Jólaaftan: Jólaløta kl. 16

Jólaaftan verður ein løtt og hugnaliga jólaløta í Betesda kl. 16. Á skránni verður felagssangur, vit hoyra Paulu á Lakjuni syngja, Elisa í Jákupsstovu fer at lesa jólaevangeliið, Beinta Vang sigur eina søgu, og Jákup Hansen hevur eitt orð.

Løtan endar umleið kl. 17:00.

Øll eru hjartaliga vælkomin, ung sum eldri 😊