Else og Poul Jóhan Djurhuus í Betesda sunnukvøldið kl. 18 – sangkórið syngur

Á møtinum í Betesda sunnukvøldið 8. desember kl. 18 fara Else og Poul Jóhan Djurhuus at luttaka við talu og vitnisburði, og Sangkórið í Betesda fer at luttaka við sínum vakra sangi.

Else og Poul Jóhan Djurhuus fóru í fulltíðar tænastu fyri HARRAN saman fyri 34 árum síðan, tá ið tey fóru niður í Kristnastovu, har tey vóru í umleið 5 ár.

Síðan hava tey verið í fulltíðartænastu í Føroyum við ástøði í samkomuni í Berøa í Saltangará, har tey búgva.

Umframt nógv skrivligt arbeiði hevur arbeiði teirra verið nógv eyðkent av at ferðast í Føroyum og eisini uttanlands, m.a. í Danmark, har tey høvdu eina fasta tænastu á Malta í 9 ár.

Hjartaliga vælkomin á møti í Betsda sunnukvøldið kl. 18

🙂