Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Bíbliutímar í Betesda

13/03/2022

Hvat eyðkennir kristna lívið?

Leygardagin 19. mars verða bíbliutímar í Betesda frá kl. 10-13.
Evnið er: Missión.

Tað eru Kristian Hansen og Sámal Mikkelsen sum tala. Torkil Mørkøre og Durita Isaksen syngja.
Ein spurnarløta verður eftir miðmálan. Bíbliutímarnir vera upptiknir og lagdir á betesda.fo

Kaffi, te og okkurt afturvið verður ímillum Bíbliutímarnar og borðreitt verður við miðmála kl. 12.

Tilmelding er her á síðuni niðanfyri.

Seinasta freist at melda til er fríggjadagin 18. mars.

TILMELDING HER 

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/03/Bibliutimar7.jpg 630 1200 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2022-03-13 11:38:002022-04-01 21:41:13Bíbliutímar í Betesda

Neyðhjálp til tey ukrainsku flóttafólkini

08/03/2022

Leiðslan hevur tikið avgerð um at lata allan peningin, sum kemur inn sunnumorgunin 13-03-2022, fara óskerdan til tey neyðstøddu flóttafólkini í Ukraina. Hetta hava vit eisini kunnað um á okkara seinastu samkomufundum.

Í næstum verða eisini smá kort løgd í gongina í Betesda við upplýsingum um kontunummar, har stuðul til Ukraina kann flytast.

Avgjørt er, at vit í samkomuni í Betesda samskipa okkara Ukraina-hjálp við samkomuna í Ebenezer í Havn. Hetta merkir, at alt, sum kemur inn, verður flutt á kontu hjá Ebenezer.

Higartil er yvir 2 mió. fólk flýdd um markið til grannalond sum Pólland og Rumenia. Hesi treingja til hjálp á staðnum.

Tað, sum kemur inn, verður latið til lond, sum hava mark við Ukraina, við tí fyri eyga, at hjálpin kann koma flóttafólkunum tilgóða.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/02/IMG_2692.jpg 1560 1170 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2022-03-08 16:41:022022-04-01 21:41:24Neyðhjálp til tey ukrainsku flóttafólkini

Høvuðsreint í Betesda

08/03/2022

Komandi leygardag – hin 12. marts 2022 – fara vit at gera høvuðsreint í Betesda.

Morgunmatur verður at fáa frá klokkan 9 og vit byrja at vaska umleið klokkan 9:30.
Um middagsleitið verður døgurði at fáa, síðani verður hildi fram við reingerðini til út á seinnapartin.

Ikki neyðugt at tekna seg.

Við vón um góða uppmøting.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2019/12/Betesda.png 800 1200 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2022-03-08 10:08:162022-04-01 21:41:33Høvuðsreint í Betesda

Bønamøti – Rannsaka meg, Gud, og kenn hjarta mítt…

06/03/2022

Bønarmøtið 7. mars kl. 20 verður skipa og evnið verður Sálmur 139:23-24

Rannsaka meg, Gud, og kenn hjarta mítt, royn meg og kenn hugsanir mínar! Vita, um eg eri á vanlukkuleið, og leið meg hin æviga vegin!

Sámal Mikkelsen kemur at tala út frá evninum og Uni Gregersen hevur eina sangframførðslu.

Legg alt gerandisstrev til síðis eina løtu, og kom á bønarmøtið, har vit steðga á eina løtu í rannsakan og bøn.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2021/10/rannsaka-meg.png 630 1200 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2022-03-06 10:35:002022-03-06 10:35:30Bønamøti – Rannsaka meg, Gud, og kenn hjarta mítt…

Bøn fyri Ukreina mánakvøldið

28/02/2022

Á bønarmøtinum mánakvøldið 28. februar 2022 kl. 20 verður dentur lagdur á at biðja fyri støðuni í Ukreina.

Greitt verður eitt sindur frá umstøðunum og møguligum bønarevnum í krígsherjaða landinum.

Øll eru hjartaliga vælkomin

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/02/IMG_2692.jpg 1560 1170 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2022-02-28 12:16:492022-02-28 12:23:12Bøn fyri Ukreina mánakvøldið

Sunnudagin 23. januar byrja møtini og sunnudagsskúlin aftur

20/01/2022

Komandi sunnudag, 23. januar 2022, kunnu vit umsíðir aftur bjóða til breyðbróting, sunnudagsskúla og evangeliskt møti – verið hjartaliga vælkomin.

Eftir at vit nú í nakrar vikur hava hildið møtini mitt í viku, er tíðin nú komin at lata enn meir upp fyri virkseminum í Betesda.

Seinastu vikurnar er virksemið í samfelagnum sum heild latið alsamt meir upp, og myndugleikarnir hava stigvíst linkað tilráðingarnar.

Tað er í tráð við hesa gongd, at vit í leiðsluni fyri Betesda nú hava tikið avgerð um, at vit frá og við komandi sunnudegi byrja aftur við møtunum og sunnudagsskúlanum.

Sostatt verða vikuligu møtini í Betesda nú hesi:

Sunnudag:        Kl. 11:00 Breyðbróting

Sunnudag:        Kl. 12:30 Sunnudagsskúli

Sunnukvøld:      Kl. 18:00 Evangeliskt møti

Mánakvøld:      Kl. 20:00 Bønarmøti

Mikukvøld:       Kl. 20:00 Uppbyggingarmøti

Hóskvøld:         Kl. 20:00 Ungdómsmøti

Leygarkvøld:     Kl. 21:00 Opið hús

Tiltøkini verða framhaldandi hildin í tráð við almennu tilráðingarnar. Mint verður á at halda frástøðu og handreinføri.

Vit gleða okkum at síggja tykkum – hjartaliga vælkomin 🙂

Leiðslan

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/01/Betesda.jpg 479 1216 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2022-01-20 09:40:392022-01-20 09:40:41Sunnudagin 23. januar byrja møtini og sunnudagsskúlin aftur

MØTINI MITT Í VIKU HALDA FRAM

03/01/2022

Eftir at Betesda í fleiri vikur var afturlatið vegna korona-smittuna, boðaðu vit tann 17. desember frá, at avgerð var tikin um lata dyrnar varisliga uppaftur í Betesda.

Síðani hava hesi møtir verið hildin: *mánakvøld kl. 20 bønarmøti,
– mikukvøld kl. 20
– uppbyggingarmøti, og
– hóskvøld kl. 20 ungdómsmøti.

Nú vit eru farin inn í eitt nýtt ár, skal verða sagt frá, at vit halda fram við at halda møtini mánakvøld, mikukvøld og hóskvøld, meðan vit enn bíða við at byrja aftur við øðrum møtum og virksemi í salinum.

Hesi møti verða hildin við atliti at almennu tilmælunum um reinføri og frástøðu, og verður tí mint á at halda hesi.

Við ynskjum um eitt av HARRANUM signað nýggjár. Leiðslan

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/04/trygt-grundarlag.png 1000 1500 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2022-01-03 11:37:332022-01-03 11:42:17MØTINI MITT Í VIKU HALDA FRAM

Nøkur møti byrja aftur í Betesda í komandi viku

17/12/2021

Eftir at Betesda nú í fleiri vikur hevur verið afturlatið vegna korona-smittuna, er avgerð nú tikin um at byrja aftur, hóast tað í fyrsta umfari ikki verður í fult mát.

Nú koronasmittu-tølini í Norðoyggjum seinastu vikurnar og dagarnar hava verið lækkandi, kunnu vit umsíðir lata dyrnar varisliga uppaftur í Betesda.

Mánakvøldið 20. desember kl. 20:00 verður bønarmøti, mikukvøldið 22. desember kl. 20 verður uppbyggingarmøti, og hóskvøldið 23. desember kl. 20:00 verður ungdómsmøti. Hesi møti verða hildin við atliti at teimum almennu tilmælunum í mun til korona, og verður tí mint á at halda hesi.

Um jólini verða eingi møti í salinum, men vónandi verða onkur møti stroymd hesar dagarnar.

Millum jól og nýggjár verða aftur bønamøti mánakvøldið 27. desember kl. 20, uppbyggingarmøti mikukvøldið 29. desember kl. 20 og ungdómsmøti hóskvøldið 30. desember kl. 20.

Leiðslan

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2019/12/betesda-uncut.png 800 1200 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2021-12-17 20:55:062021-12-17 20:55:32Nøkur møti byrja aftur í Betesda í komandi viku

Daniel Hansen talar hóskvøldið

10/11/2021

Hóskvøldið 11. november kl. 20 ert tú vælkomin á netmøti við Daniel Hansen, sum er sonur Petur Hansen. Hann tosar um tænastuna hann og Kristina er í, og síðani hevur hann eitt orð.

Nú í november eru Daniel og Krissy Hansen komin til Føroya. Tey eiga ein son sum eitur Zephaniah (Zefanias) og er 10 mánaðar gamal. Komandi vár hava tey ætlanir um at fara til Asia sum trúboðarar. Daniel er sonur Rachel og Petur Hansen, sum eru trúboðarar við NTM. Daniel vaks upp í Papua Ný Guinea, har foreldur hansara virkaðu í Mangseng ættarbólkinum. Krissy er fødd í Ukraina. Hon var ættleidd av eini amerikanskari familju, og vaks upp í Indiana, USA. Krissy og Daniel komu at kennast ímeðan tey gingu á trúboðara venjingarskúla í USA. Tey giftust í juni mánaði í 2019. Komandi vár liggur leiðin til Stillahavs-Asia, við tí fyri eyga at fara út til ein ættarbólk at virka. Fyrst skulu tey tó læra høvuðsmál, og tekur hetta 2 ár. Síðani er ætlanin at flyta inn í ein ættarbólk at læra mál og mentan, fyri síðani at prædika gleðiboðskapin. Vónin er at fólk taka við boðskapinum, og ein samkoma sett á stovn.Tey hava ætlanin er at vitja nakrar samkomur, ímeðan tey eru í Føroyum. Um tú vilt í samband við tey, skriva okkum eini boð her á facebook, ella send okkum ein teldupost á ntm(@)mail.foTey eru í Føroyum 2. til 18. november. #tillthelasttribeisreached

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2021/11/250510454_10158194997572109_7399911245032178056_n.jpg 720 960 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2021-11-10 22:00:212021-11-10 22:52:10Daniel Hansen talar hóskvøldið

Christmas Child eskjur lastast inn 14. november

09/11/2021

Vegna koronatilmælini kunnu vit ikki hava sunnudagsskúla 14. november.

Møguleiki verður tó at lata Christmas Child eskjurnar inn í Betesda sunnudagin 14. november kl. 15-17.

Les meira um Christmas Child og hvussu tú pakkar eskjur her.

Minnist til at lata 40kr við hvørji eskju ella flyt peningin á konto 9181-1403917 í Betri Banka. Peningurin verður brúktur til at rinda flutningin av eskjunum.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2021/11/image.png 1260 2400 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2021-11-09 10:39:392021-11-12 10:22:00Christmas Child eskjur lastast inn 14. november
Page 40 of 41«‹38394041›

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Jákup Eli talar mikukvøldið – roknskaparfundur aftaná23/09/2026 - 07:29
  • Eldrahugni í Betesda22/09/2026 - 18:43
  • Símun Absalonsen í bíbliuløtuni fyri vaksin – sunnudagsskúlin í Betesda19/09/2026 - 18:22
  • Hví blivu tey trúboðarar?17/09/2026 - 18:39
  • Peter og Rachel Hansen í Betesda mikukvøldið16/09/2026 - 08:58

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top