Filemon – elskaði vinur okkara

Filemon er hann, sum Filemonbrævið varð skrivað til. Paulus skrivar:

„… til Filemon, elskaða vin okkara, sum arbeiðir saman við okkum, Filemonbrævið 1.1

Støðið handan brævið er hetta:

Filemon hevði træl, Onesimus at navni. Hann var rýmdur og endaður í Róm, har hann onkursvegna hevði møtt Paulusi og var komin til trúgv. Tað løgna var, at Paulus og harri Onesimusar, Filemon, kendust væl. Paulus eggjaði nú Onesimusi at fara heim aftur til harra sín. Filemon búði í Kolosse, og ein samverkamaður Paulusar, Týkikus, skuldi sama veg, og tí sendi hann Onesimus við honum. Við sær høvdu teir brævið til Filemon. Í brævinum biður Paulus Filemon taka ímóti Onesimusi – ikki sum træli, men sum elskaðan bróður í Harranum.

Trælahald

Tað er ikki lætt hjá okkum at skilja, hvussu trúgvandi fólk – sum eitt nú Filemon – kundu loyva sær at halda trælir, og at ein so mætur maður sum Paulus kundi kalla ein trælaeigara vin og samverkamann.

Vit hava mangan lyndi til at vera dømandi, tá ið vit ikki skilja umstøðurnar, sum onnur liva undir. Trælahald – so skeivt, sum tað er – var ein stórur partur av samfelagsmyndini, tá ið Nýggja Testamentið var skrivað. Nærum annarhvør persónur í rómverska ríkinum var trælur. Tey fyrstu kristnu hildu seg uttan fyri samfelagsviðurskifti; kortini er áhugavert at síggja, hvussu læra Bíbliunnar førdi til, at trælahald ikki longur er loyvt. Tað er eingin sjálvfylgja.

Taktikkur

„eg biði teg fyri syni mínum, Onesimusi, sum eg havi fingið í leinkjum mínum, honum, sum áður var tær „óhentur“, men nú er bæði tær og mær „hentur“ – honum, sum eg nú sendi tær aftur. Tak ímóti honum – tað er mítt egna hjarta! Eg hevði havt hug at latið hann verðið her hjá mær, so hann í tín stað kundi tænt mær í leinkjum mínum, sum eg beri fyri evangeliið; men eg vildi einki gera uttan samtykki títt, fyri at góðska tín skal ikki vera eins og av noyðslu, men av fríum vilja.“ Filemonbrævið 1.10-14

Paulus kundi havt nýtt myndugleika sín sum ápostul og sagt Filemoni bart út, hvat hann skuldi gera. Tað gjørdi hann ikki; nei, hann dugdi at vísa fólki virðing. Ístaðin segði hann Filemoni, hvussu nógv Onesimus var broyttur. Hann hevði ikki verið til stóra nyttu áður, men tað var hann nú. Paulus ger seg enntá til veðhaldara fyri Onesimus, skrivar, at tað at taka ímóti Onesimusi er sum at taka ímóti sær. Hann sigur eisini, at honum hevði dámað best at latið Onesimus verðið eftir hjá sær; men hann vildi einki gera uttan samtykki frá Filemoni. Paulus dugdi at vera taktiskur.

Afturat hesum skrivar Paulus í 19. versi, at Filemon skyldaði Paulusi enntá seg sjálvan. Paulus sipar til, at hann hevði ein týðandi lut í, at Filemon kom til trúgv. Vit kenna ikki umstøðurnar. Áhugavert er tó, hvussu nógv av teimum, sum Paulus arbeiddi saman við, vóru komin til trúgv ígjøgnum Paulus.

„Paulus, fangi Krists Jesu, og bróðirin Timoteus – til Filemon, elskaða vin okkara, sum arbeiðir saman við okkum, Appiu, systur okkara, Arkippus, sum stríðir saman við okkum, og samkomuna í húsi tínum.“ Filemonbrævið 1.1-2

Leggið eisini til merkis fólkini, sum Paulus nevnir í fyrsta og øðrum versi. Kanska nevnir hann tey fyri at leggja eitt ávíst trýst á Filemon at taka ímóti Onesimusi og geva honum tað eftir, sum hann møguliga skyldaði honum.

Hann nevnir Appiu og Arkippus. Appia var møguliga kona Filemons og Arkippus sonur hansara. Hann visti, hvussu stóra ávirkan tey kundu hava á Filemon. Og so er tað samkoman í húsi teirra. Filemon var harri í húsinum, men ikki í samkomuni. Kanska var tað ein grund til, at hon er tikin við. Hvussu er og ikki, so visti Paulus, hvussu nógv Filemoni – og okkum øllum – tørvar íkast frá øðrum, skulu vit hugsa rætt.

Tøkk

At Filemon var ríkmaður, sum helt trælir, kundi fingið okkum at hildið, at Filemon var ikki ein fyrimyndarligur persónur, men so var ikki. Týdningarmikið er, at vit skilja umstøðurnar, sum onnur liva undir. Paulus helt nógv av Filemoni, og tað kemur ofta fyri í Filemonbrævinum. Paulus skrivaði, at hann hevði hoyrt um kærleika hansara til øll hini heiløgu (v. 5), at hann hevði fingið stóra gleði og troyst av kærleika hansara, og at Filemon hevði lívgað hjørtu hinna heiløgu (v. 7). Ikki so løgið, at Paulus takkaði Gudi, tá ið hann mintist hann í bønum sínum (v. 4), og heldur ikki so løgið, at hann bað um, at felagsskapur hansara í trúnni kundi verða virksamur fyri Kristus (v. 6). Paulus kundi av sonnum siga, at Filemon arbeiddi saman við sær (v. 1).

Tænarar Kristusar

„Í áliti á lýdni tínum skrivi eg til tín, vísur í, at tú gert enntá meir enn tað, sum eg sigi. So skalt tú eisini gera mær herbergi til reiðar; tí eg vóni, at eg við bønum tykkara skal verða tykkum givin.“ Filemonbrævið 1.21-22

Tá ið Paulus kemur til endan av brævinum, biður hann Filemon hava eitt rúm til reiðar til sín, tá ið hann kemur. Hann skrivar, at hann veit, at tey biðja fyri sær, og at tað fer at merkja, at hann fer at verða leyslatin. Samfelagsstættarliga var munurin stórur á Paulusi og ríkmanninum Filemoni – og ikki um at tala á burturrýmda trælinum Onesimusi; men munurin var burtur í Harranum. Í Honum vóru teir brøður, vinir, samverkamenn og tænarar Kristusar.