Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Higartil hevur HARRIN hjálpt

29/03/2023

Aftur við sigandi blýantstekningum kanst tú her hoyra sangkórið í Betesda syngja “Higartil hevur HARRIN hjálpt” (1. Sám. 7:12) – ein sangur, sum á ein serligan hátt lýsir søgu samkomunnar í Betesda síðan 1917 og til í dag, nú meir enn heil øld er runnin.

Fríggjakvøldið 21. september 1917 varð fyrsta møtið hildið í tí fyrsta, lítla salinum, sum brøður í HARRANUM høvdu latið byggja á Biskupsstøð. Salurin fekk navnið Betesda.

Tey vóru fá, mótstøðan var sjónlig, og tað vóru løtur í byrjanini, har umstøðurnar vóru so truplar, at tað eina tíð sá út, sum alt skuldi fara umkoll í samkomuni, sum tá ikki var so stór.

Men tað var ein tíð, sum dreiv systkinini til at liggja lágt fyri andliti Harrans og ákalla Hann. Og Harrin greip inn á ein bæði undurfullan og álvarsaman hátt. Broyting kom í, og gamla Betesda varð skjótt alt ov lítið, tí “Harrin legði dagliga aftrat teimum nøkur, sum lótu seg frelsa”. (Ápost. 2:47)

Um tey tá høvdu givið upp … um tey tá høvdu slept endanum … um tey tá høvdu hildið uppat at koma saman … so høvdu tey ikki borið okkum evangeliið víðari … ja, so var kanska eingin samkoma, sum savnaðist í Betesda.

Men tey hildu á, sum høvdu tey “sæð hin ósjónliga” (Hebr. 11:27)

“Í trúgv doyðu øll hesi, uttan at hava fingið tað, sum lovað var; men tey sóu tað langt burtur og heilsaðu tí og játtaðu, at tey vóru fremmand og útlendingar á jørðini” (Hebr. 11:13).

“Og tann dag Eg útinni verk Mítt – sigur HARRIN Gud herskaranna – skulu tey vera ogn Mín, og Eg skal spara tey, eins og maður sparir son sín, ið tænir honum. Tá skulu tit aftur síggja mun á hinum rættvísa og hinum gudleysa, á tí, sum tænir Gudi, og tí, sum ikki tænir Honum” (Mal. 3:17-18)


Eingin kennir framtíðina, men í áliti á HARRAN kunnu vit saman við sangkórinum í Betesda sitera 1. Sám. 7:12 og staðfesta, at : “Higartil hevur HARRIN hjálpt”.

Torkil Mørkøre, kórleiðari, hevur gjørt vakra lagið til orðini, sum Árni Jacobsen, ið nú er heima hjá HARRANUM, setti saman. Árni gjørdi eisini blýantstekningarnar.

“Higartil hevur HARRIN hjálpt”.

Deil hetta
  • Deil á Facebook
  • Deil umvegis teldupost
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/03/FDD5BD27-9402-4D57-A096-B84FB05F163A.jpeg 1009 1598 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2023-03-29 18:00:572023-03-29 18:00:58Higartil hevur HARRIN hjálpt

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Símun Absalonsen í bíbliuløtuni fyri vaksin – sunnudagsskúlin í Betesda19/09/2026 - 18:22
  • Hví blivu tey trúboðarar?17/09/2026 - 18:39
  • Peter og Rachel Hansen í Betesda mikukvøldið16/09/2026 - 08:58
  • Evangeliskt møti í Betesda sunnukvøldið12/09/2026 - 17:21
  • Bíbliuløtan í sunnudagsskúlanum – Jens Olsen talar um Efesusbrævið12/09/2026 - 17:20

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top