Hans Arni og Marion – mikukvøldið kl. 20

Hans arni og marion, ið virka sum trúboðarar í dakar, senegal, komu tann 29. August heim til føroya at vitja. Tann 2. November fara tey víðari til usa, har familja hjá marion býr. Beint eftir ársskiftið fara tey aftur til dakar í senegal.

Hans Arni er leirvíkingur, meðan konan, Marion, er uppvaksin í Panama, har foreldur hennara virkaðu sum fulltíðar trúboðarar.

Tey fóru til Guinea at virka í august 1998 og virkaðu har sum partur av eini toymi, ið setti á stovn samkomur ímillum Nalu fólkið.

Tey seinastu tvey árini hava tey virkað í Dakar Sénégal. Hans Arni er samskipari í einum tænastutoymi, og Marion er ráðgevi innan mál og mentan.

Saman eiga tey børnini Hannah, Andrew, Alan og Ryan. Tey trý elstu eru vaksin og eru búsitandi í USA, meðan Ryan, sum er 13 ár, er saman við teimum.

Á uppbyggingarmøtinum mikukvøldið kl. 20:00 fara tey bæði at verða við og greiða frá arbeiði teirra.

Ein drekkamunnur verður eftir møtið.

HJARTALIGA VÆLKOMIN.