Á møtinum í Betesda mikukvøldið talar John í Skemmuni, og Kvartettin í Betesda syngur nakrar sangir.

John í Skemmuni úr Porkeri er komin norður at vitja okkum í samkomuni í Betesda. Hann luttók við einum orði á bønarmøtinum mánakvøldið, og mikukvøldið fer hann aftur at hava ein boðskap.

Kvartettin í Betesda luttekur eisini á møtinum við nøkrum sangum.

Eftir møtið verður ein drekkamunnur.

Hjartaliga vælkomin 🙂