20: Ungdómsmøti

Fríggjakvøldið 24/9 kl. 20: Evangeliskt møti

Leygarkvøldið 25/9 kl. 20: Evangeliskt møti

Sunnukvøldið 26/9 kl. 18: Evangeliskt møti

Á møtunum um vikuskiftið fara ymsar sangkreftir at luttaka. Eitt nú fer Jógvan Mortensen við bólki at syngja fríggjakvøldið, og tripletrioin í Ebenezer fer at syngja sunnukvøldið.

Øll eru hjartaliga vælkomin 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2021/09/image.jpeg 1241 1754 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2021-09-22 20:13:512021-09-22 20:13:52Evangelisk møtirøð byrjar í Betesda

„Bøn fyri Afganistan“

03/09/2021

Bønarmøtið 6. september kl. 20 verður skipa og evnið verður „Bøn fyri Afganistan“

Sámal Mikkelsen og Høgni Johannesen greiða frá, um støðuna í landinum, hjá teimum kristnu og hvussu vit kunna biðja fyri teimum

Øll eru hjartaliga vælkomin.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/05/Afghanistan.jpg 630 1200 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2021-09-03 12:42:042021-09-03 12:42:06„Bøn fyri Afganistan“

Óli á Grømma Jacobsen takar á møtinum mikukvøldið kl. 20

25/08/2021

Judy og Óli Jacobsen eru komin heim til Føroya á vitjan í nakrar vikur.

Hesa tíðina fara tey at vitja ymsar samkomur, so sum avmarkaða tíðin liyvir, og eisini verða tey við og koma at luttaka á legum í Zarepta.

Tey hava í mong ár virkað sum trúboðarar og eru í dag partur av leiðsluni fyri trúboðanarfelagsskspin NTM.

Á uppbyggingarmøtinum mikukvøldið 25. august kl. 20 kemur Óli at hava ein boðskap til okkum.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2021/05/Judy_og_Oli_29-09-17.jpg 600 907 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2021-08-25 10:26:382021-08-25 10:26:38Óli á Grømma Jacobsen takar á møtinum mikukvøldið kl. 20

Stuðla verkinum á Zarepta

12/07/2021

Um Harrin leggur tær á hjarta at stuðla verkinum á Zarepta, so kanst tú gera tað við at lata vørur.

Týsmorgun millum kl. 7:30-10 kunnu vørur kunnu latast inn í Betesda. Kl 10:00 kemur bilurin frá Zarepta og avheintar vøruna.

Latið okkum hava hetta í huga, og geva eftir førimuni. Biðið fyri verkinum har vesturi, at Harrin skal signa legurnar og geva ríkan ávøkstur.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2021/04/13613303_1720280434912792_1691246778520872763_o.jpg 639 1136 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2021-07-12 07:20:262021-07-12 07:21:26Stuðla verkinum á Zarepta

Summarmøti í Betesda

03/07/2021

Aftur í ár fara vit at bjóða øllum hjartaliga vælkomin til summarmøti í Betesda. Evnið fyri møtini í ár er: Hvør er Jesus? “Eg eri”-útsagnir Jesusar í Jóhannesar evangelium.

Hvørt møti verður skipað soleiðis: Fyrri parturin av møtinum verður skipaður, meðan seinni parturin verður opin. T.v.s siga at ein og hvør, ið hevur eitt orð, ein vitnisburð ella ein sang frá Harranum, er vælkomin at luttaka.

Summarmøtini byrja sunnudagin 4. juli kl.18.00. Tá fer Rógvi Joensen at tala um Jóh. 6.35, har Jesus sigur „Eg eri breyð lívsins“. Gunnvá við Keldu leiðir sangin.

Vit síggjast í Betesda!

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2021/07/Summarmotir-2021.jpg 630 1200 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2021-07-03 15:48:332021-07-03 15:52:44Summarmøti í Betesda
Page 42 of 43«‹40414243›

Nýggjasta úr Orð

  • Burturvilstir feðgar16/10/2026 - 07:00
  • Maður hevði tveir synir02/10/2026 - 07:00
  • Bønarløtan01/10/2026 - 12:50
  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Høgni Johannesen í Betesda mikukvøldið20/10/2026 - 21:25
  • Kunngerðir17/10/2026 - 21:17
  • Høgni Johannesen talar í Betesda sunnukvøldið kl. 18 – dópur verður16/10/2026 - 22:54
  • Mannfólkadagur leygardagin 17. okt15/10/2026 - 20:42
  • John í Skemmuni talar í Betesda mikukvøldið14/10/2026 - 07:57

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Burturvilstir feðgar16/10/2026 - 07:00
  • Maður hevði tveir synir02/10/2026 - 07:00
  • Bønarløtan01/10/2026 - 12:50
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top