Hansy og Martin Touhy verða við á morgunmøtinum í morgin

Hansy og Martin Tuohy eru á stuttari vitjan heima í Klaksvík, og tey verða við á morgunmøtinum sunnudagin 26. mars kl. 11, har Martin fer at hava eina heilsan og eitt orð aftan á breyðbrótingina.

Tey bæði virka sum trúboðarar í Meksiko. Martin er úr Esbjerg, og konan, Hansy, er úr Klaksvík, og eiga tey 7 børn.

Síðan september í fjør hava tey verið í heimasamkomuni hjá Martin í Esbjerg, men 1. juni í ár fara tey aftur til Meksiko at virka í og út frá samkomuni, sum tey hava sett á stovn har.

Tvey tey yngstu børnini, Evita og Joy, eru komin til Føroya saman við Hansy og Martin, men hesaferð eru eisini eini onnur hjún við á ferðini. Hesi eru Michael og Sofie Clark, ið somuleiðis virka sum trúboðarar í Meksiko. Tey gista í Klaksvík saman við teirra 5 børnum.

Eftir morgunmøtið verður høvi at heilsa upp á gestirnar.

Hjartaliga vælkomin 🙂