Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sunnukvøldið kl. 18
Evangeliskt møti verður í Betesda sunnukvøldið kl. 18, har sangkórið í Betesda fer at syngja, og gleðiboðskapurin verður boðaður – eisini verður dópur á møtinum.
Í ár eru 100 ár farin, síðan Sangkórið í Betesda varð stovnað, og hevur kórið síðan tá uttan slit sungið regluliga á møtum í Betesda. Soleiðis verður eisini sunnukvøldið, har høvi verður at hoyra gleðiboðskapin.
Eisini verður dópur á møtinum.
Hjartaliga vælkomin 🙂

